Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mars 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. mars 2013 · Nr. 31 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Av omanfyristandandi sæst, at allir flokkar í onkrum tíðarskeiði hava verið í samgongu við øllum hinum. So mangan mátti støðutakanirnar mýkjast. Í tjakinum seinastu tíðina hevur eisini millum annað verið ført fram, at flokkar eiga at siga frá frammanundan, at teir als ikki vilja í samgongu við onkran annan flokk. Hetta samsvarar illa við tað, sum víst er á frammanfyri, har allir flokkar hava stjórnað saman við øllum hinum. Serliga hevur verið lagt til merkis, at Aksel Johannesen, formaður Javnaðarflokksins, hevur harðliga sagt frá, at so leingi hann er for­ maður, fer Javnaðarflokkurin ikki í samgongu við Fólkaflokkin. Eg havi áður havt hetta frammi, men má endurtaka, at slík útsøgn er eitt armóðstekin, og sigur meira um tann, ið talar, enn tann, ið talað verður um. Útsøgnin ber boð um, at viðkomandi ikki hevur álit á egin evnir. Ann­ars er at siga, at hesir báðir flokkar, Javnaðarflokkurin og Fólka­flokk­ urin, hava verið í samgongu saman í tilsamans meira enn 12 ár, og mangt fruktagott kom hóast alt burtur úr. Men Javnaðarflokkurin hevði eisini annan formann tá. Her kemur so eitt annað perspektiv inn í myndina, og tað er, at flokkarnir hóast alt eru mannaðir av menniskjum, sum hvør sær hava sínar dygdir og lýti. Niðurstøða Fyri at taka saman um má tí sigast, at enn í hvussu er, verða føroysku flokkarnir noyddir at arbeiða saman. Gerið tykkum ómak við at nágreina tykkara sjónarmið og ætlanir, royni at fáa sum mest av tykkara hug­ sjónum førdar út í lívið, bæði í samgongusamráðingum og í tí politiska gerandisarbeiðinum í hvørjum valskeiði. Takið ábyrgd av tykkara avgerðum og hugsi fyrst og fremst um tað, sum er best fyri samfelagið sum heild. Øll vilja ikki vera við til alt, men eingin eigur at verða settur uttanfyri bert av illvilja. tíðargrein Framhald av síðu 17 kjak Blaðmaðurin á Dimma­ lætt­ing, Heini Gaard, ber á græk­arismessu tey tíðindi, at eg undir 1. viðgerð av upp­ skotinum um eina før­oyska stjórn­arskipan á ting­sins røðarapalli kom til ta niður­ støðu, at danska grundlógin ikki var galdandi í Føroyum. Hetta er ikki rætt. Tey, sum vóru í løgtingssalinum, fataðu neyvan heldur mína røðu á sama hátt sum blaðmaðurin. Høvdu tey tað, so hevði røð­ an uttan iva elvt til mikið kjak. Tað gjørdi hon á ongan hátt. Um blaðmaðurin hevur miskilt mín boðskap, havi eg møguliga ikki verið nóg greiður. Tí henda rættleiðing. Javnaðarflokkurin hevur havt og hevur framvegis ta fatan, at ein føroysk stjórn­ ar­skipan skal virða gald­andi stjórnarrættarligu sátt­mál­ ar og avtalur annars, m.a. donsku grundlógina. Stjórn­ ar­skipanin skal altso virða ríkisfelagsskapin. Blaðmaðurin á Dimma­ lætt­ing kemur helst til sína tulking grundað á hesi orð frá mær (leysliga endurgivið): ”Ríkisfelagsskapurin er, sum er, ein politisk skipan. Tørv­ur, ynski og gott for­ stá­ilsi hava loyvt okkum at víðka okkara heimildir út um tey mørk, sum danska grund­ lógin setir. Tað er ikki sam­ svar millum tað formella í grund­lóg­ini og reellu støðuna hjá Før­oyum. Tí tað er nokk ong­in ivi um, at vit í dag, fyri ein stóran part, eru uttanfyri donsku grundlógina. Hon heim­ilar formelt hvørki okk­ ara lóggávuvaldi, okkara skatta­skip­an, okkara sam­ráð­ ing­um við onnur lond, yvir­tøk­ una av undir­grund­ini o.s.fr. Tveir serkønir í statsrætti – Frederik Harhoff og Ole Spier­ mann – hava greitt ávíst, at reella støða Føroya er uttanfyri formellu grundlógina. Grund­ lógin virkar væl, har hon virk­ar, og hon tryggjar før­ oyingum rættindi, men tað er ikki hon, sum regulerar ríkis­ felagsskapin. Hon (grund­ lógin) sigur ikki eitt orð um ríkisfelagsskapin.” Blaðmaðurin á Dimma­ lætt­ing tulkar hetta eftir øllum at døma soleiðis, at mín niðurstøða er, at danska grund­lógin ikki er galdandi í Før­oyum. Henda tulking er skeiv. At siga, at danska grund­ lógin ikki hevur gildi í Før­ oy­um, er ein absurdur pá­ standur. Hon kann jú brúkast í rættinum. Fólk kunnu verða dømd sambært grundlógini. Fleiri enn 30.000 føroyingar velja 4. hvørt ár tvey umboð í danska Fólkatingið - sam­ bært donsku grundlógini. So sjálvandi hevur hon gildi. Pragmatisma ræður Tað, sum eg