fríggjadagur 16. apríl 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 72 - 16. apríl 2004
21
21
Nr. 72 • fríggjadagur • 16. apríl 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Ein av lyklaleikar-
unum á føroyska
manslandsliðnum,
Heini Hanusarson,
heldur tað verða
øgiliga spell, at sam-
starvið millum HSF
og Lars Nedergaard er
komið at enda
LANDSLIÐS-
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Sterki høgri bakkurin á
føroyska
landsliðnum,
Heini
Hanusarson,
var
ógvuliga harmur um at
hoyra, at Lars Nedergaard
ikki longur er venjari hjá
føroyska manslandsliðnum.
Heini sigur, at honum
hevur dámt Lars Neder-
gaard serstakliga væl sum
venjara.
Kennir mentanina í
Føroyum
Sjálvur heldur Heini Han-
usarson, at tað hevur verið
ein stórur fongur hjá før-
oyska hondbóltinum at
hava Lars Nedergaard sum
venjara, tí hann kemur úti-
frá, men kennir føroysku
mentanina avlíkavæl. Við
tað at Lars býr í Danmark,
men samstundis hevur búð
í Føroyum og virkað innan
føroyskan hondbólt, hevur
hann hollan kunnleika til
munin
á
føroysku
og
donsku ítróttarmentanini,
sigur Heini Hanusarson.
Lars Nedergaard hevur
lagt stóran dent á kropsligu
venjingina, og tað er nakað,
sum Heini Hanusarson
leingi hevur saknað í før-
oyskum
hondbólti.
Til
dømis nevnir Heini Hanus-
arson, at danin hevur verið í
sambandi við øll tey før-
oysku hondbóltsfeløgini og
umrøtt kropsligu venjing-
ina. Hetta er eitt øki, har vit
eru langt aftan fyri okkara
grannar, sigur Heini, og
hann heldur, at umstøðurn-
ar til júst kropsliga venjing
halta í nógvum av føroysku
feløgunum.
Somuleiðis heldur Heini
Hanusarson, at tað er vert
at hava í huga, at ein venjari
sum Lars Nedergaard fær
nógva inspiratión í Dan-
mark, og at hann veruliga
brennur fyri sakini. Lars
hevur gingið inn fyri tí við
lív og sál, sigur kollfirðing-
urin og leggur afturat, at
hann dugir illa at síggja, at
tað finst nakar venjari her á
landi, ið kann geva lands-
liðnum eins nógv og Lars
Nedergaard. Hann hevur
verið ótrúliga seriøsur í
mun til uppgávuna, heldur
Heini Hanusarson.
Neyvan slíkan
venjarakapacitet í
Føroyum
Í grein aðrastaðnis í blaðn-
um sigur formaðurin í HSF,
Eivind Jacobsen, at nú
verður farið at lýsa eftir
nýggjum landsliðsvenjara,
og at tað fyrst og fremst
verður leitað í Føroyum.
Hetta eru ikki tíðindir, ið
hóva Heina Hanusarsyni, tí
hann heldur ikki, at ein
slíkur venjarakapacitetur
sum Lars Nedergaard er at
finna her á landi. Heini sig-
ur, at eftir hansara tykki eru
tað bert einir fýra ella fimm
skikkaðir
fyrstadeildar-
venjarar í hondbólti, ið eru
føroyingar. Um so er, at ein
føroyingur verður settur
sum
landsliðsvenjari,
heldur Heini Hanusarson,
at tað er eitt hugskot, at
HSF setur ein skikkaðan
kropsligan venjara, ið skal
verða tengdur at landsliðn-
um. Her hugsar Heini t.d.
um
vágbingin
Magna
Mohr, ið er kropsligur venj-
ari hjá B36. Somuleiðis
heldur Heini Hanusarson,
at tað tykist eitt sindur
løgið, at HSF fer í miðlarn-
ar at lýsa eftir einum lands-
liðsvenjara, tí tá átti at verið
talan um eitt starv, har HSF
fór út at leita eftir honum, tí
alternativini eru fá í Føroy-
um, og útlendskir hond-
bóltsvenjarar lesa neyvan
føroysku bløðini, sigur
Heini Hanusarson.
