Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mars 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. mars 2013 · Nr. 31 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 1. partur Óli Jacobsen Vit fara nú í nøkrum Miðvikum at hava frásøgn frá Torleif Bech í Porkeri. Hann er føddur í 1930, og hann er ein av teimum, sum minnist so ótrúliga væl til. Eisini dugur hann væl at siga frá, bæði frá søgu í Porkeri og frá sínum egna lívi. Tað er slíkt, sum er so nógv vert at fáa varðveitt. Ymsar metingar eru um, hvussu gomul Porkeri er, men roknast kann við, at hon er millum elstu bygd­ir í Føroyum, tí fyrstu ferð navn­ið Porkeri kemur fyri, er í Hunda­brævinum umleið 1350, har nevnt verður, at í Porkeri skal vera ein seyða­hundur. Hvør upprunin til navnið Porkeri er, eru ymsar sagnir um. Tann mest kenda man vera tann, at tá fyrsti maður, ið bú­settist í Porkeri, fór at velta jørðina, kom hann fram á purkur í moldini. Søgnin sigur, at Hovgrímur høvdingi í Hovi skuldi hava havt svínagerði her á staðnum, og at tað vóru purkur av hesum svínum, ið fyrsti niðursetumaðurin fann. Tí gav hann plássinum navnið Purkur­ gerði, ið seinni er blivið til Porkeri. Í nýggjari tíð er Porkeri kend sum ein sjóvinnubygd. Har hava ver­ið nógvir kendir skiparar, og por­ keningar hava altíð verið dúgligir út­róðrarmenn. Fleiri skip hava eisini hoyrt heima í Porkeri og eiga tey sín part av skipasøguni. Um vit bert taka tey, sum vóru undan 1940, kunnu nevn­ast Vigilant, Isabella Innes, Port Jackson, Jane & William, Fa­ mili­es Pride og Standard. Fleiri av hesum skipum hava ver­ið umrødd fyrr í hesi røð í sam­ bandi við frásagnum hjá Andreas Djurhuus, Diurin, sum gjørdist 101 ár. Eisini greiðir Hilmar, beiggi Tor­ leif, frá hesum skipum í Føroya Sigl­ ingarsøgu, bind 5. Miðvikan hevur eisini havt eina longri røð um Kristian Djurhuus, fyrr­verandi løgmann. Mamma hans­ara, Elin, var úr Porkeri, og var hon ein merkiskvinna. Hetta er so eisini partur av søguni hjá Porkeri. Torleif er giftur við Jolinu, sum er ættað frá bygdini, Innan Glyvur, millum Strendur og Skála. Tey eiga fýra børn.Hon gjørdist foreldraleys longu sum 12 ára gomul. Jolina var bara 6 ára gomul, tá ið mamman doyði. Tá fór hon til pápabeiggjan, Stranda Petur, í Fuglafirði at vera. Hann var pápi tann kenda læraran Herluf Berthelsen. Men henni longd­ist so illa heim aftur, at eina ferð pápin kom at ferðast, fór hon heim aftur við honum. Men í 1941 misti hon pápan, Marius Frederik, við Guiding Star. Hann gjørdist bert 43 ár. Teir fóru við sjey monnum til Íslands at keypa fisk, og einki frættist aftur frá teimum. Ein kendur pápabeiggi var Hans Jacob, vanliga kallaður Grani. Hann var ikki sum onnur fólk, heldur ikki var hann nakar innløgumaður. Men hann dugdi væl at taka til. Ein søga er um, at hann einaferð bað Kjølbro um at leska seg. Kjølbro svaraði: “Hví skal eg tað? Vit eru báðir føddir á sama hátt við tveimum hondum, so vit hava havt somu møguleikar at klára okkum.” Ja”, svaraði Grani “og vit fara báðir av verðini á sama hátt!” Tað skal vera løgið um Kjølbro kort­ini ikki gav honum nøkur oyru! Hans Jacob var ofta á vitjan í Por­ keri. Jolina fór heilt ung at tæna hjá Liffu Gregoriussen, kend sum eitt konubrot á mongum økjum. Har var gott at vera. Ein sonur var Palli, sum júst í hesum døgum er kendur frá sínum áhugaverdu frásagnum í útvarpinum. Jolina sigur, at Palli var fittur! Tað vóru brøð­urnir eis­ ini. Systrarnar av Strondum giftust við tveimum beiggjum í Porkeri Torleif greiðir framhaldandi frá: Mamma mín, Johanna f. 1891, kom av Dul á Strondum. Undan henni var ein onnur systir, Malena f. 1879, komin til Suðuroyar. Hana kall­aðu vit gumman. Hon kom suð­ ur á Tvøroyri at arbeiða fisk, sum tað var so vanligt hjá gentum tá í tíð­ini. Tað vóru eisini nógvar av hes­um gentum, sum giftust