fríggjadagur 15. mars 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 15. mars 2013 · Nr. 31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Síðani Jóannes Eidesgaard skrivaði
sína seinastu tíðargrein havi eg
hugsað rættiliga nógv um høvuðs
innihaldið í greinini hjá honum.
Eg haldi meg skilja boðskapin hjá
honum at vera tann, at vit í løtuni
hava eitt so høgrasinnað (at skilja
sum reaktionert) landsstýri, at
allar kreftir uttanfyri núverandi
samgongu mugu sameinast fyri
at syndra tað annars lógliga valda
stýri. Fyri at gera hetta møguligt
eiga serliga núverandi størru and
støðuflokkarnir, Tjóðveldi og Javn
aðarflokkurin, at taka seg saman í
ein fast samansjóðaðan blokk. Hes
in blokkur skal hava eitt endamál,
og tað er at fella verandi samgongu.
Síðani skal (rokni eg við) hesin
blokkur føra ein vinstrahallan
politikk, sum í hansara verð er frí
sinnaður ella antireaktionerur.
Tjakið um skipa sam
gongu áðrenn valið
Tað er eitt sindur ymiskt, sum
uppleggið hjá Eidesgaard er
móttikið. Politiskir svervektarar
sum Aksel Johannesen, Sjúrður
Skaale, Torbjørn Jacobsen og
Høgni Hoydal hava latið hoyrt
frá sær. Seinast nevndi tó ikki
serliga harðmælt. Tað sum tó
meira ella minni gongur aftur hjá
øllum er, at teir halda, at núver
andi landsstýrissamgonga førir
ein nógv øðrvísi politikk, enn
tann, hon fór til val uppá. Og so
verður lagt upp til, at tá flokkar
fara í samgongu aftaná eitt val,
kunnu teir ikki politiskt arbeiða
annarleiðis enn beinleiðis eftir
tí teir førdu fram áðrenn valið.
Hesar útsøgnir vísa eina stóra
misfatan av teirri politisku, demo
kratisku og parlamentarisku
skipanini, sum vit hava. Væl er
tað soleiðis, at í stórum parti av
politiska málspektrinum eru
allir ella flestu flokkar rættiliga
samdir, men á fleiri økjum hava
teir 7 flokkarnir eisini sjey ymisk
sjónarmið og ætlanir. Um ein
landsstýrismeiriluti við trimum
ella fleiri flokkum skal fáa øll síni
sjónarmið gjøgnumførd er hetta
parlamentariskt ómøguligt. Longu
her leypir ketan tí av á teoretiska
túrinum hjá andstøðusinnaðu
fyrrverandi og núverandi politikk
arunum.
Tað gongur aftur hjá fleiri
av teimum, sum úttala seg, at
politiska skipanin í Føroyum ikki
skal bíða til aftaná valið at takað
støðu til landsstýrisskipan, men
heldur kunngera fyri veljarunum
undan valinum, hvønn blokk
hvør flokkur hoyrir til, so veljarin
frammanundan veit, hvussuleiðis
komandi landsstýri verður skipað.
Hetta verður gjørt í (øllum) øðrum
londum verður sagt. Hetta er tó
ikki allur sannleikin. Fyrst er at
siga, at allastaðni verður altíð
fyrst bíða eftir valúrslitinum. Um
annar blokkurin (um teir bert eru
tveir) fær møguleikan at skipa
stjórn, velst eisini um tað kann
skipast ein meirilutastjórn, ella tað
skal vera ein minnilutastjórn við
stuðli frá øðrum flokkum.
Teir, sum halda “frammanund
an kunngerðina” vera meiri fólka
ræðisliga enn “aftanáskipanina”,
hava tó ikki altíð rætt. Vit kunnu
taka úrslitið av seinasta danska
fólkatingsvalinum sum dømi.