Sjálvur hevur kollfirð-
ingurin leikt hetta seinasta
hálvárið við Neistanum,
eftir at hann hevði leikt eitt
hálvt ár við TMS Ringsted í
bestu
donsku
deildini.
Komandi summar gongur
leiðin aftur til Danmarkar
og Odense, har lesturin bíð-
ar, men enn hevur Heini
ikki tikið støðu til, hvar
hann fer at leika, tá ið hann
kemur niðuraftur. Heini
sigur, at hann bíðar eftir at
vita, um tað fer at eydnast
TMS Ringsted at verða
verandi í bestu deildini, tí
so fer hann allarhelst aftur
har at leika.
Hondbóltsamband
Føroya hevur gjørt av
at steðga samstarvið
við danan Lars
Nedergaard, og tískil
verður í næstum lýst
eftir nýggjum venjara
til føroyska
manslandsliðið
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað hevur leingi gingið
sum slatur millum hond-
bóltsáhugaðar føroyingar,
at Lars Nedergaard ikki fór
at sita leingi sum landsliðs-
venjari, og nú er tað so
vorðið veruleiki. Eivind
Jacobsen, formaður í hond-
bóltssambandinum, váttar,
at avtalan millum HSF og
Lars Nedergaard er strikað,
og hann sigur tað verða
fleiri orsøkir til tess.
Fíggjarkarmarnir
avgerandi
Eivind Jacobsen sigur, at
tað fyrst og fremst eru teir
fíggjarligu karmarnir, ið
hava gjørt, at sáttmálin
millum
HSF
og
Lars
Nedergaard er strikaður.
Millum annað var tað
ógvuliga kostnaðarmikið,
at danin ofta skuldi ferðast
aftur og fram millum Før-
oyar og Danmark, umframt
aðrar útreiðslur, ið fylgdu
við. Tær samlaðu útreiðsl-
urnar av at hava Lars
Nedergaard sum venjara
blivu ov høgar, sigur for-
maðurin í hondbóltssam-
bandinum.
Gjørt eitt gott arbeiði
Tað er ikki tí at hondbólts-
sambandið er ónøgt við av-
rikið hjá føroyska lands-
liðsvenjaranum, at sáttmál-
in er strikaður, tí Eivind
Jacobsen sigur, at HSF
hevur verið væl nøgt við
arbeiði hjá Lars, og at danin
hevur lagt lunnar undir
nógvar ætlanir, ið føroyskur
hondbóltur kann fáa gagn
av í framtíðini.
Lars Nedergaard hevur
millum annað lagt fram
eina ætlan, ið hann nevnir
»missión 2010«, har hann
hevur lagt eina strategi fyri,
hvussu hondbóltsfeløgini
kring landið og HSF sjálvt
skulu arbeiða fram ímóti
einari støðugari menning
av føroyska hondbóltinum.
Fara at lýsa í Føroyum
Formaðurin í HSF sigur, at
hondbóltssambandið fer í
næstum at lýsa eftir nýggj-
um landsliðsvenjara, og tað
verður fyrst og fremst søkt í
føroysku miðlunum. Eivind
Jacobsen sigur, at tað er í
flestum førum ov kostnað-
armikið at hava útlendskan
venjara, og tí verður fyrst
og fremst leitað her heima.
Tað hevur verið tungt
fíggjarliga at hava mans-
landsliðið, sigur Eivind
Jacobsen og leggur afturat,
at HSF umhugsar, um tað
er rætt at verða við í play-
off kappingum hvørt ár.
