fríggjadagur 15. mars 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 15. mars 2013 · Nr. 31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tá ið leið móti vetri 2008, kom
búskaparligt ódnarveður inn
yvir Ísland. Eftir fáum døg
um rapaði bankakervið, alt
sum tað var, og samfelagið
skalv í grót og grund. Støðan
var veruliga so ring, at stúrt
var fyri, at íslendska ríkið fór
í gjaldsteðg.
Á hesi lagnustund ís
lendsku tjóðarinnar gingu
føroyingar fram á vøllin og
buðu íslendingum, sum fyrsta
tjóð, lán og fullan stuðul. Vit
íslendingar fara ongantíð at
gloyma hesa hetjuligu vinar
gerð næsta granna okkara.
Lánið var nógv meiri enn
peningaupphæddin, tí tað
fekk íslendingar at sanna,
at vit stóðu ikki einsamallir
í víggi, og tað vakti í okkum
stríðsvilja og kveikti fram
tíðarvón.
Nú nærum fýra og eitt
hálvt ár eftir eru vit komin
væl ávegis at endurreisa ís
lendska búskapin, og flestøll
tøl og metingar sýna, at vit
eru á rættari kós. Búskapar
vøksturin er áhaldandi og
javnur, arbeiðsloysið liggur
um 5,5% og lækkar alsamt,
avlop er á handilsjavnanum,
men fleiri dømi kundu verðið
nevnd.
Framtíðarútlitini
eru heilt onnur og bjartari
enn fyri fýra árum síðan, tó
at støðan enn er trupul og
avbjóðingarnar mangar og
møtimiklar.
Til at sýna føroysku tjóðini
takksemi okkara í verki
skeyt
Ríkisstjórn
Íslands
upp fyri Føroya Landsstýri,
at Ísland skuldi skipa fyri
ráðstevnu um ótroyttar sam
starvsmøguleikar landanna
millum. Skotið var upp, at
dentur skuldi leggjast á
at finna fram til, hvussu
vøkstur og fjølbroytni best
verða skapað innan verandi
vinnulív, eins og á vinnuliga
nýmenning. Ráðstevnan var
hildin í Norðurlandahúsinum
í Føroyum í síðstu viku, og
einki er at taka seg aftur í,
at hon eydnaðist avbera væl.
Avgjørt var at hava slíka
ráðstevnu við í mesta lagi
tveggja ára millumbili, aðru
hvørja ferð í Føroyum og
aðruhvørja ferð í Íslandi.
Uttan mun til hvørt talan
er um nýmenning, fiska
aling, telduspøl, ravmagn,
ferðavinnu ella oljuleiting,
eru møguleikar beggja tjóða
mangir, tó at førleikarnir
stundum eru ymiskir. Vit
ivast onga løtu í, at rættast
er at fara miðvíst til verka og
styrkja og víðka samstarvið
tjóðanna
millum
við
at
kunna hvønn annan um
royndir og vitan á økjum, har
vit hava betri førleika, tí tað
gagnar báðum pørtum. Til
dømis er mikil framgongd
í ferðavinnuni í Íslandi, og
hugsandi er, at føroyingar
kundu havt gagn av at vita
meiri um, hvussu íslendingar
hava borið seg at. Á sama
hátt kunnu íslendingar læra
mangt og hvat av føroy
ingum, eittnú um fiskaaling
og tænastuveiting til olju
vinnuna.
Gamalt er, at vinarlag er
grundvøllur undir eydnu og
vælferð, og sannast má, at so
er enn. Ígjøgnum aldir hava
føroyingar og íslendingar
havt álit á hvørjum øðrum,
og vit, sum nú eru uppi, eiga
at gera okkara ítarsta til, at so
má verða í komandi tíðum.
Katrín Júlíusdóttir,
fíggjar- og búskapar
málaráðharri Íslands,
og
Steingrímur J. Sigfússon,
vinnumála- og
nýskapanarráðharri Íslands
sansir.fo
Bestu vinir!
kjak