fríggjadagur 15. mars 2013síða 48
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 31 · 15. mars 2013
8
VIKUSKIFTI
virðisløn
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
»South Bank Sky Arts Award er ein
av heimsins mest eftirtráðaðu heiðrum,
sum viðurkennir tað allarbesta av
bretskari mentan, umfatandi myndlist,
sjónleik, opera, dans, skemt, klassiskan
tónleik, popp, sjónvarpsdrama, bók
mentir og film«
Soleiðis ber til at googla seg fram
til týdningin av South Bank Sky Arts
Award.
Sum kunnugt varð Sámal Blak saman
við restini av samlaðu manningini av
operaini »Ghost Patrol« innstillaður
til heiðurslønina innan kategoriina,
Opera.
– Bara tað, at vit eru innstillað, er
stórt, segði Sámal Blak, tá Sosialurin
fyri einum mánað síðani ella so prátaði
við pallsniðgevan.
Hann gav tá ábendingar um, at
møguleikin fyri at vinna var mest sum
eingin, og tað var tí hann festi seg so
nógv í innstillingina.
Men tá vinnararnir vórðu avdúkaðir
um miðdagsleitið týsdagin, stóð Ghost
Patrol eftir sum vinnarin í kategoriini,
Opera.
– Hetta er ein virðisløn, sum á
ein hátt kann sammetast við Oscars í
Hollywood, og tó ikki. Her verða ein
hópur av virðislønum lætnar innan
fyri eina rúgvu av kategorium, men tað
er fyri listina sum heild, sigur Sámal
Blak.
Til Oscars virðislønirnar verða
virðislønir lætnar til einstaklingar fyri
tað mesta, soleiðis er ikki við South
Bank Sky Arts Awards.
– Eg havi ikki vunnið virðisløn fyri
bestu pallsniðgeving, men Ghost Patrol
hevur vunnið fyri sína heild, sigur
Sámal Blak.
Heimsfrumsýning
Hann er sjálvandi ógvuliga væl nøgdur
við hendan heiðurin, hann nú hevur
verið við til at vunnið.
– Tað er sjálvandi stuttligt. Tað er
altíð hugaligt, at fáa viðurkenning fyri
tað, sum ein ger, og tað merkir eisini,
at mítt navn verður meira kent. Tað er
sum eitt slag av blástempling fyri tað
arbeiði, eg geri, sigur Sámal Blak.
Alt økir um tilvitanina um føroyska
scenusniðgevan.
– Slíkt er eisini við til at økja um tað
netverkið, ið eg havi framman undan,
og tað kann bara verða gott, sigur
Sámal Blak.
Hann heldur, at tað kann vera ein
ávís orsøk til, at tað júst gjørdist Ghost
Patrol, ið vann prísin innan Opera.
– Hetta er jú ein spildurnýggj opera,
so talan er um eina heimsfrumsýning.
Talan er ikki um nakra stóra opera, men
hon varð innstillað saman við eitt nú
Harlekin, sum er ein200 ára gomul
opera. Eisini er Ghost Patrol ógvuliga
viðkomandi í dag, samstundis sum
tónleikur og uppsetan alt er nýtt, sigur
Sámal Blak.
Øll í og rundan um Ghost Patrol eru
tí ógvuliga fegin um virðislønina, ið jú
eisini næstan sigur seg sjálvt.
– Ein slíkur prísur merkir, at fleiri
fólk hoyra mítt navn. Eg arbeiði jú við
at fáa mítt navn út so víða sum gjør
ligt, tí tað telur so nógv, og hesin prís
urin ger kanska tað, at tá onkur nýggj
framleiðsla er í umbúna, hugsa produs
ararnir møguliga aftur á hendan prísin
og hetta navnið, sigur Sámal Blak.
Tað er tí ógvuliga umráðandi, at
navnið kemur út millum fólk í um
hvørvinum.
– Eg rokni við, at ein slíkur prísur
gevur eitt eyka skump rætta vegin,
sigur Sámal Blak.
