fríggjadagur 16. apríl 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 72 - 16. apríl 2004
Leygardagin fara HB-
stuðlar undir stór-
sligna lutaseðlasølu.
Vinningarnir verða
drignir í oktober
mánaði, og høvuðs-
vinningurin er ikki
minni enn ein íbúð í
Berjabrekku
LUTASEÐLAR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er helst sagt fleiri ferðir
áður, men í HB ætla tey sær
ikki, at tað skal fara ósvar-
að framvið, nú felagið
verður 100 ár.
Føðingardagsfløgan er
longu komin á marknaðin,
og leygardagin fara HB-
stuðlarnir so undir sítt stóra
átak, og tað er ikki við
mýkindum.
Við áskriftini »vinningar
fyri 1.000.000« hava stuðl-
arnir prentað ikki færri enn
20.000 lutaseðlar, og kom-
andi hálva árið verður so
roynt at selja allar hesar.
Ein millión eru sjálvandi
nógvir pengar, og tá so høv-
uðsvinningurin á seðlinum
eigur so nógv tann størsta
partin av puljuni, so verður
tað ikki minni spennandi.
Íbúð í Berjabrekku
Talan er nevnliga um eina
íbúð í Berjabrekku 3, sum
skal lutast burtur. Talan er
um smærru íbúðirnar, sum
liggja í veghædd og eru 63
fermetrar til støddar. Virði
av hesari er 950.000 kr., og
soleiðis sum eftirspurning-
urin eftir bæði íbúðum og
grundøkjum er í høvuðs-
staðnum, so bera tey í HB-
stuðlum als ongan ótta fyri,
at tað fer at standa á at selja
seðlarar.
– Tað óttast vit so als
ikki. Sjálvt um tað kanska
kann tykjast eitt sindur
ógvusligt, at ein lutaseðil
kostar 100 kr., so ivist eg
ikki í, at tað verða heilt
nógv, sum fara at keypa sær
ein ella kanska tveir seðlar
hvønn mánað.
Soleiðis sigur Sólbjørn
Thomsen, formaður í HB-
stuðlum, og hann tykist
kanska meira enn nakað
lættur, nú tey loksins kunnu
fara undir søluna av luta-
seðlunum.
– Tað er altíð eitt stórt
arbeiði, sum skal gerast, tá
slíkt skal fyrireikast. Og
við somikið stórum vinn-
ingum, hava fyrireikingarn-
ar sjálvsagt ikki verið
minni, sigur hann.
Og so kundi kanska verið
skoytt afturat, at enn er
stríðið so ikki liðugt. Hóast
Byggiharrin í Berjabrekku,
Høgni Mikkelsen, er svorin
HB-viðhaldsmaður,
so
røkkur hetta ikki somikið
langt, sum til at geva fel-
agnum eina ókeypis íbúð at
luta burtur.
Við øðrum orðum vil tað
siga, at fyrstu 10.000 seðl-
arnir ella har á leið fara til
at gjalda høvuðsvinningin,
so tað hvílir framvegis ein
stór ábyrgd á teimum, sum
skulu selja seðlarnar.
Drigið á
føðingardegnum
Leygarmorgunin fara HB-
stuðlarnir undir søluna av
seðlunum, og verður tað á
Torginum í SMS, at hetta
verður skotið ígongd.
Vanliga kunnu sølur av
lutaseðlum strekkja seg
yvir átta vikur, men HB
hevur so fingið loyvi at
selja í hálvt ár, og í sam-
bandi við sjálvan føðingar-
dagin verður so drigið mill-
um mongu seðlarnar, so-
leiðis at hepni vinnarin
kann finnast.
100 ára dagurin er 17.
oktober, og 22. oktober
verður vinnarin so funnin.
Um hesin so eisini fer at
verða við á stóru galla-
veitsluni hjá felagnum, sum
verður dagin eftir, er ilt at
siga, men kanska hevur
vinnarin als ikki stundir til
nakra veitslu tá. Talan er
nevnliga um lyklaklára
íbúð, so um innbúgv við
meira er keypt, so hevur
vinnarin helst úr at gera við
flytingini til ta tíð.
Dysturin í fyrsta
umfarinum er
framskundaður, tí HB
annað vikuskifti í
Gundadali skal spæla
í Atlantic Cup ímóti
KR úr Reykjavík
LANDSKAPPINGIN
Jóannes Hansen
Tá ið fyrsta umfarið í
landskappingini verður á
skránni sunnudagin 25.
apríl ella Flaggdagin, verða
tað bara átta av teimum
tíggju liðunum í bestu
deildini, sum fara at spæla
um stig.
FSF boðar frá, at dysturin
á Skála, har HB sambært
skipanini skal vitja í fyrsta
umfarinum, er framskund-
aður. Í staðin fyri Flagg-
dagin
verður
dysturin
spældur mikudagin 21.
apríl. Eftir at Skála fram
ímóti dystarenda var á odda
2–1 og síðani tapti 3–2 í
steypadystinum í Gunda-
dali fyri stuttum verður
hesin fyrsti landskapping-
ardysturin av øllum ivaleyst
mettur at verða uppaftur
meiri spennandi, enn hann
frammanundan varð mettur
at vera.
Orsøkin, at dysturin mill-
um Skála og HB er fram-
skundaður, er tann, at HB
annað vikuskifti skal spæla
í Atlantic Cup. Talan er um
samstarvið millum før-
oyskan
og
íslendskan
fótbólt, sum Atlantsflog
stuðlar. Tað snýr seg um, at
føroysku meistararnir og
íslendsku
meistararnir
hittast síðsta vikuskiftið í
apríl. Aðru hvørja ferð
verður spælt í Føroyum, og
aðru hvørja ferð verður
spælt í Íslandi. HB og KR
úr Reykjavík hittust í fjør,
og tey hittast aftur í ár. Í
fjør spældu tey í Reykjavík,
og hesa ferð verður spælt í
Gundadali. Dysturin er
ásettur at vera leygardagin
24. apríl.
