fríggjadagur 15. mars 2013síða 35
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Fríggjadagur 15. mars 2013 · Nr. 31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Jóannes Hansen
Meistararnir í EB/Streymi
flongdu
síðsta
vikuskifti
uppflytararnar í 07 Vestur.
Tað var við Margáir, og aftur
hesa ferð eru teir í Sunda
lagnum á heimavølli. Nú fáa
teir vitjan av ÍF. Felags fyri
bæði liðini er, at tey fingu
fult í fyrsta umfari.
Í fjør vann ÍF silvur, men
tað hevur verið hildið, at
fuglfirðingar nú ikki eru so
stinnir, sum teir vóru. Av
rikið hjá Alberti Ellefsen og
hansara monnum ímóti AB
var á góðari leið. Nú fæst at
síggja, um ÍF framvegis er
ført fyri at spæla upp ímóti
EB/Streymi.
Clayton Soares var ikki
við ímóti AB. Í gjár vóru
loyvini ikki komin upp á
pláss. Bartal Eliasen, sum
skoraði sigursmálið ímóti
AB, verður ikki við ímóti EB/
Streymi.
Rógvi Egilstoft Nielsen
venur saman við hinum í EB/
Streymi, men hann verður
neyvan millum teir fyrstu
ellivu.
EB/Str. - ÍF: Petur Reinert
Leygardagin kl. 16.00
Upp á hestin aftur
Í Runavík iðra teir seg um, at
tað ikki eydnaðist í hvussu
so er at vinna eitt stig síðsta
sunnudag
í
Sarpugerði.
Abraham Løkin segði seg
vera nøgdan við hugburðin
og avrikið.
Nú fáa teir við Løkin
vitjan av KÍ, sum í fyrsta
umfari vann trivaligan sigur
á heimavølli ímóti TB.
– Lagið er gott, og allir
spælararnir eru tøkir. Vit
eru greiðir yvir, at tað
skal arbeiðast fyri søkini
í Runavík, og at teir í NSÍ
sera fegnir vilja koma upp
eftir stigatalvuni, sigur KÍ
liðformaðurin
Hjalgrím
Elttør.
Uppgerðirnar millum hesi
bæði feløgini plaga at vera
tættar. Merkisvert er tað, at
KÍ í fjør vann allar tríggjar
dystirnar. Tvær ferðir í Klaks
vík við einum máli og eina
ferð í Runavík við tveimum
málum.
Jens Joensen var ikki á
NSÍ liðnum ímóti Víkingi, og
hann er framvegis skaddur.
NSÍ - KÍ: Páll Augustinussen
Leygardagin kl. 15.00
Lyklauppgerð
Annað vikuskiftið á rað skal
TB norður um - hesa ferð til
Sørvágs. Í heyst kann tað
fara at vísa seg, at hetta var
lyklauppgerð
í
stríðnum
um at sleppa undan niður
flyting.
Felags fyri bæði liðini er,
at tey í fyrsta umfari løgdu
rygg til stórtap á útivølli,
og at tey løgdu verjukent
fyri. TB tapti 3-0 í Klaksvík,
men tvøramenn iðra seg
um, at teir í 1. hálvleiki ikki
kendu sína vitjunartíð í
snarálopum.
Í 07 Vestur endurvaldu tey
sunnudagin alla nevndina. Á
ársaðalfundinum var semja
um, at málið er at halda tørn
um plássið í bestu deildini.
Sigur ímóti TB á Dunga
sandi hevði verið kærkomin
fyritreyt at røkka tí mál
inum.
07V - TB: Eiler Rasmussen
Leygardagin kl. 16.00
joannes@sosialurin.fo
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 EB/Streymur
1
1
0
0
4
0
3
2
2 KÍ
1
1
0
0
3
0
3
3
3 Víkingur
1
1
0
0
2
1
3
4
4 ÍF
1
1
0
0
2
1
3
5
5 HB
1
0
1
0
1
1
1
6
6 B36
1
0
1
0
1
1
1
7
7 NSÍ
1
0
0
1
1
2
0
8
8 AB
1
0
0
1
1
2
0
9
9 TB
1
0
0
1
0
3
0
0
10 07 Vestur
1
0
0
1
0
4
0
0
Effodeildin støðan
fótbóltur effodeildin upptakt
HB fingið arbeiðsboð
Jóannes Hansen
– ímóti B36 í fyrsta umfari var
bæði vónbrot og ein lætti fyri
HB. Frammanundan varð HB
roknað at vera favorittur, og
aftan á kendist tað sum meiri
enn hálvur sigur, at tað eydn
aðist at fáa eitt stig.
– Nú eg havi sæð dystin
aftur, er einki at ivast í, at
okkara spælarar arbeiddu
ikki nóg nógv. Liðini í bestu
deildini eru so mikið jøvn,
at tað er neyðugt at arbeiða
nógv og hart, um úrtøka skal
spyrjast burturúr, og tað havi
eg í vikuni endurtikið undir
venjingunum. So eg rokni við
heilt øðrvísi avriki á Argjum
enn ímóti B36, sigur HB venj
arin Oddbjørn Joensen.
