fríggjadagur 15. mars 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. mars 2013 · Nr. 31
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í kjaki um dagarnar sig
ur løgmaður Kaj Leo Jo
hannesen, at “kommunu
skatturin nú er størri enn
landsskatturin, lægru inn
tøkurnar verða sera hart
skattaðar í kommunuskatt
inum, og ikki í landsskattin
um”, og leggur aftrat, at “tey,
sum forvinna 200 túsund +,
gjalda umleið 90% av øllum
landsskattinum, sum vit
fáa inn. So nú eiga komm
unurnar tørn at lætta meira
um hjá lágløntum.”
“Meira láglønt hava eftir,
størri er vælferðin hjá teim
um. Inntøkubýtið millum
land og kommunur er farið
heilt av sporinum, tað veit
eg sum fyrrverandi komm
unupolitikari í Havn”, sigur
løgmaður, sum leggur aftrat,
at “kommunurnar hava ikki
nógv at gjalda í mun til land
ið!”
Viðhvørt ivast ein í, hvørj
um landi løgmaður býr í.
Vanligt er at brúka lands
skattin at javna við. Men tað
virkar ikki soleiðis, at tað
almenna fyrst minkar íløg
urnar til vælferð, fyri síðan
at spæla bóltin yvir til komm
unurnar, sum skulu gera tað
sama. Ti so verður als ongin
vælferð. Sitandi samgonga
hevur heldur ikki lætt um
hjá lágløntum. Yvirhøvur ikki.
Samgongan hevur givið teim
um vælløntu 300 miljónir í
skattalætta í landsskattinum.
Og fyri at fíggja tað hevur
hon tikið allar framtíðar pen
siónsskattainntøkurnar frá
kommununum. Kommunur
nar fingu 40% av pensjóns
skattinum frammanundan,
nú fáa tær null.
Løgmaður tykist heldur
onki at hava lært av at vera
kommunalpolitikkari í Tórs
havn. Í øllum førum fylgir
hann ikki við í, hvat hendir í
hansara egna býi. Við seinast
samtyktu fíggjarlógini hjá
Tórshavnar kommunu hava
øll fingið eina beinleiðis lækk
ing í skattaprosentinum upp á
hálvt prosent og eina hækking
av barnafrádráttinum uppá
45%. Landið gav teimum væl
bjargaðu skattalætta, men
Tórshavnar kommuna hevur
givið øllum lægri skatt og
barnafamiljurnar hava fing
ið ein munandi størri bata.
Samstundis hevur kommun
an bæði hækkað systkinafrá
dráttin og lækkað dagstovna
gjaldið.
Lækkingin av skattinum
kemur øllum borgarum til
góða, meðan hækkingin í
barnafrádráttinum
kemur
teimum hart trongdu barna
familjunum til góða. Hetta
verður gjørt fyri at lætta
um gerandisdagin hjá støk
um uppihaldarum og barna
familjum.
Kanska kundi løgmaður
sagt borgarunum í høvuðs
staðnum, hvørjar tænastur
kommunurnar
skulu
av
taka, fyri at lækka skattin
enn meira, tí lágløntu barna
familjurnar í Havn stríðast
enn við avleiðingarnar av
skattaævintýri
landsstýri
sins, sum bara tænti teimum
vælløntu. Okkara rakstrarút
reiðslur í ár økjast við 7 mill.
kr. Tað svarar til eina hækking
á 1,3%. Men brúkaraprístalið
er frá 2. ársfjórðingi 2011 til
2. ársfjórðing í 2012 hækkað
úr 118,4 til 121. Hetta er ein
vøkstur á 2,2%. Hetta merkir,
at kostnaðarstøðið er hækkað
væl meira enn vøksturin í
rakstrarútreiðslunum.
Gløggi lesarin sær bein
anvegin, at flestu tænastur
kommunan veitir eru fyri
mynarligar fyri tey lágløntu
og barnafamiljurnar. So hvar
skulu vit skerja? Skulu vit
avtaka ókeypis Bussleiðina?
Skulu vit hækka dagstovna
gjøldini? Lækka systkina- og
barnafrádráttin aftur og av
taka góðar og bíligar vælferð
artænastur sum svimjing og
kvøldskúla? Hvørjar tænastur
skulu vit skerja, fyri at fáa ráð
til at lækka skattaprosentið?
Vit kundu eisini spurt løg
mann, um vit skulu stongja
Tilhaldið – eina útreiðslu,
sum landsstýrið yvir nátt
turkaði yvir á kommununa
– ella bókasøvnini, nú landið
rindar minni enn helmingin
av upphæddini, tað sambært
lóg eigur at gjalda?
Meðan landsstýrið lækkar
landskattin við at taka fram
tíðar inntøkur frá komm
ununum til at geva teimum
vælbjargaðu, so royna komm-
unurnar av øllum alvi at
halda tænastustøðið til allar
borgarar og dugna teimum
gjøgnum frádráttir og tær
skipanir, vit hava ávirkan
á. Landsstýrið hugsar ikki
um, hvussu vit skulu fíggja
okkara
vælferðartænastur,
tá landið tekur inntøkurnar
frá okkum uttan yvirhøvur at
samskifta við kommunurnar
um eina meira rættvísa loysn,
ístaðin fyri flatskattin til tey
vælløntu.
