Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 72 - 16. apríl 2004 Nr. 72 - 16. apríl 2004 19 FARICE-kaðalin er veruleiki. Breið-bandið hjá Føroya Tele, ið byggir á ADSL, er munandi styrkt, tí atgongd- in, støðufesti og skjótleikin á internetinum eru fleirfaldað eftir einum degi Vit hava fingið ein fleirsporaðan samskiftismotorveg til umheim- in, sum gongur líka av megin- landinum til tað einstaka virkið og húskið í Føroyum. FARICE-kaðalin, sum er lagdur millum Skotland, Føroyar og Ís- land, er nevniliga fyrst og fremst ein munagóður bati á okkara uttanlandssamskifti, og hann er ein fleirfalding av ferðini og ork- uni á internetsambandinum hjá Føroya Tele umvegis ADSL. I-net Breiðband frá Føroya Tele nýtir ADSL-breiðbandstøkni, ið arbeiðir nógv skjótari enn bæði ISDN og analogt samband. So- statt gevur ADSL, sum stendur fyri Asymmetric Digital Sub- scriber Line, heilt nýggjar nýtslu- møguleikar av interneti. I-net Breiðband frá Føroya Tele er ein munandi tryggari tænasta enn t.d. tráðleyst samband. Talan er um eina fasta linju, ið gongur gjøgnum koparnet undir jørð. Skipanin hevur eina stak høga uppitíð, tað vil siga, at hon er sera sjáldan óvirkin, og so er hon mestsum ógjørlig at avlurta. Tað er eisini ein avgjørdur fyri- munur, at tær ikki nýtist at ringja upp fyri at fáa samband. Styrktur ryggur Við nýggja FARICE-kaðalinum er ryggurin í internet-sambandin- um hjá Føroya Tele vorðin mun- andi styrktur. Tað gevur fyrst og fremst meira kapasitet til krevj- andi kundar, og ítøkiliga merkist tað við, at størri mongdir av data kunnu sendast, og tað verður skjótari at heinta og surfa á inter- netinum. Harafturat økist tryggleikin mun- andi, tí sambandið hevur fingið ein bakverja. Brýtir FARICE sam- an, so tekur gamli Cantat-kaðal- in yvir. Sostatt er altíð samskifti við umheimin umvegis kaðal, áðrenn var einasta samskiftið við umheimin satelittsamband, tá ið Cantat var óvirkin. Føroya Tele hevur nøkur av teim- um sterkastu fólkunum at ar- beiða við interneti, og tað er ein stórur fyrimunur hjá virkjum. Hildið verður eisini eitt vakið eygað við netinum. Um ein kundi hjá Føroya Tele verður útsettur fyri teldusníkum, verður netið stongt beinanvegin, so skaðin verður forðaður ella í ringasta føri avmarkaður. I-net Breiðband verður bjóðað við ymsum linjuferðum, sum fáast í ymiskum prísum. Tað vil siga, at eitt virki, sum fær sær I- net Breiðband frá Føroya Tele, kann tillaga skipan og prís eftir tørvi. Samnet til virki Ein onnur hent tænasta til vinnu- kundar hjá Føroya Tele er Sam- net. Samnet byggir á tøkni, ið avbyrgir flutningin hjá fyritøkuni frá øðrum flutningi hjá Føroya Tele - eisini internetflutningi. Við hesum verður eitt egið net stovnað sum ein afturlatin brúk- arabólkur á IP-netinum. Fyrimunirnir við Samneti eru fleiri: Tað hóskar væl til størri net við nógvurm deildum breiddar út á ymisk øki. Fyritøkan fær gagn av tí høgu rakstrartrygdini á net- inum hjá Føroya Tele. Tað er skjótt og lætt at binda í. Høgar og smidligar linjuferðir. Og ver- andi adressur kunnu brúkast á nærnetunum. Samnet gevur stóran smidleika. Fólk kunnu eitt nú arbeiða heima við serligum uppgávum, ella tí børn eru sjúk. Eingin munur er at sita heima og til arbeiðis, tí tú koblar teg beinleiðis á netið hjá virkinum. Stovnað: 1906 Stjóri: Andras Róin Starvsfólk: 257 Virkisøki: Fjarskifti Ein breiður motor- vegur undir jørð FARICE-kaðalin kemur upp á land í Funningsfirði. Ein italskur gísli varð tikin av døgum í Irak gjáranáttina. Avrætt- ingin bleiv tikin upp á sjónband AVRÆTTING Árni Joensen fartekst@mail.dk – Vit hava upptøkuna, men vit fara ikki at vísa hana, tí hon er alt ov ógvuslig, sigur talsmaðurin hjá arabisku sjónvarpsstøðini Al Jazeera við tíðindastovuna Reuters. Tað var eisini Al Jazeera, sum bar tíðindini um, at gíslarænararnir í Irak høvdu avrættað ein av teim- um fýra italsku monnunum, sum vórðu burturfluttir seinasta vikuskiftið. Gjára- náttina váttaði italska stjórnin, at hon hevði fing- ið prógv fyri, at ein av gísl- unum, Fabrizio Quatt- rocchi, var vorðin avrætt- aður. Frammanundan høvdu