vísti á, var, at ríkisfelagsskapurin og broyt- ingarnar, sum eru framdar í honum, síðani vit fingu heimastýrislógina, í lítlan mun byggja á løgfrøði, men held­ur á politikk. Í staðin fyri at lata løg­ frøðina ráða og vera ein forð­ ing fyri framstigum, so hava skiftandi stjórnir og lands­ stýri latið politiskt forstáilsi, politiska vælvild og politiska pragmatismu ment føroyska samfelagið og víðkað okkara heimildir, so hvørt tørvur hevur verið á hesum. At danska grundlógin er galdandi í Føroyum, hev­ur Javnaðarflokkurin ongan­tíð sett spurnartekin við og ger tað framvegis ikki. Javn­aðar­ flokkurin hevur samstundis ongantíð góðtikið, at danska grundlógin skal forða fyri, at føroyska samfelagið skal mennast, og at heimildirnar verða víðkaðar. At vit fingu heimastýris­ skipanina – og harvið lóg­gávu­ vald – hildu mong ikki bera til, tí tað var brot á grundlógina. Tað var tað kanska eisini, sæð úr einum betongjuridiskum sjónarhorni. Grundlógin loyv­ ir jú bara einum parla­menti, men tað góðtók Javn­aðar- flokk­urin ikki. Tá Danmark fór inn í EF, hildu mong tað vera grund­ lógarbrot, um Før­oy­ar ikki fylgdu við, tí sam­bært grund­ lógini kann danska ríkið bara hava ein uttan­ríkispolitikk. Tað góðtók Javnaðarflokkurin ikki. Tað snúði seg ikki um, hvat grundlógin segði – tað snúði seg um, hvønn tørv før­ oyska samfelagið hevði. Sama er at siga um yvir­ tøkuna av undirgrundini og yvirtøkuna av t.d. kirkjuni: Javn­aðarflokkurin góðtekur ikki, at danska grundlógin forð­ar menningini av før­ oyska samfelagnum. Ikki svart ella hvítt Samstundis sum vit ásanna, at grundlógin er gald­andi, ásanna vit eisini, at tað als ikki bara er danska grund­ lógin, sum regulerar før­oyska samfelagið. Í donsku grund­ lógini stendur t.d. nágreini­ liga um politisku skipan Dan­markar – men einki um okk­ara politisku skipan. Danska grundlógin sigur heldur einki um ríkis­felags­ skapin. Tí er tað ikki svart ella hvítt. Tað er ikki antin–ella. Danska grundlógin er gald­ andi, men hon er ikki ein forð­ ing fyri at tillaga ríkis­felags­ skapin til tann tørv, føroyska sam­felagið hevur. Vit vilja, at føroyska sam­ felagið skal mennast sambært tí tørvi, vit hava, og tað hevur borið sera væl til, síðani heima­stýrisskipanin kom. Júst tí at ríkisfelagsskapurin ikki hevur bygt á strangar grund­lógartulkingar, men tí at politisk pragmatisma hev­ ur valdað. Samanumtikið: Grund­ lóg­in er galdandi, men ikki alvaldandi. Tað hev­ur altíð verið hugsan Javn­aðar­flok­ sins, og tað er tað fram­vegis. Vónandi eru øll ivamál við hesum ruddað av vegnum. Sanniliga er danska grundlógin galdandi í Føroyum. Annað er absurd at siga. Hon er tó ikki alvaldandi, og hon skal ikki avmarka møguleikarnar hjá føroyska samfelagnum at mennast sambært egnum tørvi. Aksel V. Johannesen formaður Javnaðarfloksins Danska grundlógin galdandi – men ikki alvaldandi Ein hálv milliard í Norðoyggum! Jákup Símun Simonsen Fyrrverandi býráðslimur í Tórshavnar kommunu Tað tykist løgið? Ein tunnil til Viðareiðis, sum ikki er brúk fyri!! Nakrir steinar oman úr fjøllum, sum alla aðrastaðni koma oman. Hvat bagir? Tað raplar eisini steinar oman úr Sundslíð, har 12.000 bilar koyra um dagin! Landsverk gav eina smid­liga loysn av Viðareiðis­ vegnum fyri tryggjan av vegnum: fyri 10 – 15 mió við breiðkan av vegnum – trygt og gott!! 160 milliónir, sum út­loys­ ir aðrar 300 milliónir fyri at fremja tunnil Norður í Sund? Og hvat siga hval­bing­ ar? Hvar bleiv Ytri ringvegi í høvuðstaði Føroya av? Tunnil Norður í Sund átti at verði tann fyrri, soleiðis at tryggleiki er teimum ferð­andi um Norður Fjall. Merkiligt og løgið, at so skjótt gongur við eini fíggjar­nevndarsamtykt, meðan ungdómur Føroya bløðir eftir hugsjón og virkis­føri til at sleppa fram­ at; so situr ein ávís tingseta – við løgmanni á odda - og vil ongun nakað gott her í Suðurstreymoy! Tað kann tó ikki rokn­ ast við nøkrum, tá allar politiskar avgerðir verða tiknar í Norðoya “korri­dor­ un­um”! Nú má fólk Føroya land vakna og ikki lata sær lynda, at 200 miliónir, sum við­føra aðrar 300 milliónir fara til mestsum til onga nyttu! Føroya land hevur brúk fyri betri fólkum at fyri­ sita, enn bert at sæta sær sjálvum og sínum! Tað kann tó ikki rokn­ ast við nøkrum, tá allar politiskar avgerðir verða tiknar í Norðoya »korri­dor­un­um«!