Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-12, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2013síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 13. mars 2013 · Nr. 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur – Tony skuldi altíð av­gerða alt og fótbólturin var primi­ tivur. Eg minnist aftaná eitt tap, at vit runnu so nógv, at eg spýði. Eg dugi ikki at síggja hvussu tað skuldi hjálpa upp á nakað, sigur Atli. KÍ kemur í steypafinaluna og tapur 2-1. Til Danmarkar Atli flytir í 2007 til Danmarkar og endar við at spæla við Frem. Tað stóð honum eisini í boði at royna seg í Lyngby, sum hevði Kasper Hjulmand sum venjara. – Tað var kanska býtt, at eg ikki fór at venja við teim­um, sigur Atli eitt sindur iva­samur á málinum. Miðvallarin fær hinvegin fult álit frá venjaranum Anders Theil. Atli fellur væl til í nýggja felagnum, sum eis­ini eisini telur føroyska mál­verj­an Gunnar Nielsen. Frem skipar fyri, at Atli skal flyta inn til Gunnar at byrja við. – Tað var læriríkt, at skula gera mat til Gunnar og taka upp eftir honum, sigur Atli við einum smíli og viðgongur, at mál­mað­urin dugdi at gera ein góðan pasta rætt. Tíðin í Frem er góð og Atli spælir fast frá byrjan. Hann er tann verju­kendi mið­vall­ arin av teimum og tekur sær av deyð­bóltunum, men tíðiní Frem kemur brádliga til ein enda, tá felagið í 2009 fer á heysin. Atli er útbúgvin finans økonom og flytir til Føroyar at spæla við KÍ, men tað gongur illa og felagið flytur á fyrsta niður. Atli avgerð at fara undir víðari útbúgving í Danmark og Anders Theil, sum nú er venjari hjá Roskilde, ringur til Atla. Har spælir miðvallarin fram til á sumri 2011. Vil vinna eitt FM Afturgangandi fyri øll árini er, at Atli ongantíð er at finna í toppinum í deildini sum hann spælir. – Tað er tung altíð at spæla undir trýstinum sum eitt lið í botninum har tað ræður um at gera so fáar feilir sum gjørligt. Tað var við tí í huga, at eg valdi B36 tá eg kom heim, sigur Atli, sum eisini hevði tilboð frá KÍ. B36 er um hetta mundið fremst í deildini og stevnir móti meistaraheitinum. Tað endar við, at Atli vinnur sítt fyrsta FM og fyrsta gull­ heiðurs­merki síðani 1993. Undan hesum kappingar­ árinum hevur Atli tó valt at koma aftur til Klaksvíkar at spæla fótbólt, har sum alt byrjaði. Tvey reyð kort Atli Danielsen hevur fingið tvey reyð kort í síni yrkisleið. Tað fyrra fekk á í sínum fyrsta dysti fyri U16 landsliðið móti Noreg. Atli er á høgra bakki, men kemur at brúka hondina á sjálvari málstrikuni og fær reytt kort. – Tá vit KÍ’arnir komu heim eftir kappingina hevði Hjalgrím skorað einsamalla málið, Símun Joensen var lið­ skipari og Kristian á Lakjuni var besti spælari á vøllinum. Eg kom heim og hevði fingið reytt kort, greiður Atli frá. Seinna reyða korti fekk Atli í 2007, tá hann kom heim at spæla tveir dystir fyri KÍ. Á heimvølli tekur KÍ móti AB, sum hevur Allan Mørkøre á liðnum. Atli hevur gult kort, tá hann skumpar til Allan. – Hann var royndur og læt seg detta og so fekk eg mítt seinna gula kort, fortelur Atli. Hann er heima í Føroyum, tí hann skal giftast og tað er ikki ilt at meta um hvat talur­ nar snúðu seg um. – Tað var sjálvandi eitt tema, at eg var blivin útvístur fyri at leggja á Allan Mørkøre, sigur tann annars so róligi Atli við einum smíli. Komin fyri at verða Atli Danielsen er komin fyri at verða í KÍ. – Tú kanst gott siga, at eg eri komin heim fyri at verða. Nógv skal broytast fyri at eg velji nakað annað, sigur Atli. Hann hevur spælt 41 lands­dystir, men er í dag ikki millum teir, sum sleppur upp í part. Hann kundi hugsa sær at fingið at vita hví, men nú raðfestur hann KÍ hægst, so má restin bara koma sum tað kemur. – Dreymurin er at vinna eitt FM við KÍ, sigur Atli Danielsen at enda trondur@sosialurin.fo Kurt var í øðini og skifti meg út. Símun segði sjálvandi einki, so eg fekk skyldina fyri alt. Eg var nakað so keddur og fór beint í skiftirúmi Myndir: Álvur Haraldsen