gíslarænararnir boðað frá, at teir fóru at avrætta gíslar- nar, tí italski forsætisráð- harrin, Silvio Berlusconi, hevði gjørt greitt, at Italia fer ikki at taka sínar her- menn úr Irak. Gjáranáttina endurtók hann, at Italia fer ikki at leypa frá givnum lyftum nú, men at teir 3.000 hermenninir verða verandi í Irak. Um tað fer at kosta hin- um trimum italsku gíslun- um lívið er ikki greitt, men boðskapurin frá burturflyt- arunum er í hvussu er greiður: – Vit fara at drepa teir, ein fyri og annan eftir. Vit vita, at teir hava arbeitt fyri tað amerikanska herseting- arvaldið, stóð í boðunum frá gíslarænarunum. Útlendskir eygleiðarar stúra fyri lagnuni hjá teim- um umleið 40 útlending- unum, sum sita gíslar hjá ymsum irakskum bólkum. Summir bera ótta fyri, at avrættingin gjáranáttina var bara tann fyrsta. Schrøder steðgaði bók um kanslara- morð Týski kanslarin hevur fingið dómsvaldið at steðga einari nýggjari bók, ið er um ein mann, sum myrðir ein týskan kanslara. BÓKAÚTGÁVA Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað var nú ikki bara innihaldið, sum fekk Gerhard Schrøder at seta seg upp ímóti, at bókin "Endi kanslar- ans - tað seinasta skot- ið" kom út. Á permuni var ein mynd av einum manni, ið skuldi ímynda kanslaran í søguni, og sum í roynd og veru eisini líktist Gerhardi Schrøder rættiliga nógv. Tað vildi kanslarin ikki góðtaka, og hann hevur nú fingið dóms- valdið at steðga útgáv- uni. Forlagið hevur tí verið noytt at taka bók- ina aftur, men sigur, at ætlanin er at geva bók- ina út við einari aðrari permu. Í bókini verður ein týskur kanslari skotin uttan fyri jarnbreyta- støðina í býnum Hann- over. Høvundurin nevnir seg Reinhard Liebermann, men sambært BBC er tað ein týskur tíðinda- maður, sum hevur skrivað bókina undir dulnevni. USA góðtekur nú ísraelska kravið um at varðveita nakrar av teimum jødisku niðursetubygdunum á Vestara Áarbakka, sjálvt um palestinar siga, at tað beinir fyri øllum ætlanum um frið MIÐEYSTUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Avgerðin hjá George W. Bush, forseta at góðtaka nakrar av niðursetubygdun- um á Vestara Áarbakka kom ikki óvart á eygleið- arar, tí longu undan vitjan Ariel Sharons í Washington bleiv víst á, at í einum valári er amerikanski for- setin vanliga sinnaður at toyggja seg langt fyri at gera Ísrael eftir vild. Men avgerðin hjá Bush boðar frá einari rættiliga stórari broyting í ameri- kanska politikkinum, tá tað snýr seg um at fáa frið ímillum ísraelsmenn og palestinar. Higartil hevur USA hildið uppá, at niður- setubygdirnar, sum eru utt- an fyri markið, sum Ísrael hevði undan seksdagakríg- num í 1967, forðaðu fyri einari friðarligari loysn í Miðeystri. Nú sigur Bush, at viðurskiftini eru broytt, og at tey broyttu viðurskift- ini mugu takast til eftirtekt- ar. Amerikanski politikkurin hevur verið, at ísraelska landamarkið skal flytast, tá tað palestinska ríkið verður stovnað. Amerikanskir em- bætismenn søgdu aftan á fundin ímillum Bush og Sharon, at semjan teirra millum líkist einum upp- skoti, sum stjórnin hjá Bill Clinton gjørdi, tá hon í 2000 tingaðist við Yasser Arafat, forseta og táverandi ísraelska forsætisráðharran, Ehud Barak. Harvið hevur USA góð- tikið ísraelska kravið um at varðveita fimm niðursetu- bygdir við næstan 100.000 íbúgvum á Vestara Áar- bakka sum ein part av ísra- elska ríkinum. Palestinskir leiðarar ávar- aðu undan fundinum í Washington Bush ímóti at slaka fyri ísraelska kravin- um. Ahmed Qurie, forsæt- isráðharri, segði, at pale- stinar fara ikki at sleppa kravinum um allan Vestara Áarbakka og partar av Jerusalem. Bæði Qurie og Yasser Arafat, forseti, søgdu, at slakaði USA, er tað tað sama sum at geva teirri seinastu friðarætlan- ini mønustingin. UTTAN ÚR HEIMI Gíslarænarar sjónbandaðu avrættingina Bush boygdi seg fyri Sharon Ariel Sharon, forsætisráðharri, fekk nógv burtur úr vitjan síni í Washington fyrradagin. Eygleiðarar eru samdir um, at USA nú hevur broytt sín politikk í Miðeystri, og at tað fer at gera tað truplari at fáa frið ímillum ísraelsmenn og palestinar Mynd: Reuters C M Y K 19 18