Her søgdu Sosialdemokratarnir,
Radikalu og Sosialistiski Fólka
flokkurin frammanundan, at teir
vóru ein blokkur. Teir fingu stuðul
frá Eindarlistanum til at skipa
eina minnilutastjórn. Hetta var
tað, teir høvdu lovað. Men tað, sum
síðani hendi, var, at øll tey lyfti um
ymisk politisk tiltøk, sum givin
vóru undan valinum, vórðu slept. Í
staðin verða tiltøk gjørd, sum nógv
meira eru í samsvar við politikkin
hjá hinum blokkinum, sum nú
situr í andstøðu. Hetta gevur
so mest víðgongda flokkinum á
vinstravonginum vind í seglini.
Nógvir viðmerkjarar og veljarar
halda tí, at ein politisk lumping er
farin fram. Men tað, sum hendir er
bert, at stjórnin hevur verið noydd
at síggja politiska og búskaparliga
veruleikan í eyguni.
Í Føroyum hinvegin varð bíðað
til aftaná seinasta løgtingsval
at skipa samgongu. Flokkarnir
greiddu undan valinum frá sínum
sjónarmiðum og fingu undirtøku
hareftir. Síðani varð farið undir
at skipa stjórn, og vit fingu
núverandi landsstýrissamgongu.
Stjórnarsamráðingarnar førdu til
eitt samgonguskjal, sum fyri tað
fyrsta samgonguflokkarnir, men
eisini,fyri ein part, allir flokkar
kundu taka undir við. Einstøk
mál, sum andstøðan ikki tekur
undir við, hava tó skapt stóran
røring. Her hugsi eg serliga um
broytingar í skattalóggávuni.
Serliga Fólkaflokkurin hevur
fingið ákoyringarnar, men tað
virkar í sjálvum sær mótsigandi, tí
júst hesin flokkur gjørdi framm
anundan valinum greitt, at hann
ynskti hesar broytingar. At hetta
so eisini er skilagóður borgarligur
politikkur ger, at tað er nátúrligt,
at hinir flokkarnir í samgonguni
eisini taka undir við hesum. Tað
er tí burturvið at halda, at sam
gonguflokkarnir føra ein annan
politikk enn tann, teir fóru til
val uppá. At okkurt smávegis,
sum til dømis prístalsviðgerðin
av blokkstuðlinum misprýðir
avtaluna, má so livast við. Men
ein av flokkunum hevði tó tað
sum eitt kardinalpunkt. Vónandi
broytist hetta eftir næsta val til
eina niðurlaging av blokkstuðli
num.
Vit mangla sjávræði
Annars er at siga, at allir føroysku
flokkarnir eru merktir av, at vit
framvegis ikki hava fult sjálvræði.
Hetta handikappar allar flokkar
í teirra arbeiði fyri at føra reinan
politikk. Sambandsflokkurin
til dømis er so heftur av sínum
sambandspolitikki, at tað flýtur
eitt sindur hjá honum á øðrum
økjum. Hinvegin er Tjóðveldi so
bundi av loysingarsjónarmiðinum,
at teir eisini kunnu fløkjast
eitt sindur, tá um vanligan
samfelagspolitikk ræður.Um vit
taka Fólkaflokkin og Javnaðar
flokkin, so hava teir við hvørt
lyndi til, at ganga so høgt uppí
síni samfelagsligu sjónarmið,
at sjálvræðishugsjónin kann
kámast. Tí meti eg, at fyri at fáa
eitt meira framkomið politiskt
umhvørvi í Føroyum er neyðugt
at avgreiða fullveldismálið. Hetta
má gerast sum skjótast, og ein
møguleiki fyri hesum er so at
taka stjórnarskipanarmálið til
viðgerðar og loysa tað til fulnar.
Við dreyminum hjá løgmanni um
ríkjasamband má hetta kunna lata
seg gera.