í Suð­ ur­oy. Hjá Malenu var tað soleiðis, at tá sesongin at vaska fisk var liðug, hevði hon framvegis áhuga fyri eini inntøku. Hesum hevði hon ikki teir stóru møguleikarnar fyri á Strondum, so hon avgjørdi ikki at fara norður aftur. Hon kom so at arbeiða á Gjørðargarði her í Porkeri. Hesin garður var kendur fyri at vera væl rikin og at hava gott fólk. Her fann hon sær mann, Zaka­ rias Bech f. 1874. Hann var ein trúgvur kirkjumaður. Hann byrjaði at lesa lestur í kirkjuni 14 ára gamal, og hann las í 54 ár út í eitt. Hann hevur sjálvsagt ikki ver­ ið fastur deknur frá byrjan av í so ungum aldri. Hvussu hann bleiv tað, hevur nakað við søguna hjá Brøðra­samkomuna, sum kom til Porkeris í undanfarnu øld og longu í 1907 fekk ein fundarsal, Bethania. Tá hendi tað, at hann sum plagdi at lesa lestur í kirkjuni, fór yvir til Brøðra­sam­komuna. Tá var eing­ in kirkjugongd nakrar vikur, tí eing­in var at lesa. Klagað varð til próstin, og prestur var biðin um at finna ein fastan dekn. Tá gjørd­ist Zacharias fastur deknur. Í 1910 var kirkuverjin eisini farin til brøð­ur­ nar, og tá gjørdist Zacharias eisini kirkju­verji. Tað var ikki fyrr enn í 1933, at missi­ónshús kom í Porkeri. Jo­ hann­es Bæk var umvendur nakað framm­an­undan, og hann var ógvu­ liga virk­in í missións­húsinum, og her var eisini stór veking um hesa tíðina. Zacharias var pápi Johannes Bech, sum gjørdist kendur trú­ boð­ari. Ein beiggi var Sofus Bech, ein koyrari á sjónum, sum komið verð­ur aftur til. Beiggin Zakaris Bech búði í Havn og var kendur sum snikkari, og ein beiggi var Palli, sum búði í Porkeri. Hann var pápi tann kenda sambandsmannin Zaka­rias Bech. Johannes skifti frá Bech til Bæk, tá ið hann var niðri undir krígnum. Navnið Bech minti ov nógv um týskt, sum ikki var so væl dámt tá í tíðini. Malena varð verandi her í Por­ keri. Tá lá ikki so væl fyri at ferðast, so tað gingu nógv ár, til hon var onkran túr norðanfyri aftur. Systirin kemur eisini suður Malena og Zakarias fingu nógv børn, so har var nógv um at vera. Mamma mín, Johanna Maria Sofía, kom so suður 13 ára gomul at hjálpa Malenu við húsarhaldinum. Hetta hevur verið um 1904. Dótt­ir Malenu, Anna Elisabet, var fødd í 1903, so tað hevur vist verið í hes­um sambandi, at brúk var fyri systr­ini. Annars fekk eg eisini eina systir mín við sama navnið í 1913. Tær vóru uppkallaðar eftir ommu okk­ara av Sandi, sum æt Anna Elisa­beth. Mamma bleiv eisini verandi í Suðuroy. Hon giftist 21 ára gomul við tí javngamla Jákup Mikael Bech, sum var beiggi Zakarias, so her var dupult gifta. Pápi bleiv kallaður Jákup í Hóli. Beiggin kallaði “horvnu” systrarnar upp At lata sínar døtur fara av Strondum at búseta seg í Suðuroy var nærum sum at lata tær fara av verðini. Tá ið beiggin Jógvan á Dul og Agnas fingu eina dóttir í 1910 bleiv hon uppkallað Johanna Malena eftir hesum systrunum, sum tey ikki væntaðu at síggja aftur. Hon giftist seinni við Hans Sundstein. Beiggjar hennara eru teir, sum kallaðust á Dul. Ì dag er eingin trupulleiki og tað er sera gott samband millum okkum og ættina norðanfyri. Mamma kom nærum heldur ikki norður um fjørðin aftur. Hon var kortini á hvíldarheiminum síðst í 1940-unum. Eisini var hon einaferð á Strondum og vitjaði ættarfólk. Men tá ið eg var 4-5 ára gamal - í 1935 - var hon við mær á barakkini, sum var ein partur av Dronning Alexandrines Hospitali. Eg var so ringur av astma og skuldi fáa onkra viðgerð, og hon kundi bara ger­ast har. Systir mín, Hjørdis, var eisini á barakkini tá. Hetta var ein troyst miðvikan Torleif Bech: Ættin no ikki at síggja døturnar Johanna og Malena Jensen av Strondum giftust til Porkeris fyri meira enn 100 árum síðani. Hetta var sum at fara til ein annan heim, og ættin væntaðu ikki at síggja tær aftur. Tí blivu tær uppkallaðar norðanfyri Torleif og Jolina Johanna, mamma Torleif