Hinvegin umhugsar HSF,
um tað ikki er ein gongd
leið at verða við í minni
kappingum annaðhvørt ár,
og so kanska play-off ann-
aðhvørt ár. Hetta verður tó
alt gjørt í samráð við kom-
andi landsliðsvenjaran og
landsliðshópin, sigur for-
maðurin í HSF at enda. Vit
royndu at fáa eina viðmerk-
ing frá Lars Nedergaard til
tíðindini, men hann hevur
ikki verið at hitta seinastu
dagarnar.
Heini Hanusarson, landsliðsleikari:
Ótrúliga harmiligt
Lars Nedergaard ikki longur landsliðsvenjari
Heini Hanusarson heldur tað vera stórt afturstig, at HSF nú fer at søkja eftir
venjara í Føroyum
Tað eru fyrst og fremst fíggjarkarmarnir, sum hava gjørt av, at
leisturin í landsliðsarbeiðinum nú verður broyttur
Hóast samstarvið nú steðgar,
so eru tey í HSF fegin um tað
arbeiðið, sum Lars Neder-
gaard hevur gróðursett
C
M
Y
K
20
Føroyar og Palestina eru á
sama báti
Tað gongur støðugt
skeiva vegin hjá
Føroyum á altjóða
styrkislistanum, sum
FIFA aftur kunn-
gjørdi á summarmála
FÓTBÓLTSLANDS-
LIÐIÐ
Jóannes Hansen
Tað gongur ikki skjótt, men
kósin tykist vera greið. Á
altjóða
styrkislistanum,
sum FIFA eina ferð um
mánaðin roknar út, detta
Føroyar eitt sindur aftur so
at siga hvørja ferð. Síðsta
dømið um hetta er listin,
sum
varð
kunngjørdur
mikudagin 14. apríl ella á
summarmála.
Nú
eru
Føroyar á 129. plássinum.
Á listanum, sum varð
kunngjørdur í mars, vóru
Føroyar nummar 128. Á
listanum, sum varð kunn-
gjørdur í desember, vóru
Føroyar nummar 126.
Tá ið Føroyar vóru hægst
á listanum fyri nøkrum
árum síðani, metti FIFA
Føroyar at vera ímillum
nummar 112 og 115.
Føroyar eru ikki einsa-
mallar á 129. plássinum.
FIFA hevur sett Føroyar
undir liðina á Palestina,
sum í altjóða fótbóltshøpi
verður roknað at vera ein
tjóð. Meðan Føroyar eru
dotnar trý pláss skeiva
vegin síðani undan jólum,
hevur tað gingið hin vegin
hjá Palestina. Teir hava lætt
sær tíggju pláss hesar
seinastu fýra mánaðirnar.
Frakland er næstbest
Heilt frammi í toppinum
hevur ikki talan verið um
serligar broytingar seinastu
mánaðirnar. Brasilia verður
framvegis mett at eiga
besta fótbóltslandsliðið í
heiminum. Frakland, sum
Føroyar eru í HM undan-
kappingarbólki saman við,
verður mett at eiga næst-
besta landsliðið í heimin-
um.
Allar hinar tjóðirnar, sum
Føroyar skulu spæla ímóti í
HM undankappingini, eru
styrkismettar væl hægri
enn Føroyar. Írland er á
fimtanda plássinum, Sveis
er nummar 45, Ísrael er
nummar hálvt hundrað, og
Kypros er nummar 97.
Millum Norðurlondini er
Danmark styrkismett ovast.
Danir eru nummar fjúrtan,
Svøríki er nummar 21,
Noreg nummar 38, Finn-
land nummar 42 og Ísland
er á 60. plássinum.
Holland, sum Føroyar
skulu spæla vinardyst ímóti
1. juni, eigur fimti besta
landsliðið í heiminum.
Malta omanfyri
Føroyar
Merkisvert er tað, at onkrar
av tjóðunum, sum Føroyar
hava staðið seg væl ímóti,
nú
verða
styrkismettar
hægri enn Føroyar. Her
verður eitt nú hugsað um
Malta, sum Føroyar fyri
sjey árum síðani vunnu
tvær ferðir 2–1 ímóti í HM
undankapping. Malta er
styrkismett sum nummar
128.