Nógv um at vera
Tað er greitt, at sum nú er, ber ikki til
hjá Sámal Blak at liva av pallsniðgeving
í Føroyum. Spurningurin er so, at um
framleiðarar her heima fara at leggja
størri dent á at fáa føroyska, príslønta
pallsniðgevan heim at pallsniðgeva.
– Eg vil fegin arbeiða í Føroyum,
men tað krevur nógva planlegging, eitt
ella tvey ár fram í tíðina. Eg arbeiði free-
lance, og tað krevur nógva planlegging,
og eg havi verk planløgd fram til 2014.
Serliga innan opera krevur tað drúgva
tilrættislegging, sigur Sámal Blak.
Í løtuni er kalendarin hjá føroyska
pallsniðgevanum rættiliga fullur.
– Eg havi havt frumsýning av trim
um opera'um um vikuskiftið, og tær
eru allar á turné við English Touring
Opera. Harafrtar geri eg uppsetingina
til tríggjar opera'ir aftrat fyri sama
felag, og tær verða frumsýndar í heyst,
sigur Sámal Blak.
Og tað stendur enn meira í kalend
aranum hjá føroyinginum við røtrum
í Boston og Danmark.
– Eg arbeiði eisini við einari írskari
framleiðslu, og so havi eg eitt summar
arbeiði í Fraklandi og eina uppgávu í
Belgia í 2014, sigur Sámal Blak.
Men hóast fáar síður í kalendaranum
eru blankar, tráar hann altíð eftir at
koma heim til Føroya.
– Eg skal verða við á sjónleikara
skeiðinum hjá MáF, sum verður fyrst
í mai, har eg skal undirvísa í pallsnið
geving. Eg havi eisini onkuntíð umrøtt
at koma til Føroya við framleiðarum
og leikstjórin í sambandi við onkra
uppgávu, men tað er jú dýrt at ferðast
til Føroya, og tí má tað helst vera í sam
bandi við onkra uppgávu, sigur Sámal
Blak.
Kendir vinnarar
Tá tú arbeiðir sjálvstøðugt, krevst neyv
tilrættislegging.
– Tú mást planleggja gjølla, og tað
er neyðugt at hugsa teg væl um, og
ikki siga ja til alt. Tað kann jú henda,
at okkurt annað stingur seg upp, sum
tú heldur vil arbeiða við, sigur Sámal
Blak.
Og tað heldur hann, at hendan
virðislønin kann verða við til.
– Nú sigur heiðurin í sjálvum sær
ikki so nógv. Men hann gevur tær eitt
herðaklapp og viðurkenning fyri tað, tú
hevur gjørt, og verður uttan iva við til
at gera navnið meira kent, sigur Sámal
Blak.
Sjálvt hátíðarhaldið fór fram týs
dagin um miðdagin.
– Tað vardi nakrar tímar. Vit fingu
ein góðan bita, og so vórðu virðis
lønirnar avdúkaðar so við og við. Har
var hópurin av kendum fólki, mest
bretsk, og tað var ógvuliga stuttligt at
síggja hesi kendu fólkini, sigur Sámal
Blak.
Millum innstillingarnar var filmurin,
Skyfall, ið er ein James Bond filmur, og
ikki óvæntað vann hann innan lista
greinina, film.
Tilsamans er talan um 10 ymiskar
listagreinar. Harumframt vórðu tveir
serligir prísir lætnir við hátíðarhaldið
í ár. Tom Hiddleston fekk »Times
Breakthrough Award«, meðan Julie
Walters fekk »The Outstanding
Achievement Award«.
Tá Ghost Patrol fyri umleið einum mánað síðani varð
innstillað til South Bank Sky Arts Award innan opera,
vóru vónirnar hjá Sámal Blak at vinna ikki stórar. Men
tá hátíðarhaldið var týsdagin fór spildurnýggja operan
avstað við virðislønini, sum Sámal Blak er ein partur av
vann stóra
virðisløn
Sámal Blak
Eg havi havt frumsýning av trimum
opera'um um vikuskiftið, og tær eru allar
á turné við English Touring Opera