fríggjadagur 15. mars 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 15. mars 2013 · Nr. 31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
TIL MINNIS
Karolina og Jens Poulsen
11.3.1916-20.4.2011 / 12.11.1915-14.9.2001
Nú skjótt eitt ár er liðið síðani
vit mistu teg góða mamma,
vilja vit á henda hátt siga tær
og pápa takk fyri allar tær
ríku løtur vit høvdu saman.
Mamma var fødd og upp
vaksin í Tjørnuvík, dóttur
Hans
Jákup
og
Jensinu
Davidsen, tey vóru 7 systkin,
4 systrar og 3 beiggjar, 2 syst
rar andaðust í bestu árum av
ringari sjúku. Hetta kom at
seta síni tristu spor í fram
tíðini hjá mammu. Hon hevði
Olgu mostur eftir, og vóru
tær ógvuliga nær knýttar, og
høvdu mangt gott telefon-
prátið saman.
Tjørnuvík var sum okkara
annað heim tá vit vóru børn,
har var eingin vegur millum
bygdirnar, men bert ein gøta
at ganga eftir, so tað var ikki
sørt vandamikið hjá børnum,
men vit høvdu ein abba sum
ofta kom við okkum , ella
ímóti okkum, so væl gekk.
Tær upplivingar vit har
høvdu saman við familju,
kenningum og vinum, eru
fastgrógvnar í minninum,
har var so hugnaligt og fjálgt,
sandurin var okkara spæli
pláss, men kundi eisini vera
vandamikil á vetrardegi tá
brimið dundi, ein stórsligin
uppliving vit altíð fara at
minnast.
Mamma giftist til Hós
víkar við pápa, sum var Jens
Poulsen , sonur Óla Jákup og
Olevinu Poulsen, pápi var
bóndi og tók við garðinum
eftir Poul í Toftum, sum
var abbabeiggi okkara, abbi
andaðist 52 ára gamal, pápi
var tá bert 12 ár, eisini misti
hann einasta bróður sum
gekk burtur við Nólsoynni,
bert 16 ára gamal, hetta var
við til at ímynda hansara
uppvøkstur og lívið framyvir,
pápi kom tí at vaksa upp
saman við sínum 5 systrum.
Pápi, sum andaðist í 2001,
var heimkærur burtur av,
hevði tað best heima hjá sær
sjálvum, vildi tó fegin koma
at vitja, men ikki ov leingi í
senn, hann var lítillátin og
spakligur, hevði ikki tørv
fyri matrialistiskum virðum,
men hevði ein stóran ment
unarligan áhuga, sum fáður
mundi kenna til.
At verða bóndi í Toftum í
Hósvík var hansara fedranna
arvur, og var hetta hansara
lívsstarv, hann røkti hetta við
lítlum og ongum hentleikum,
bæði summar og vetur. Fyri
okkum børn var hetta ein
sonn perla av upplivingum,
har hansara lutur ikki lá
eftir. Forfedrarnar gloymdi
hann ongantíð, teir vóru fyri
honum høgt í metum.
Vit vilja tí á henda hátt
minnast allar tær ríku løtur
í bøð og haga, tað fjálga
heimið har vit búðleikaðust,
so fjálgt og gott, har guðs
trúgvin var ein partur av
okkara uppaling, pápi var
ein trúfastur kirkjugangari,
og hetta kom eisini at seta
sín dám á sunnudagslívið
hjá okkum børnum, og hevur
givið okkum eina barlast í
lívinum, og sum vit virðis
meta við takksemi.
Tað var nógv at taka hond
um hjá mammu í einum
bóndahúsi. Eingir hentleikar
sum nú á døgum, so vit børn
vóru altíð við í arbeiðnum á
garðinum. Neytini skuldu
passast, mjólkast og am
bætast, tá heystið kom og
fjøllini vóru gingin, var ein
fragd hjá okkum børnum, tað
var ein sannur veitsludámur,
sum vit minnist tað. Men tað
var tungt arbeiði hjá teimum
vaksnu, og ikki minst flett
ingin, har var einki heitt vatn,
vemburnar vóru vaskaðar
í ánni, og við hvørt mátti
glerið fyrst brótast fyri at
koma til tað ísakalda vatnið,
tað var ikki so hugaligt, men
mamma gramdi seg ikki, hon
fekk hetta arbeiði stillisliga
frá hondini, vildi at alt skuldi
verða so ordiligt og reint
gingið frá, alt mátti fáast til
høldar, onki fór til spillis.
Tíðirnar vóru trongar,
men altíð hevði mamma
okkurt gott til okkum børn,
vit kravdu ikki so nógv, ein
drekkamunn og nýbakaða
kaku, so vóru vit nøgd. Tá
kvøldið kom og vit løgdust,
minnist vit løturnar við
sanginum “Nú dagurin at
enda er”.
Sum árini gingu fór heils
an hjá mammu tíverri at bila.
Tá so eisini beinini góðu eftir,
var tað neyðugt at mamma
fekk hjálp alt samdøgurið,
so tey seinnu árini var hon
á røktarheimi. Men altíð
var hon klár í høvdinum, og
visti mong tíðindi at tosa
um, mamma var sera røsk
at binda, á yngri árum bant
hon mangt plaggið, bæði til
børn og vaksin. Á ellisárum
hugsaði hon eisini um ommu-
og langommubørnini, og
hava tey fingið mangt eitt
hosuparið frá henni.
Tað var ein stór sorg fyri
mammu og okkum øll, tá vit
mistu Katrin, sum var okkara
yngsta systir, hon andaðist
fyri fýra árum síðani bert 52-
ára gomul. Vit minnast eisini
hana við virðing.
Nú jólini eru farin framvið
og eingi hosupør frá ommu,
fara tankarnir aftur til tykk
um bæði, og til tíðina sum so
skjótt fer framvið.
Góða mamma og pápi,
tykkara lívsskeið er endað,
saknurin er stórur, tungt er
at missa, men vit hava nógv
at verða takksom fyri, at vit
kundu hava tykkum millum
okkum so leingi, vit vita, at
tað er tann eina vegin tað
ber, tá aldurin byrjar at
tyngja, men vit vilja varveita
tey ríku minnið um tykkum
bæði, sum hava verið so nógv
fyri okkum og okkara.
Takk fyri lívið, tykkara
kærleika og umsorgan. Harr
ans frið og hvíld ynskja vit
tykkum báðum.
Børnini