týsdagur 12. mars 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. mars 2013 · Nr. 30
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur atli danielsen
Dreymurin
er eitt FM við KÍ
Hann er av róligastu monnum uttanfyri vøllin og fer sjálvdan um mark. Hann hevur næstan
øll árini liva eina tilveru mitt í stigtalvuni og hann er sjálvdan at finna í yvirskriftunum.
Hann hevur bara fingið tvey reyð kort fótbóltslívinum. Hann hevur ikki vunnið FM
við KÍ síðani 1993, men tað vil hann broyta uppá. Hann er Atli Danielsen
Tróndur Arge
Søgan um Atla Danielsen
er ein søga um ein mann, ið
sjálvdan fer út um mark og
sjálvdan vinnur nakað. Bæði
sum persónur og sum fót
bóltsspælari er hann mað
urin, ið ger tey røttu tingini
og ikki tekur ov nógvar vágar.
Nú ætlar hann sær at vinna
nakað við KÍ.
KÍ hevur júst vunnið 3-0 á
TB í ársins fyrsta landskapp
ingardysti, tá Sosialurin hittir
fryntliga og fyrikomandi
miðvallaran í Klaksvík. Hann
býr saman við konuni í leig
aðum húsum í Klaksvík, og
onkursvega verður tú ikki
bilsin, tá tú kemur inn og alt
er reint og ruddiligt.
Soleiðis kenna vit eisini
Atla á vøllinum. Hann spælir
fyri tað mesta á verjukenda
miðvøllinum og heldur seg
til tað. Meðan aðrir spælarar
fáa loyvi at fara framvið og
reika, so er Atli maðurin, sum
skal tryggja at tað er javnvág
á liðnum. Tað eru ikki langar
og flottar avleveringar ella
dribblingar, sum eyðkenna
Atla, men heldur stuttu og
neyvu avleveringar og harða
arbeiði.
Atli hevur eisini altíð havt
annað enn fótbólt í sínum
lívi og tað kemur eisini til
sjóndar undir samrøðuni,
tí lyklastøður og hendingar
standa ikki so fastar í minn
inum.
Atli er í góðum lag eftir
sigurin. Hetta er fyrsti dyst
urin sum veruligur KÍ spæl
ari í seks ár. Hann hevur
verið aftur í leigu ørindum
og styttri tíðarskeiðum. Atli
Danielsen er komin heima
aftur eftir seks ár í útlegd.
FM í 93
Atli er uppvaksin á Gørðum
í Klaksvík við einum bólti
undir arminum. Tíðin fer við
at sparka móti eini garasju
hurð saman við vinfólki.
Komin í skúla endar hann at
sita við síðuna av Hjalgrími
Elttør, sum í dag er liðskipari
hjá KÍ.
Atli byrjar saman við mill
um annað Hjalgrími, Símuni
Joensen og Kristiani á Lakjuni
at spæla bólt við KÍ. Tíðin
sum fótbóltsspælari byrjaði
við einum gullheiðursmerki
í smápiltum. Atli er liðskipari
og KÍ ger bart í fyrstu FM
kappinginum. Tað endar við,
at KÍ til seinastu kappingina
hevur ráð at tapa fyri arva
fíggindanum úr HB, sum
telur menn sum Jón Róa
Jacobsen og Vagnur Mohr
Mortensen.
– Vit taptu 7-1, men vunnu
FM. Eg var liðskipari og tað
var stórt at fáa steypið, greið
ur Atli frá í einum løttum
tóna.
Fyri uttan hetta árið, so
vinnur Atli einki gull við KÍ.
Hvørki í ungdómsdeildunum
ella í bestu deildini.
Í 2000 verður Tomislav
Sivic venjari í Klaksvík. Árið
eftir er Atli fastur maður á
besta liðnum og eins og hinir,
ið hava havt Tomislav Sivic,
so hevur hann eisini heft seg
við onkran hending við fyrr
verandi VB venjaranum.
–
Hann
spældi
einki
tað árið, men tá vit skuldu
spæla móti VB setti hann
seg sjálvan inn á liðið. Hann
segði við okkum, at hann fór
at øsa Robert Cieslewicz upp,
sigur Atli Danielsen og ristur
eitt sindur upp á høvdið.
Sama árið kemur Atli í
steypfinaluna, men tapur
fyri B36 í oysandi regni á
Tórsvølli.
Stóli aldrin upp
á Símun aftur
Árið
eftir
verður
Kurt
Mørkøre settur sum venjari.
Atli og hinir í KÍ blíva numm
ar trý. Tað er serliga ein hend
ing, ið Atli minnist afturá frá
tíðini við Kurt sum venjara. Í
dysti móti HB í Klaksvík fær
Atli greitt at vita, at hann
skal dekka Jóhannis Joensen
tá HB hevur hornaspark.
Tríggjar minuttir fyri tíð
fær HB hornaspark og KÍ er á
odda 2-1. Símun Joensen róp
ar á Atla um at skifta mann.
Bólturin kemur innfyri og
Jóhannus javnar fyri HB.
– Kurt var í øðini og skifti
meg út. Símun segði sjálvandi
einki, so eg fekk skyldina fyri
alt. Eg var nakað so keddur
og fór beint í skiftirúmi,
greiður Atli frá.
Inni í skiftirúminum hoyr
ir Atli áskoðararnar fegnast,
tá Kurt Mørkøre við dundur
skoti tryggjar KÍ ein minn
iligan sigur. Tað var ikki fyrr
enn nøkur ár seinni, at Símun
Joensen valdi at fortelja Kurt
frá hvat veruliga hendi.
– Eg stóli aldrin upp á
Símun aftur, sigur Atli og
flennir.
Í 2003 verður Atli fluttur
upp á miðvøllin har hann eis
ini spælir í dag.
Einsamallur í Sogndal
Á summri 2005 stendur Atla
í boðið at royna seg í norska
Sogndal. Hann verður út
leigaður,
men
upplivilsið
verður eitt av teimum minni
góðu. Uttanfyri vøllin er lítið
samanhald millum spælarar
nar og á vøllinum gongur
ikki væl.
– Eg lærdi nógv av
tíðini í Sogndal, men eg
angri ikki at eg royndi
tað. Eg haldi tað vísti,
at eg má hava okkurt
annað enn fótbolt at
ganga upp í, sigur
Atli og griður frá
hvussu einslit tað
var aftaná venj
ing, og um longu
busstúrarnar til
útidystirnar.
Í
2006
verður Tony
Paris venjari
hjá KÍ. Atli
og
hann
finna ikki
altíð
so
væl útav
tí.
Atli Danielsen
Føddur: 15. august 1983
Foreldur: Amund og
Finngerð Danielsen
Kona: Súsanna Danielsen
Starv: Norðoyar Sparikassi
Yrkisleið:
Landsdystir: 41
2000-06: KÍ
2005:
Sogndal (útleig.)
2007-09: Frem
2007:
KÍ (Útleigaður)
2009:
KÍ
2010-11: Roskilde
2011-12: B36
2013-
KÍ