fríggjadagur 15. mars 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. mars 2013 · Nr. 31
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Skúlabørn á Dagstovnum í Tórshavnar kommunu, R-dive, Føroya Máling, Balslev,
Mest, Prenta, Guðrun Heðinsdóttir Mortensen, Colorama, Havnar Fimleikafelag pinkur,
Sosialurin, Haribo, Sp/f Bogi Hermansen, Skoytihøllin, Charles Fríðberg, Thomas Dam á Hálsi,
Bank Nordik, Eik Banki, Tryggingarfelagið Føroyar, Trygd, Hvonn, Einar Dahl Mikkelsen,
Barbara Dahl Mastercoach, Føroya Tele, Atlantic Petroleum, Faroe Maritime Services,
Samskip, Poul Hansen heilsøla, Sri, Gamli Bókhandil, KJ Hydraulik, Litaval,
FK í Hoyvík, Demich, Miðstovnurin.
Heilsan frá Beranum
Peningurin frá Lions Club Liljan fer til
10-ára tiltøk, sum Berin alt árið 2013 fer
at hava fyri børnum og ungum, ið hava
verið í bólkum hjá Beranum gjøgnum árini,
og avvarðandi teirra. Fyrsta tiltakið var á
Háskúlanum 26.-27. januar.
Hetta er eitt ómetaliga kærkomið íkast til
tiltøkini, og eru vit tykkum sera takksom fyri
hesa gávu.
Meira fæst at vita um Beran á
www.berin.fo Til ber at stuðla
arbeiðnum í Beranum við at
lata peningagávu á konto nr.
6460-1655363
Børn málaðu fyri børnum
Lions Club Liljan er nýggi kvinnubólkurin hjá Lions Club Tórshavn, og hetta var fyrsta tiltakið hjá bólkinum.
Lions Club Liljan takkar øllum, ið stuðlaðu tiltakinum við peningi og øðrum:
Fyrsta sunnudag í advent
2012 var ein spennandi
málningaframsýning í
Havn, ið Lions Club Liljan
skipaði fyri. Endamálið
við framsýningini var
at savna inn pening til
Beran, ið arbeiðir við
sorgarbólkum fyri børn
og ung, ið hava mist ein
av sínum nærmastu.
Skúlabørn í nøkrum
dagstovnum í Tórshavnar
kommunu høvdu málað
málningarnar. Evnið
var frítt, og tað var sera
stuttligt at síggja, hvørji
evni teir ymsu bólkarnir
høvdu valt at arbeiða
við. Sum vera man, vóru
fleiri jólaligar myndir við
nissum og jólatrøum, men
onkrar meira summarsligar
landslagsmyndir við
blómum og fuglum vóru
eisini at síggja. Onnur ung
listafólk høvdu arbeitt við
tí meira abstrakta.
Alt tiltakið var ókeypis
fyri tey vitjandi, og fleiri
foreldur og ommur og
abbar høvdu lagt leiðina
framvið Miðstovnin í
Gundadali hendan dagin.
Fittar nissugentur bjóðaðu
børnunum góðgæti, meðan
tey vaksnu fingu ein
drekkamunn við onkrum
søtum afturvið. Eisini
var lutakast millum tey
vitjandi børnini um fleiri
góðar vinningar.
Umboð fyri Lions Club
Liljan handaði eftir tiltakið
Beranum ein kekk á
kr. 25.742,50.