Um hetta verður gjørt síggi eg
fyri mær, at vit um eini 10-20 ár
hava tveir høvuðsflokkar í Før
oyum. Tað verða Fólkaflokkurin,
borgarligur mið-høgra flokkur, og
Javnaðarflokkurin, sosialistiskur
mið-vinstraflokkur. Borgarligi
flokkurin fer at umfata núver
andi Fólkaflokkin, stóran part av
Sambandsflokkinum, nakað av
Tjóðveldinum og meginpartin av
Sjálvstýrisflokkinum og Framsókn.
Sosialistiski flokkurin fer at umfata
Javnaðarflokkin, týðandi part av
Tjóðveldinum og minni partar av
hinum flokkunum. Miðflokkurin
fer kanska at hava ein møguleika
sum ein minni flokkur. Til ta tíð
kann tað kanska verða, at vit fáa
eina politiska støðu, sum líkist teirri
í Bretlandi, at tveir flokkar skiftast
um einsamallir at hava meiriluta.
Tá kann kanska talan verða um eitt
slag av blokkpolitikki.
Men so leingi sum vit hava
núverandi støðu við eini 6-7
flokkum mugu vit finna okkum
í samgongum, har í minsta lagi
tveir, men helst 3 ella 4 flokkar
eru við. Hesar samgongur gera
semjur – ella helst neyðsemjur –
har hvør luttakandi flokkur fær
nakað av sínum hjartamálum
og letur nakað. Hetta kenna vit
eisini aftur frá fleiri av okkara
grannalondum. Tað kemur eisini
ofta fyri í okkara grannalondum,
at stjórnarsamgongur ikki verða
skipaðar fyrrenn aftaná val
úrslitini eru kend. Tað er tí einki
fólkaræðisligt skeivt við hesum,
sum t.d. Sjúrður Skaale vil vera
við. Teir flokkar og politikkarar,
sum verða valdir hava ábyrgd tað
komandi valskeiðið at umsita sítt
mandat eftir besta førimuni og so
samvitskufult sum møguligt. Eru
veljarnir ikki nøgdir, tá valskeiðið
er lokið, hava teir møguleikan at
atkvøða øðrvísi næstu ferð.
Hvørjar samgongur
hava vit havt
Hóast vit í Føroyum hava bæði
vinstravendar og høgravendar
flokkar (í ein vissan mun) og sjálv
stýriskendar og sambandskendar
flokkar, so hava vit síðani heima
stýrisskipanin fekk gildi í 1948
havt eitt ótal av ymiskum flokkum
í ymiskum samgongum. Eg havi
so nøkulunda gjørt upp, hvussu
langa tíð teir ymisku flokkarnir
hava havt stjórnarábyrgd hesi 65
árini. Yvirlitið sær soleiðis út:
Sí talvu omanfyri.
Viðmerkjast skal, at listi F umfatar
bæði Framburðsflokkin, Fram
burðs- og Fiskivinnuflokkin og
Kristiliga Fólkaflokkin.
Politiska skipanin,
ábyrgd og ætlanir
Føroysku flokkarnir eru merktir av, at vit framvegis
ikki hava fult sjálvræði, og hetta handikappar allar
flokkar í teirra arbeiði fyri at føra reinan politikk.
tíðargrein
Jógvan Sundstein
fyrrverandi løgmaður og
løgtingsformaður fyri Fólkaflokkin
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
A. Fólkaflokkurin
507 mánaðir
ca. 42 ár
ca. 65 %
B. Sambandsflokkurin 482 mánaðir
ca. 40 ár
ca. 62 %
C. Javnaðarflokkurin
504 mánaðir
ca. 42 ár
ca. 65 %
D. Sjálvstýrisflokkurin
470 mánaðir
ca. 39 ár
ca. 60 %
E. Tjóðveldi
288 mánaðir
ca. 24 ár
ca. 37 %
F. Framburðsflokkurin 101 mánaðir
ca. 8 ár
ca. 13 %
H. Miðflokkurin
43 mánaðir
ca. 3,5 ár
ca. 5 %
V. Verkamannafylg.
44 mánaðir
ca. 3,5 ár
ca. 5 %
Framhald á næstu síðu