Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mars 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 15. mars 2013 · Nr. 31 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Digitalur marknaðarførari Við hesum starvinum fært tú ábyrgdina av at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál á alnótini. Starvið umfatar bæði ábyrgd av heimasíðuni www.visitfaroeislands.com og at marknaðarføra Føroyar proaktivt í teimum digitalu miðlunum, íroknað sosialum miðlum. Høvuðsuppgávan verður at skapa innihald/content til teir digitalu miðlarnar og setur hetta krøv til, at rætti persónurin hevur samskiftisførleikar á sera høgum støði. Marknaðarførari til vinnuferðavinnu Í sambandi við at Visit Faroe Islands uppraðfestir marknaðarføringina av Føroyum innan vinnuferðavinnu, tann sokallaða MICE-málbólkin (Meetings, Incentives, Conferences and Events) við høvuðsdenti á ráðstevnur, søkja vit nú eftir einum verkætlanarleiðara til at skipa og seta hetta arbeiði í verk. Arbeiðið skal gerast í tøttum samstarvi við vinnuna. Vilt tú marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland? Í sambandi við at Visit Faroe Islands (Ferðaráð Føroya) er endurstovnað og hevur gjørt eina framtíðar strategi fyri Føroyar sum ferðafólkaland, søkja vit nú eftir tveimum framsøknum starvsfólkum innan sølu og marknaðarføring. Hesi bæði skulu vera við til at skapa vøkstur í vinnuni, soleiðis at vit náa málinum at tvífalda ferðavinnuna fram til 2020. Ert tú áhugað/ur í at vita meira? Vitja visitfaroeislands.com/vinna, har tú fært nærri kunning um størvini. Umsóknir skulu verða Visit Faroe Islands í hendi í seinasta lagi 4. apríl 2013. Umsóknirnar verða viðgjørdar í trúnaði. Størvini verða sett skjótast til ber. Starvslýsing