fríggjadagur 15. mars 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. mars 2013 · Nr. 31
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur flogbóltur 2. finala upptakt
Mjølnir
3
SÍ
0
(25-21, 25-19, 25-15)
Tróndur Arge
Mjølnir hevur verið eina
ráðandi í hesum kappingar
árinum, og tað var eisini
væntað, at oddaliðið fór
at vinna fyrstu finaluna.
Gestirnir úr SÍ stríddust sera
væl og vóru væl við fyrstu
tvey settini. Miðskeiðis í øðr
um setti noyddist Annika
Niclasen, sum var ein av
teimum mest eyðsýndu hjá
sørvágskvinnum, av vøllinum
við skaða, og tað merktist.
Marjun Kalsø, venjari hjá
Mjølnir, heldur, at sigurin var
ongantíð í vanda.
– Tær vóru væl við í løtum
og løgdu serliga gott trýst á
okkum við sínum servum.
Men vit vóru omaná allatíð.
Tað er umráðandi hjá okkum,
at vit ikki fara at undirmeta
SÍ undan dystinum leygar
dagin. Eg eri sannførd um,
at sørvágskvinnur fara at
spæla við fullari megi tá, og
vit skulu stríðast fyri at taka
seinasta fetið ímóti gullinum,
sigur Marjun Kalsø.
Annika Niclasen, SÍ, vón
ar, at tað fer at røkka hjá
teimum leygardagin.
– Vit ætla at geva alt, vit
eiga, og vónandi sleppa vit
at spæla eina triðju finalu
sunnudagin, sigur Annika
Niclasen, sum enn ikki dugir
at siga, hvussu álvarsamur
skaðin er.
Ætla sær greipuna
Kvinnurnar hjá Mjølni ætla
sær at vinna FM heitið í
tveimum finalum. Tað merk
ir, at tær skulu finaluna leyg
ardagin í Trongisvági.
– Eg fari ikki suður uttan
at koma aftur við steypinum,
sigur Eina S. Kalsø, hevari hjá
Mjølni.
Allir
spælararnir
hjá
Mjølni eru tøkir til FM final
una í Trongisvági, meðan tað
er óvist um Annika Niclasen
hjá SÍ spælir.
Mjølnir gjørdi ikki so
nógv feilir mikukvøldið, sum
tær gjørdu í steypafinaluni,
tá tað eydnaðist SÍ at vinna
eitt sett.
– Eg kann siga fyri meg,
at eg havi ikki hugsa so nógv
um hendan dystin í mun til
steypafinaluna, sigur Eina S.
Kalsø.
Kvinnurnar hjá SÍ strídd
ust tað tær kundu, men tað
tykist lítið sannlíkt, at SÍ
megnar at koppa Mjølni, sum
hevur beina kós móti greip
uni.
trondur@sosialurin.fo
Mjølnir trumlar víðari
Mynd: Álvur Haraldsen
hondbóltur dystir um vikuskiftið
Fremsta deild kvinnur støðan
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
16
506
375
131
32
2 Kyndil
16
356
354
2
18
3 VÍF/Tjaldur
16
392
408
-16
17
4 VB
16
382
411
-29
11
5 StÍF
14
350
395
-45
9
6 Stjørnan
16
364
407
-43
7
Fremsta deild kvinnur:
_______________________________
Sunnudagin 17.mars
StÍF - VÍF/Tjaldur . . . . . . . . . . . 14. 30
Kyndil - VB . . . . . . . . . . . . . . . . 14. 30
Atlantic
Airways deildin:
_______________________________
Sunnudagin 17.mars
StÍF - VÍF . . . . . . . . . . . . . . . . . . 16. 00
Kyndil - KÍF . . . . . . . . . . . . . . . . 16. 00
Atlantic Airways Deildin støðan
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 KÍF
19
567
426
141
31
2 H71
20
535
480
55
27
3 VÍF
19
536
480
56
22
4 Kyndil
19
489
483
6
21
5 StÍF
19
463
445
18
19
6 Neistin
19
447
480
-33
14
7 Team Klaksvík
19
373
616
-243
0
Flogbóltskvinnurnar úr Klaksvík vunnu uppiborið og einfalt 3-0, tá fyrsta finalan um føroyameistaraheitið
varð avgreidd í Badmintonhøllini í Klaksvík mikukvøldið. Settúrslitini vóru 25-21, 25-19 og 25-15
Krúnan skal
setast á verkið
Uni Holm Johannesen
ÍF hevur havt eitt framúr
kappingarár.
Fuglfirð
ingar, sum vunnu steypa
kappingina í februar, hava
skúgvað alla mótstøðu til
viks og eru enn ósigraðir í
hesum kappingarárinum.
Í morgin kann greipan
somuleiðis
koma
til
høldar, um teir greiða sína
skyldu sum stórfavorittur í
seinnu finaluni um føroya
meistaraheitið.
Grundarlagið var lagt á
Kambsdali í gjár. ÍF vann
fyrra finaludystin uppi
borið 3-1 á SÍ.
Spæligleðin
skal á liðið
Hóast onkur løta var held
ur skinklandi hjá fuglfirð
ingum, so vóru teir omaná
mest sum allatíð. Tað var
serliga, tá settini nærk
aðust endanum, at teir
settu ferðina upp og fóru
frá mótstøðumonnunum
úr Sørvági.
ÍF vann fyrstu tvey sett
ini við settúrslitunum 25-22
og 25-19, áðrenn SÍ svaraði
aftur. Tað stóð nógv á hjá
gestunum hesa løtuna, sum
høvdu fýra settbóltar upp
í slag, men í fimtu atløgu
bragdaði. SÍ vann settið 28-
26. Heimaliðið lat kortini
ongan iva vera um, hvør
hevur verið einaráðandi í
hesum kappingarárinum,
og vann fjórða settið heili
25-14.
Jón Joensen úr SÍ fílist
á vantandi spæligleðina á
liðnum hjá teimum.
– Moralurin er heilt ein
falt ein trupulleiki hjá okk
um. Tað mest positiva hjá
okkum var, at vit vunnu
triðja settið, hóast teir
vóru á odda 2-0. Vit vístu
góðan hugburð ta løtuna,
men
annars
var
eiða
sørt. Stríðshugurin í mót
gongdin er ikki nóg góður,
og tað er heilt einfalt mun
urin á liðunum, sigur Jón
Joensen.
Í morgin kann ÍF vissa
sær føroyameistaraheitið,
um teir vinna seinnu finalu
dystin, sum verður í høllini
í Trongisvági. Fuglfirðingar
hava verið í serflokki í
hesum kappingarárinum,
og tað kemur óvart á, um
SÍ vinnur í morgin.
Trýstið er í øllum førum
á ÍF.
ÍF vann lætt og einfalt á sørvingum á
Kambsdali í gjárkvøldið. Fuglfirðingar vóru
meira sannførandi, tá mest stóð á, og so vóru
teir eitt stórt fet nærri gullmerkjunum
Mynd: Álvur Haraldsen
Fuglfirðingar vunnu ein lættan sigur á SÍ
Kvinnurnar hjá Mjølni hava beina kós móti greipuni