Seinnu árini hava Føroy-
ar eisini vunnið ímóti
Luksemborg, Liktinstein
og Kasakstan. Allar hesar
tjóðirnar
eru
niðanfyri
Føroyar
á
listanum.
Kasakstan er nummar 136.
Liktinstein er nummar 149,
og Luksemborg og Allan
Simonsen eru dottin heilt
aftur á 156. plássið.
Á listanum eru 204
tjóðir. Á aftasta plássinum
er Montserrat, har høvuðs-
staðurin eitur Plymouth.
Karibiska oyggin, sum er
98 ferkilometrar víð ella
3,1 ferkilometrar størri enn
Borðoyggin, og har tað
búgva tólv túsund fólk,
eigur sambært FIFA veik-
asta fótbóltslandsliðið av
øllum
teimum
204
í
heiminum.
Næsti styrkislistin hjá
FIFA verður kunngjørdur
12. mai. Listin er grundað-
ur á úrslit í undankapping-
um og á úrslit í vinar-
dystum. Føroyar fara ikki
at spæla landsdyst fyrrenn
1.
juni.
Møguleiki
er
kortini fyri, at Føroyar um
ein
mánað
á
styrkislistanum
verða
fluttar annan vegin ella hin.
Fram
ímóti
EM
endaspælinum, sum verður
í Portugal í juni, eru nógvir
vinardystir á skránni.
Tað tykist ganga niðurá hjá føryoska fótbóltslandsliðnum. Í øllum førum, um metast skal eftir styrkislistanum hjá FIFA
Hóast tað gongst illa
at skava stig saman,
so hevur Fremad
Amager longt sam-
starvið við venjaran
ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Tað stendur einki serligt
til í føroyska felagnum á
Amager. Eftir páskaum-
farið og 2-0 tapið á
heimavølli ímóti Skjold er
Fremad Amager niðanfyri
strikuna. Tískil er setn-
ingurin hjá Hjalgrimi
Elttør, Jann Inga Petersen,
Andrew av Fløtum og
øllum hinum í felagnum
at stríðast fyri at varðveita
plássið í næstbestu deild-
ini.
Michele
Guarini
er
venjari. Tá ið tað gongst
illa og úrtøkan er soltin,
plaga eyguni at verða
vend ímóti venjaranum,
og lættasta loysnin fyri at
venda gongdini plagar at
vera at siga venjaranum
úr starvi.
Í hesi vikuni hevur
Fremad Amager venjarin
verið nógv umrøddur,
men tað hevur ikki verið
tí, at teir hava sagt ella
ætla at siga honum úr
starvi. Heldur er tað tvørt-
urímóti. Í fyrradagin varð
boðað frá, at felagið og
venjarin hava skrivað
undir nýggjan sáttmála.
Samstarvsskeiðið skuldi
verða liðugt í summar,
men nú er skeiðið longt,
soleiðis at Michele Guar-
ini verður venjari í Frem-
ad Amager í hvussu so er
inntil á sumri í 2005.
Tá ið venjarin tók við
starvinum í september í
2001, var Fremad Amager
í botninum í 2. deild. Tað
eydnaðist honum at venda
gongdini, soleiðis at fel-
agið slapp undan at flyta
niður í Danmarksseriuna.
Í fjør flutti Fremad Am-
ager upp í næstbestu
deildina. Leiðslan sigur,
at tað var ikki minst
venjaranum fyri at takka.
Hóast tað gongst eitt
sindur striltið at fóta sær í
næstbestu deildini, so
síggja teir onga orsøk at
avskriva venjaran.
Vísa venjar-
anum álit
Michael Guarini, sum her sæst saman við Andrew av Fløt-
um, hevur júst skrivað undir nýggjan sáttmála við Fremad
Amager