fríggjadagur 15. mars 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 15. mars 2013 · Nr. 31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
rðanfyri væntaði
í Suðuroy aftur
miðvikan
fyri meg, tí mær longdist sum rími
ligt er illa. Har var eisini ein genta,
Kamma, sum somuleiðis var úr
Porkeri, hon var eitt ár eldri enn eg.
Eg var so mikið sjúkur, at eg slapp
ikki út. Kamma stóð uttanfyri vind
eygað og græt og eg innanfyri, so
tað var ikki so hugaligt.
Malena var eisini onkuntíð
norðanfyri. Hon var sum ein maður
á tann hátt, at hon ræddist ikki at
fara á sjógv, um veðrið ikki var tað
besta á sjónum. Hon hevði eisini
onnur evni. Hvar enn hon kom,
varð hon sett sum leiðari. Hon var
undangongufólk, hvar hon var,
um tað var heima í Hólinum ella á
fiskaplássinum.
Mamma hinvegin hon var so
lítillátin, so tær vóru sera ymiskar.
Pápi og pápabeiggi vóru eisini ym
iskir. Hjá pápa skuldu alt ganga
skjótt, men Zacharias tók tað
meira hógliga. Men fram kemur
eisini tann, sum hógliga fer!
Bæði hesi pørini hava verið sera
ymisk, men væl riggaði kortini, og
tað var altíð sera væl millum húsini.
Pápi var djarvur
Sum fiskimaður skuldi pápi kunna
arbeiða bæði ovarlaga og niðarlaga
soleiðis sum umstøðurnar vóru.
Tað hendi seg ofta, at okkurt gekk
fyri uppi í mastrunum. Hann for
taldi ikki nógv, men eina ferð for
taldi hann, at hann hevði verið
uppi á toppseglinum á einum skipi,
Britannia, av Tvøroyri. Hon var
annars søkt á bankanum í 1917.
Fallið, línan, til toppseglið var
blivið óklárt, og teir høvdu ikki
fingið seglið niður.
Pápi fór so upp eftir toppstongini.
Har var ein skiva, sum fallið til
toppseglið gekk í gjøgnum, og sum
skuldi greiðast. Tað einu ferðina fall
skipið so mikið á liðuna, at hann
hekk í leysari luft yvir havinum.
Hetta var sjálvsagt vandafult. Men
hetta mátti bara vera so, og onkur
mátti gera slíkt.
Mamma og pápi giftust í 1912.
Tey giftust inn har vesturi í Hólin
um hjá pápabeiggja mínum, Zakaris.
Húsini vóru lítil. Men væl riggaði.
Eg tori at siga at tað hava neyvan
verið tveir brøður sum hava dugað
betur at vera samdir og at duga væl
saman. Eg minnist teir ikki hava
munnhøgst um nakað slag.
Pápabeiggin doyði
við Langanes
Ein pápabeiggi, Niels Johannes,
doyði so syndarliga 21. august 1894.
Hann var við Marshall, sum tá
hoyrdi til Tvøroyri. Kvívíks Jógvan,
sum búði í Vági, var skipari. Teir
fiskaðu við Langanes í Íslandi. Tá
var tað vanliga at fiska við bátum
frá skipinum. Teir vóru tveir bátar,
sum fiskaðu, og teir vóru farnir frá
borði.
Tá blivu líkindi soleiðis, at tað
var ikki ráðiligt at taka bátarnir
inn. Skiparin óttaðist fyri, at teir
kundu brotna, um teir komu at
borði, og tað mátti ikki henda. Kom
nakað uppá bátarnar, kundu teir
ikki fiska.
Jógvan sigldi so við skipinum
suður
um
Langanes.
Bátarnir
skuldu so koma aftaná teimum.
Tá ið tann seinni báturin er komin
áraka Nesið, síggja teir frá skipinum,
at hann knappliga hvølvist, og teir
síggja ein mann sjónum.
Marshall fer at sigla móti bátin
um, men streymur og vindur vóru
so ólagalig, at teir funnu hvørki
bát ella nakran mann. Zacharias
pápabeiggi var við Marshall sum
kokkur, so hann var umborð og
upplivdi at missa beiggjan. Tað
hevur verið hart.
Beiggin gjørdist 19 ára gamal.
Tríggir aðrir fórust eisini. Teir vóru
Jaspur Hovgaard í Trongisvági, Jo
han Jacobsen í Sodnhúsinum á
Tvøroyri og Dánjal Jákup Muller í
Porkeri.
Johannes Bæk var uppkallaður
eftir pápabeiggjanum. Tað bleiv eis
ini ein beiggi mín, men hann doyði
tvey ára gamal.
Kvívíks Jógvan avsannaði seinni
í Føringatíðindi, at hann hevði latið
bátarnar roynt í ólíkindum, men við
ringum streymviðurskiftum kundi
alt henda, tá ið eingin motorur var.
Pápi átti tríggjar systrar. Tann
yngsta var Gretha og hon giftist
við Søren Nygaard.
Sunneva giftist við Dánjal Jakku
Muller. Tey fingu Sakan, sum bygdi
tann kenda handilin hjá Zakaris
Muller. Hann átti eisini skip til síni
ellisár. Hann var somuleiðis virk
in í missiónsarbeiði og var millum
annað nevndarlimur í sjómans
heiminum í Havn.
Tann triðja systirin giftist heim
á Sand. Hon kallaðist Fridrikka
eftir ommuni har. Hon giftist við
Demmus Nicodemussen. Umframt
tær var tað Sofía. Hon gjørdist bert
48 ára gomul.
Mamma Torleif, Johanna, kom saman við systrini til Suðuroyar av Strondum.
Porkeri í 1907
Mynd av fiskagentum í Suðuroy. Johanna er nr. 10 vinstrumegin frá
Komandi partur
Í komandi parti greiðir Torleif
millum annað frá sjólívinum hjá
pápanum, og hvussu mamman
kom til lívs eftir at hildið var, at
hon var deyð.