fríggjadagur 15. mars 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. mars 2013 · Nr. 31
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eftirlitsfólk
til elfelagið SEV
Eitt starv sum eftirlitsfólk á Innleggingardeildini hjá SEV er
leyst at søkja til setan skjótast tilber.
Á Innleggingardeildini eru í løtuni fyriuttan deildarleiðaran
9 starvsfólk: 3 eftirlitsfólk og 6 montørar.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið umfatar í høvuðsheitum, at tú kemur at samskifta
við elinnleggjarar og hava eftirlit við nýggjum elinnlegging-
um, umframt skráseting av hesum kring alt landið.
Ein partur av arbeiðinum verur framhaldandi dagføring av
mátianleggum, og at veita tekniska kundatænastu. Eisini
kemur tú at gera stakroyndir av elmálarum.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava prógv sum elinnleggjari, maskin-
meistaraútbúgving við starvsroyndum innan eløkið ella
samsvarandi útbúgving.
Vit vænta at tú hevur góðar førleikar innan krøv og gerð av
elinnleggingum, góð evni at samskifta og samstarva og er
fyrikomandi. Neyðugt er at hava kunnleika til teldu á
brúkarastøði.
Tað er eisini ein treyt at tú hevur koyrikort til vanligan bil.
Løn
Starvið er sett sambært sáttmála millum Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið í flokki 4. Lønin
verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður
roknaður frá prógvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga
viðkomandi arbeiði síðani tá.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til
Dánial Jógvan Hansson, deildarleiðara á Innleggingardeildini
á tel. 346800.
Umsóknir saman við prógvum og møguligum ummælum
verða sendar til: Elfelagið SEV, Postrúm 319, FO-110
Tórshavn.
Umsóknir skulu vera SEV í hendi í seinasta lagi mikudagin
20. mars 2013.
Vakurleiki og vælvera
mars-KaPPINGIN
Hvønn dag í mars mánaða verða Sudoku
uppgávur at finna í Sosialinum.
Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst,tess
størri møguleika hevur tú at vinna.
Sendið okkum loysnina innan mánadagin
8. apríl 2013 kl. 10.00 og merki
brævbjálvan »Sudoku«.
Fyri at vera við í kappingini,
skal øll uppgávan verða loyst.
vinningurin hesaferð er
gávukort, virði 4000,-
frá Cosméto
Niels Finsensgøta 38 • FO-100 Tórshavn • Telefon: 31 80 70 • www.cosmeto.fo
Fá serkøna vegleiðing
til júst tín tørv,
ókeypis viðtala
• Andlits- og kropsviðgerðir til ein hvønn tørv
• Makeup, pedicure og manicure
• Hártøka við voks, sukur og permanent við laser
• Húðynging, Acni og arr viðgerðir við Medex Dermaroller, Silkpeel,
laser , Veinwave og fillers
• Kim Novaa frá Klinik Qura veitir viðgerðir Við Botox og Juvederm
- leygardagin 8. juni
• Klænkandi- og uppstrammandi viðgerðir við Tei System, Lipobelt
og UCW Wrap
• Ayurveda og Shirodhara massaga og aromatherapy - nýtt
Tá bert tað besta er nóg gott!
www.sosialurin.fo