Kommunurnar
kundu
sloppið at varðveitt pensjóns
skatttin og opið og erligt gjørt
eina avtalu um t. d. at hækka
botnfrádráttin í kommunu
skattinum, tí tá hevði broyt
ingin havt røttu avleiðingar
nar fyri tey lágløntu eisini.
Løgmaður hevur gjøgnum skattareformin tikið pengar
frá kommununum at brúka til skattalætta hjá teimum
vælbjargaðu – og nú krevur hann, at kommunurnar
skulu lækka tænastustøðið fyri at spara, so tær fáa
ráð til at veita teimum lágløntu skattalætta.
Las á Portalinum nú ein dagin, at løgmaður Kaj Leo
Holm Johannesen vil hava, at kommunuskatturin
verður lækkaður. Landsskatturin er farin niður, og
tíðin er komin til kommunuskattin, sigur hann.
Onkuntíð plagar mann at taka til, at ringt er at blæsa
og hava mjøl í munninum. Men eg vóni, at tað er hetta
løgmaður hevur gjørt, og tískil hevur hann ikki hugsað
seg um, tá hann skrivaði hesa útsøgn á Facebook. Eg
rokni við, at tað eru nógv, sum ynskja at hava sum
mest eftir at liva fyri, tá lønin kemur í hús hvønn
mánað. At siga við sama munni, at vit skulu hava høga
vælferð í Føroyum og, at kommunurnar skulu seta
skattin niður, hongur ikki saman, tíverri.
Landið ætlar at leggja eldraøkið út til kommunurnar
at umsita, og nógvir kommunalpolitikarar halda,
at tað er eitt gott hugskot, men vísa á tað eigur at
verða rætt borið at, tá hetta verður gjørt. Men sum
eitt annað oraðfelli sigur: brent barn ræðist eld.
Royndirnar hjá føroyskum kommunalpolitikarum er
tann, at tá eitt økið verður lagt út, fylgir antin eingin
peningur við (barnagarðsøkið) ella ov lítil peningur
(barnaverndarøkið).
Inntøkubýtið millum land og kommunur er farið av
sporinum, sigur løgmaður. Ja, tað kann vera nakað
um tað, men hava landspolitikarar ikki ein stóran part
av ábyrgdini av hesum? Tá tað manglar peningur í
landskassanum, leggur mann avgjøld á vørur, og tá
tað manglar peningur í kommunukassanum til bæði
íløgur og eisini til tað lógarbundna, sum verður lagt út
til kommunurnar at umsita, ja so er ikki annað at gera
hjá einum býráði/bygdaráði enn at hækka skattin. Tað
er heilt einfalt inntøka, sum ein kommuna hevur, og
tað veit løgmaður eisini.
Eitt hvørt býráð/bygdaráð hevur ábyrgd at veita
sínum borgara ávísar tænastur, og tað veit løgmaður
eisini væl. Um tað er ein hugburður millum lands
politikarar, at kommunurnar brúka ov nógvan pening,
og ikki veita sínum borgarum nóg góða tænastu, ja
so hava landspolitikararnir møguleika at gera nakað
við hendan trupulleika. Landsstýrið hevur eftirlit
við øllum kommunum í Føroyum. Landsstýrið hevur
møguleika at stinga ein politikk út í kortið, har
landsstýrið vísir á, hvørjar skyldur mann ynskir, at
kommunurnar røkja.Hetta við einum samskifti við
kommunurnar.
Landsstýrið torir ikki at melda endaligt út og siga,
at nú verður eldraøkið lagt út, og at tær kommunur,
sum móttaka økið skulu hava eina ávísa stødd.
Landspolitikararnir leggja økið út til kommunurnar
at umsita, og vóna síðan, at kommunurnar sjálvar
finna saman í størri eindir. Nógvar royndir hesum
viðvíkjandi vísa, at tað hendir ikki í stóran mun.
Kommunalpolitikarar taka í nógvum førum við
teimum skyldum, sum eru álagdar frá landspolitiskari
síðu. Eitt er inntøkubýtið millum land og kommunur.
Eitt annað er ábyrgdarbýtið millum somu partar. Tað
gerst fløktar og fløktari fyri hvønn dag, og tað er ein
trupulleiki, sum landsstýrið kann loysa saman við
kommununum.
So harra løgmaður, saman hava vit ábyrgdina, sum
lands- og kommunalpolitikarar av at loysa bæði
tað skeiva inntøkubýtið millum land og kommunur,
men eisini ábyrgdarbýtið millum somu partar. So
tað er bara at finna arbeiðshandskarnar og tað góða
arbeiðslagið fram fólkinum at frama.
EYÐGERÐ
MØRKØRE
KRUSE
Lesandi
EYGA
MÁLIÐ
Lands- og kommunal
politikarar eiga
uppgávuna í felag
HEÐIN
MORTENSEN
borgarstjóri
kjak
kjak
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Hvørjum veruleika
livir løgmaður í?
Samgongan hevur givið teimum vælløntu
300 miljónir í skattalætta í landsskattinum.
Og fyri at fíggja tað hevur hon tikið allar
framtíðar pensiónsskattainntøkurnar frá
kommununum. Kommunurnar fingu 40% av
pensjónsskattinum frammanundan, nú fáa
tær null