Útseta ein tíma
FSF hevur eisini boðað fót-
bóltsfeløgunum frá, at dyst-
irnir í fyrsta umfarinum
ikki skulu spælast klokkan
trý seinnapartin, tá ið tað
annars plagar at verða
spælt. Tað verður skipað
fyri flaggdagshaldum kring
landið. Tí hevur FSF gjørt
av, at landskappingardyst-
irnir henda dagin skulu
spælast klokkan fýra. Har-
við fer tað at bera til hjá
áskoðarunum fyrst at fara
til flaggdagshald og síðani
til fótbólt.
Við avgerðina at flyta
dystarbyrjanirnar
hevur
FSF víst, at Fótbóltssam-
bandið virðir flaggdags-
haldini.
Teir fýra dystirnir, sum
verða á skránni Flaggdagin,
eru hesir: KÍ-B68, GÍ-ÍF,
NSÍ-VB
og
B36-EB/-
Streymur.
Suni Johansen skal døma
á Skála, Dagfinn Olsen í
Klaksvík, Petur Skarðenni í
Gøtu, Lassin Isaksen skal
døma í Runavík, og ímill-
um B36 og EB/Streym
verður Páll Augustinussen
dómari. Í Atlantic Cup
leygardagin 24. apríl í
Gundadali verður Niklas á
Líðarenda 23. maðurin á
vøllinum, tá ið HB og KR
fara at takast.
HB á 100 ára degnum:
Vinningar fyri 1.000.000 kr.
Útlendingamálið
spøkir enn
Í farnu viku frættist, at landsstýrismaðurin í inn-
lendismálum hevur sent eitt uppskot um seravtalu fyri
ítróttarfólk til danska útlendingastýrið.
Málið snýr seg sjálvsagt um, hvørt útlendsk
ítróttarfólk skulu hava sersømdir at koma inn til
Føroya, og líkt er til, at Ítróttarsambandið og
Landsstýrismaðurin framvegis standa langt frá
hvørjum øðrum hesum viðvíkjandi.
Í øllum førum hevur Jógvan við Keldu í sínum
uppskoti mælt til, at skulu útlendsku ítróttarfólkini
hava uppihalds- og arbeiðsloyvi, skulu feløgini rinda
teimum eina samsýning, sum í minsta lagi er 2.300 kr.
um vikuna.
Í skrivi til løgmann hevur ÍSF mótmælt hesum.
ÍSF sigur í skrivinum, at tey eftir førimuni hava
roynt at gjørt vart við vandamálini, sum hetta hevur
við sær, men at hetta enn tykist hava verið til fánýtis.
– Avtalan, sum nú liggur á borðinum, er ónýtilig.
Ítróttasamband Føroya vil harðliga mótmæla, at ítrótt-
urin ikki verður hoyrdur, tá slíkar, fyri okkum, týðandi
avtalur verða gjørdar, verður at enda staðfest í tíðinda-
skrivinum.
-jm
Spæla longu mikudagin
á Skála
Formaðurin í HB-stuðlum, Sólbjørn Thomsen, ber als ongan ótta fyri, at stuðlarnir skulu brenna inni við einum halli av stóru
lutaseðlasøluni
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
22
Nr. 72 - 16. apríl 2004
23
Ætlar tú at leggja
av at roykja?
Nú hevur tú møguleikan at verða við á einum
skeiði fyri bólkar, har tú leggur av at roykja.
Roykisteðg-skeiðið verður fyriskipað av royki-
avvenjarum á Tjaldurs Apotek og er skipað
soleiðis:
Í hvørjum bólki verða uml. 8–10 luttakarar. Vit
møtast 5 mánakvøld yvir uml. 6 vikur og hvør
kvøldfundur er uml. 2 tímar.
Byrjað verður mánakvøldið 19. apríl og endað
verður mánakvøldið 24. mai. Miðskeiðis í skeið-
num verður dagurin ásettur, sum tú skalt leggja
av at roykja!
Kostnaður fyri skeiðið er 1000,- kr. og tilmelding
fer fram á Tjaldurs Apotek.
Hevur tú fyrispurning hesum viðvíkjandi,kanst tú
ringja á Tjaldurs Apotek og spyrja eftir einum
roykiavvenjara.
R.C.Effersøesgøta 31
Tórshavn
Tlf. 341100
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 620,
Sp/f Tannlæknastovan í
Hvalvík, 430 Hvalvík.
Viðtøkur broyttar:
11.02.2004
Nýtt navn: P/F
Tannlæknastovan í Hvalvík
Kapitalur: Hækking við kr.
720.000,00 til kr. 800.000,00
Inngjaldingarháttur: Kr.
720.000,00 við
grunshækking.
Nevnd:
Innkomin í nevndina:
Poulina Jóannesardóttir,
Grønalág 1, 100 Tórshavn
(formaður), Hans Jørgen
Jensen, 430 Hvalvík og Steen
Juul Petersen, Sandágøta 3,
160 Argir.
Tekningarreglur: Felagið
verður bundið av stjóranum
ella av allari nevndini í felag.
Endamál: Endamál felagsins
er at reka tannlæknavirksemi
og annað virksemi í hesum
sambandi.
Skráseting Føroya tann 14.
apríl 2004
Kristin Balle
________________________
Neistin
Eykaaðalfundur verður týsdagin 27/4 kl. 19.00
í hølum felagsins í Gundadalshøllini.
Nevndin
Lesið
Sosialin
23