Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-15, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mars 2013síða 47

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 31 · 15. mars 2013 7 VIKUSKIFTI Starv? Eg arbeiði hjá Looknorth í Klaksvík. Hvat er tað besta við starvinum? Tað besta er avgjørt lønin. Ok, sjálvandi er tað eisini ótrúliga fitt fólk sum arbeiða har. Sjálvt eisini NSÍ-arin er eitt stás menniskja. Hvat ger teg í góðum lag? Eg eri minst einaferð um dagin í góðum lag! Tá øll rundan um meg eru í góðum lag, blívi eg eisini tað. Og sjálvandi, tá familjan hevur tað gott, er alt perfekt. Og líííka tá KÍ vinnur, smílist eg. Tað vil siga næstan altíð. A ella B menniskja? B. Hvørjar ítróttar­ greinar dámar tær og hví? Mær dámar sera væl fótbólt, kanska ov væl sambært teimum nærmastu. Tað er ongin loyna, at eg fylgi við hvørjum dysti í bestu deildini. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir Eg kann lurta eftir tí mesta. Bara tað ikki blívur alt ov hart skrál. Lady Antebellum, 30 Seconds to Mars, The Letter Black og KÍ fløgan eru sakin. Hvat er besta lag ið er gjørt? Hatta er truplasti spurningur ið eg havi fingið í 2013. Tað er ómøguligt at siga eitt lag, men tá eg hoyri Hanus G. Johansen syngja »Á kundi á tíðarhavi« missi eg thékoppin úr hondini. Hvussu eru tínir matvanar? Teir eru so sum so. Tey, sum kenna meg væl siga, at eg eri nokk tann kræsnasti persónurin í heiminum. Sjálvt ikki Heðin Weihe hevur nakran kjans. Um eg hevði skula valt millum seyðarhøvd og blóðpylsu, hevði eg nokk tikið túrin út til Mc Grill. Hvør er tín fyrimynd? Hugsi um fleiri. Haldi nógv av Johnard Hammer og Taylor Swift. Men annars bjargaði okkara góði løgmaður KÍ einum meistaraheitið í '91. So hann hevur høgan status. Men um eg skal velja eina fyrimynd, so hevði eg nokk sagt Jared Leto. Hvat gert tú í frítíðini? Um summarið royni eg at fara á vøllin við Leivi, tí hann elskar at spæla bólt. Eg trúgvi uppá, at hann kann verða tann komandi Eyðun Klakstein. Bara ein størri útgáva! Annars eri eg nógv saman við vinmonnunum. Eigi tvey trummusett. Eitt Tama Superstar, og eitt Yamaha Recording Custom. Men tað spæli eg millum lítið og onki uppá, so eg ivist í, hvussu nógva frítíð mann hevur haft í seinastuni Hvat dámar tær at ferðast í egnum landi? Eg eri ongin Palli Ziskason, tá tað kemur til at ferðast. Men vit plaga at ferðast onkra­ staðni í Føroyum um summarið. Hvør er tín lívrættur? Ja hatta er nemt. Alt tað sum konan ger, er mín lívrættur. (Hatta eigur at skora nøkur poeng) Annars, tá gamli sigldi við Klakki, plagdu vit at fáa hýsu flak. Raspað hýsuflak, steikt á pannuni, er tað besta av tí besta. Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum? 3-2, La liga, Premier Leauge, Champions Leauge, FA Cup. Hvør bók liggur á náttborðinum? Eg havi onki náttborð. Ring tíðindi eru góð tíðindi. Í vikuni frættist, at tjøldrini, sum tíma at koma til Føroya, eru vorðin færri. Tey eru nú á leið eins nógv og útlendsku ferða­ fólkini, sum tíma at koma til Føroya. Tjaldrið, hesin nístandi flog­ fenaður, er tjóðfuglur okkara. Tí hann rýmir um heystið, tó ikki til Danmarkar. Best umtókti fuglur í Íslandi er rýpa. Rýpa verður etin á jólum. Gás eigur at verða okkara tjóð­ fuglur. Tjóðfuglurin eigur at vera nyttu­fuglur. Romantikksteik jóla­ aftan, nei