Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-15, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mars 2013síða 42

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 31 · 15. mars 2013 6 VIKUSKIFTI TIPS FRÁ innu inna@sosialurin.fo Digitalt rák Sosialu miðlarnir gera lívið á internetinum stuttligari. Vine, Printstagram og Googlefacts er nakað av tí, sum hevur fangað okkara áhuga seinastu tíðina Framkalla tínar Insta­gram myndir Á heimasíðuni Printstagr.am er gjørligt at framkalla tínar Instagrammyndir sum bøkur, klisturmerki, plakatir ella bara sum vanligar pappírsmyndir. Printstagram er ein tænasta úr USA, so tað tekur nakrar vikur at fáa myndirnar, men higartil havi eg ikki hoyrt um nakran, sum er misnøgdur. Lær teg okkurt nýtt Við at fylgja @googlefacts á Twitter lærir tú teg hvønn dag okkurt, sum tú næstan heilt víst ikki visti áðrenn – eitt dømi: »Barbie’s full name is Barbara Millicent Roberts. Ken’s last name is Carson.« Várkenslur á Pinterest Pinterest blómar av várgleði. Far inn og hygg á pinterest.com Ger tína egna QR-kotu Hava tit sæð teir lítlu fýra­ kantaðu kassarnar við hvítum og svørtum prikkum? Tað er ein sokallað QR-kota, sum tú kann lesa av við fartelefonini og koma bein­leiðis inn á heimasíðuna hjá blaðnum, lýsaranum ella onkrum øðrum. At gera sína egnu QR-kotu er lætt. Tú fert inn á til dømis wumoqr.dk og velur, um tú vil hava tína heimasíðuadressu, títt telefonnummar ella tín epost á QR-kotuna. Skriva í og kotan er klár at taka niður til telduna. Deil rørligar myndir á Vine Appin Vine er tað nýggjasta innan sosialar miðlar í telefonini. Tað virkar á tann hátt, at man er brúkari – á Facebook, Instagram ella Twitter – og so filmar man heilt einfalt í staðin fyri at taka myndir ella skriva sítt status. Lætt at nýta og sera stuttligt. Um tú vil síggja, hvussu onnur hava gjørt, kanst tú logga inn á vinepeek.com! Styttingin FTW verður lisin For The Win ella viðhvørt For The World og merkir, at man dámar okkurt væl og vil deila tað við onnur – til dømis Vikuskifti FTW! Styttingin AFK/IRL verður lisin Away From Keyboard /In Real Life og verður nýtt av teimum, sum vilja minka um tíðina framman fyri telduni og verða meira IRL – í veruliga lívinum. Visti tú at