Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mars 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. mars 2013 · Nr. 31 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Minningarorð um Katrina Petersen Tað vóru sorgarboð at fáa, nú Katrin Petersen ikki longur er ímillum okkum. Katrin var fyrsta for­ kvinna í Pedagogfelagnum, frá stovningardegnum 1.juni 1982 til 1984. Hóast Katrin valdi familj­ una og leiðarastarvið í dag­ stovn­inum í Hoyvík fram um formansstarvið, gavst hon ikki at hava áhuga fyri fak­ felagsarbeiði, men tað bleiv bara upp á ein annan máta. Hon var alla tíðina miðvís og errin av sínum faki. Tá vit vóru á fundi saman, hevði Katrin ofta ein faldara frá BUPL við hondina fyri at vísa á, hvussu tey gera har. Katrin hevur verið við til at lyfta okkara fak upp á eitt virðiligt støði. Hon var til­vitað um týdningin av, at starvsfólkini høvdu góð kor, og meira enn so hendi tað, at hon stóð í andsøgn til ar­ beiðs­gevaran, tá gjaldast skuldi fyri betri viðurskifti á námsfrøðiliga økinum. Katrin brúkti felagið og var altíð áhugað í at luttaka í teimum tiltøkum, sum vóru. Hon var fastur fúsur á øllum aðalfundum, har hon luttók í tí fakliga partinum, men sanniliga eisini í tí sosiala. Tann, sum sat við liðina á Katrini, keddi seg ikki. Katrin var ein dugnalig menniskja, pedagogur og leiðari, sum dugdi at møta fólki, har tey vóru.Hon dugdi væl at finna uppá og var so sera kreativ í sínum arbeiði. Hon skipaði saman við øðrum fyri skeiðum, kjakfundum og lestrarferðum. Sigast má, at hon var ein undan­gongu­ kvinna . Tað er nógv, vit minnast Katrina fyri. Hon hevur, m.a. verið filmsleikstjóri, tá hon saman við Hera, manni sínum, gjørdi filmin “Sólar­ eygað”, sum vísir, hvussu gerandisdagurin í einum dagstovni kundi verða í 80´unum. Hesin filmur er brúktur til undirvísing og upp­lýsing , men er nú eisini partur av okkara søgu. Tá Pedagogfelagið fylti 25 ár, helt Katrin eina røðu. Hon stóð so vøkur á pallinum við turriklæði um høvdið, og henni klæddi tað sera væl. Hóast hon longu tá bardist móti herviligu sjúkuni, so megnaði hon at lyfta stem­ningin í teirri vakurt skrýddu veitsluhøllini. Við hesum í huga ringdi eg til Katrina og spurdi, um hon kundi siga nøkur orð á 30 ára fagnaðarveitsluni. Hon spurdi beinanvegin, hvussu langa tíð hon skuldi brúka, eg svaraði 10 min., og hon segði: ikki meira? “Tá vit fyltu 25 ár, fekk eg bara 5 min., og tað er alt ov lítið”. Eg segði við Katrina: “Tú fært ta tíðina, tú vilt hava,” og glað var hon. Minnini eru so fesk frá november í fjør, tá Katrin helt eina stutt­ liga og hjartanemandi røðu, tá reistu vit okkum øll og takkaðu henni. Hetta gjørdu vit uttan at vita av, at so stutt var eftir, til hon ikki var okkara millum longur. Við hávirðing takki eg vegna felagið, limir okkara og øll okkum, sum untist at kenna Katrina Petersen, fyri tað stóra arbeiði hon gjørdi fyri okkum og okkara fak. Tað er sorg og tómleiki, nú Katrin ikki er millum okkum longur. Okkara tankar eru hjá hennara nærmastu í hesu sváru tíð. Eingin ivi er um, at hon altíð fer at standa sum ein varði og ein skínandi sól í hjørtunum á okkum í Peda­ gogfelagnum. Við stórari virðing minn­ ast vit Katrina Petersen, okk­ ara fyrstu forkvinnu. Vegna Føroya Pedagogfelag Maud Wang Hansen, forkvinna 11. februar fingu Birita Baldvinsdóttir Eidesgaard og Jóannis Iversen, Tórshavn, tvíburðar, gentur. Onnur vigaði 2900 gr og var 50 cm long, og hin vigaði 3500 gr og var 54 cm long. 7. mars fingu Gudny Gudjonsson og Hans Jákup á Reynatrøð, Norðragøtu, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4550 gr. 7. mars fingu Gunhild Absalonsen & Dánjal Petur Nielsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm lon gog vigaði 3000 gr. 11. mars fingu Annié Holm og Laurits Hansen, Hoyvík, eina dóttur. Hon vigaði 4110 gr og 56 cm long. 14. mars fingu Tóri og Ingigerð Slættalíð, Tórshavn, ein son. Hon var 54 cm long og vigaði 3910 gr. Føðingar 4. februar fingu Brandur og Eva Maria eina lítla systur. Hon varð fødd á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hon var 55 cm og vigaði 4280 gr. Foreldur hennara eru Rúna Wenningsted Hansen, Skopun, og Bjarni Johansen, Vágur. Mánadagin 4. mars fingu Judith og Jørgin Thomsen, Skála, ein son. Hann var 58 cm langur og vigaði 4550 gr. Myndin er av stórusystur og stórabeiggja saman við lítla­beiggj­ anum. John Goodlad, sum í mong ár hevur starvast í het­lendska fiski­ídnaðinum, hev­ur skrivað bók um het­lendska toska­fiski­skapin við Føroyar. Í fyrilestrinum fer John Good­lad at við­gera sam­ bandið millum het­lendskar fiskimenn og føroyska sam­ felagið í tíðarskeiðinum 1850- 1909. John kann sigast at vera før­oyavinur burtur av. Hann kom higar sum blað­ ungur lesandi. Tá kom hann í samband við fiski­manna­ felagið. Hann gjørdist eisini leiðari í hetlendska fiski­ manna­felagnum, og var her samstarv í mong ár. John kemur eisini higar í samband við sína gransking av sambandinum millum Før­oyar og hetlendskar fiski­ menn. Tann, sum veit okkurt, er eisini vælkomin at siga frá ella at koma til fyrilesturin Fyrilesturin verður í Jónas Broncks gøtu 25, veghæddin, mánadagin 18. mars klokkan 15.00. Øll eru hjartaliga vælkom­ in. John Goodlad Forvitnisligur fyrilestur um hetlendskan fiskiskap undir Føroyum SunnudagSSkúlin í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00 Øll eru hjartaliga vælkomin! EbEnEzEr www.ebenezer.fo www.sosialurin.fo