Tú kanst rokna við, at AB
fer at nýta somu uppskrift
sum B36?
– Einki at ivast í. Eg sá
AB í Fuglafirði leygardagin,
og Sámal Erik Hentze og
Abarnir sóu okkum sunnu
dagin. B36 arnir vóru raskir,
og teir góvu okkum ongan
tíð frið. Teir runnu meiri
enn okkara, og teir vóru
raskari
í
nærdystunum.
Upptøkan vísir, at okkara
samanspæl var betri enn
teirra, men tað riggaði ikki
nóg væl, tí møguleikarnir
hjá bólthaldaranum vóru ov
fáir. Vit fluttu okkum stutt
sagt ov lítið, og vit vóru ikki
nóg raskir í nærdystunum.
Tað skal broytast, um vit
skulu hugsa um at vinna á
Argjum, eru boðini frá HB
venjaranum.
Heini Vatnsdal er leik
bannaður í morgin og eisini
næsta umfar, og Rógvi Holm
er framvegis sjúkur. Hinir
spælararnir eru allir tøkir, og
tað er kapping um plássini.
– Vit umhugsa at geva
Bárði
Johnson
Heinesen
møguleikan
millum
teir
fyrstu ellivu. Hann skorar
nógv mál undir venjing, og
hann er møguliga boksspæl
arin, sum HB leingi hevur
saknað. Enn er so stutt frá
liðið, síðani hann fór at venja
saman við hinum, men hann
fer heilt víst at fáa møgu
leikan.
Sámal Erik Hentze stað
festi eftir tapið í Fuglafirði,
at mistøkini vóru orsøk til,
at eingin úrtøka fekst. AB
liðið stríddist væl, og tað er
uppskrift, sum er góð at hava
ímóti HB.
Miðvallarin Mikkjal T.
Hentze noyddist longu í 8.
minutti av vøllinum í Fugla
firði, men hann er tøkur
aftur.
Miðverjin
Leivur
Holm Joensen noyddist út
miðskeiðis í 1. hálvleiki, og
hann verður ikki við ímóti
HB. Fyrrverandi HB spælarin
Poul Thomas Dam er tøkur
eftir skaða. Rógvi Poulsen,
sum í fjør spældi við HB,
rokna teir ikki við kemur fyri
seg fyrrenn um ein mánað
ella so.
AB - HB: Rúni Gaardbo
Leygardagin kl. 15.00
Fríggjadagsfótbóltur
í Gundadali
Longu á middegi í dag fóru
spælararnir hjá Víkingi úr
arbeiði. Seinnapartin fara
teir suður í høvuðsstaðin,
har B36 tekur ímóti. Tað er
ikki vanligt, at árstalsfelagið
eigur heimavøll so tíðliga
fríggjadag.
Vónin er, at tey verða
fleiri, sum halda tað vera fínt,
at fótbóltsdystur í Gundadali
er fyrsta punktið í vikuskiftis
skránni. Ofta hevur verið
sagt, at tað er tungt at broyta
vanahugsanina
hjá
við
haldsfólkunum hjá høvuðs
staðarfeløgunum, sum bara
koma í Gundadal seinnapart
sunnudag.
Í dag fæst at síggja, um
hetta er so. Víkingur hevur
sera trúfasta áskoðarafjøld,
og hóast tey neyvan vera eins
nógv í Gundadali í kvøld, sum
tey høvdu verið, um dysturin
varð spældur í morgin, so er
tað ikki óhugsandi, at gest
irnir verða eins væl mannaðir
kring vøllin, sum vertirnir
verða.
Í báðum legunum verður
sagt, at teir somu eru tøkir,
sum spældu í fyrsta umfari.
Tá var gøtumaðurin í B36,
miðvallarin
Súni
Olsen,
rættuliga
eyðsýndur,
og
Finnur Justinussen skoraði
bæði Víkingamálini ímóti
NSÍ og megnaði harvið tað,
sum tað verður roknað við,
at hann skal gera.
B36 - Víkingur: Lars Múller
Fríggjadagin kl. 17.00
joannes@sosialurin.fo
Í Sørvági verður telvað um at sleppa av uttastu brík, og í Runavík er setningurin at sleppa
upp í part og ikki at detta ov langt aftur um eitt nú KÍ, sum í fjør hevði gott tak á NSÍ
Oddbjørn Joensen staðfestir, at
um favorittarnir í HB ikki vísa
beri hugburð í næstu granna
uppgerðini, enn teir gjørdu í
fyrstu, so verður tað torført at
vinna ímóti AB, sum ivaleyst fer
at brúka B36 uppskriftina
Oddbjørn Joensen, HB venjarin, vil hava sínar menn at stríðast meiri á Argjum, enn teir gjørdu ímóti B36
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen
H E S A V I K U N A
Keypa mánadags Sosialin!
...Alt um dystin hesa vikun,
Effo-umfarið og álopsbarometrið
Gull og silvur styrkin fer at vísa seg