takk. Men tjaldrið ímyndar frælsið. Og, hvat so? Nær hava føroy­ ingar skoytt um frælsi? Tjaldur í búri. Árligi 12.mars hevur verið. Dagurin, tá tjøldrini koma til Føroya at venda. Fyrr kallaðu tey teir stríðs­ dagar. Hesir dagarnir eina ferð um árið, sum minnilutarnir hava lagt seg á og kalla sínar, 8.mars, 1.mai, 25.apríl. Tey samkyndu hava eisini sín. Hóast nógv er at stríðast fyri enn, fána røðurnar í somu lit­brigdum sum herrópini og krøvini, meðan tjøldrini gorra. Fólk rýma í staðin fyri at stríðast. Allir ársins dagar áttu at verið 1.apríl. Ein dagur, prísdagurin, altersodýrtíføroyum dagurin, ein langur leygartunnilsdagur fær tó framvegis føroyingin upp á gøtu­ byrgingarnar. Hóast tað er ótrygt at fara júst har, upp á tær. Men, sum sagt, í fyrstani var einki, púrt einki. Men(n) so komu tveir menn, tó ikki í senn. Fyrst kom Adam. Tá hann ikki longur tímdi at reypa einsamallur, vit Edensmenn og alt hatta har, skapti hann Gud, og kallaði hann faðir mín, tí sjálv­sálitið var ikki alt ov gott tá. Og eingin HR-mennari var í para­dís­inum. So gjørdu teir Evu næstan burtur úr ongum, einum røstum rivi, sigst. Faðir mín bleiv til faðir vár. Og alt fór á glið og er enn á glíðibreytini, sum er ævig og ongantíð manntóm. Eva, fyrsta kvinnan, uppfann syndina. Tað var tann 8.mars ár 4000 og okkurt fyri føðing hansara, sum tók alla syndina á seg. Leið okkum í allar freistingar. Vit manna okkum bara upp so hvørt. Tað byrjaði sum sagt alt við tveimum monnum, sjálvandi, tveimum skilamonnum, bleytum monnum, skilst, tíverri, hóast annar stingur hógvin fram viðhvørt. Innast inni eru allir menn bleytir menn. Men, tíbetur, so langt inn røkkur og sleppur eingin. Verði vilji tín, allastaðni. Eina ferð segði ein kona í reyð­um sokkum, at vit menn, vit eru ein hótt rasa. Paul Watson og hansara menn áttu at vart tykkum í staðin fyri hvalirnar, hóast teir eru intelli­ gentari enn tit. Hótt rasa, My ass, segði eg. Jú, segði súrsokkurin, tit menn eru í stórum meiriluta, í fongslunum, í kirkjugørðunum, í manntalinum, uppi á Átta. Ókey, segði eg, og í hagtøl­ unum. Men tað er tí, at vit liva lívið og tað kostar. Vit eta spik, vit drekka brennivín og ikki diddu­vodka upp á tilboð í Rúsuni. Vit arbeiða heilan dag. Vit eru blóð og sveitti, men eingi tár, takk. Fyrigev onga slíka synd. We are the champions, vit eru vinnarar. Vit menn eru í meiri­ luta. Óvitar og gamlir dreingir telja við. Meirilutin ræður. Tað er fólkaræði. Tí ráða menn. Uttan okkum menn var einki. Tí hvør kom fyrst, maðurin ella eggið? Gev okkum í dag okkara dagliga steinaldarbreyð. Frels okkum frá teimum illu. Vit eiga ikki bara ein stuttan vetrardag, sum er okkara. Men allir dagarnir eru okkara. Uttan okkum var einki, júst sum í fyrstani. Eingin javnstøða var til dømis. Vit eru her á klettunum. Vit rýma ikki sum kvinnurnar og tjøldrini. Vit eru A-menn. Tí okkara er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir. Vit eru A-menn. Amen. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Eyðun Thorgeirsson lagt til rættis: Rannvá Gaard Fossaberg Kræsnasti persónur á jørð – Tey, sum kenna meg væl, siga, at eg eri nokk tann kræsnasti persónurin í heiminum. Um eg skuldi valt millum seyðarhøvd og blóðpylsu, hevði eg nokk tikið túrin út til Mc Grill, sigur klaksvíkingurin Eyðun Thorgeirsson Búrtjaldur