Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-15, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mars 2013síða 50

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 31 · 15. mars 2013 10 VIKUSKIFTI Ein ramur luktur av rotnum seiði hekk í luftini, tá ið Christian Pløyen í 1830 kom til Havnar at virka sum fúti. Havnarfólk blakaðu seiðahøvd beint út í tún ella í køstin. Fyri ein ungan mann við góðari útbúgving úr framkomna Keypmannahavn boðaði lukturin av rotnum seiði frá einum tilafturskomnum samfelag. Ta støðuna setti hann sær fyri at broyta toldi ikki luktin í Havn VITAN & vísindi Í hesi greinarøð, sum er í 10 pørtum, skriva vísindafólk á Fróðskaparsetri Føroya um evni, tey granska. Erling Isholm adjunktur í søgu Pløyen kom til Havnar á fyrsta sinni 20. apríl 1830, eftir at hann 2. februar varð útnevndur til fúta í Føroyum. Fúta­starvið kom heldur óvæntað, tí hann var bara 27 ára gamal. Men nú ráddi um at bera skjótt at. 1. mars segði hann upp á Selskabet for Efterslægtens Real­skole, og 21. mars skrivaði Pløyen kongi bræv, har hann søkti um at sleppa at giftast, uttan at tað hevði verið lýst av prædikustólinum. Stutt eftir gift­ ist hann heima við hús við Emmu Theodoru Manting. Sum fúti kundi Pløyen við at seta plakat upp í býnum kunngera reglur av ymiskum slag, sum havnarfólk skuldu halda seg til. Tey sjey árini, Pløyen var fúti, gjørdi hann nakrar slíkar plakatir, og tær hava allar sína søgu at siga um lívið í Havn í 1830-árunum. Fimm av hes­um plakatunum snúðu seg um at bøta um reinførið í býnum. Luktur heilsuskaðiligur Ein av plaktunum varð kunngjørd 17. juli 1831. Heitið á henni var: »Placat angaaende hovederne af Seien«. Plakatin staðfesti, at tað var vanligur siður í Havn at blaka høvd av seiði á gøt­una ella á tann fyrsta og besta køstin. Hesin siður hevði við sær, at ein ótolandi luktur legði seg um býin, og slíkur luktur var »skadelig for Sund­ heden«. Fyri at koma hesum heilsuvandanum til lívs ásetti fútin, at øll skuldu blaka høvdini á sjógv, og tað skuldi gerast so langt burturi, sum til bar. Tann, sum helt áfram at kasta høvd út í tún ella í køstin, fekk bót. Har­um­framt ásetti Pløyen, fyri at leggja áherðslu á álv­aran í mál­inum, at um komið varð fram á seiða­høvd uttan fyri eini hús ella í køst­ inum, skuldi tann, sum átti húsið ella køstin, ábyrgd­ast fyri tað. Eig­arin kundi snúgva sær undan ábyrgd­ini, um hann vísti á rætta brots­ mannin. H e n d a plakat­in passar væl inn í breiðari evro­peiska søgu. Sið­ur­in at blaka burturkast frá sær á gøtuni var ikki ser­ før­oyskur, tí tað varð gjørt alla staðni í Evropa. Við ídnaðar­ koll­velt­ingini kom ordilig ferð á miðsavningina, og fólkatalið í býunum vaks við rúkandi ferð. Saman við fólkatalinum vuksu trupulleikarnir við vantandi reinføri í stóru býunum, og fólk í hópatali doyði av kolera, tyfus, gulum fepuri og øðrum sjúkum. Bakteriur og virus vóru ókend fyribrigdi. Í staðin var vanliga fatan­in, at ramur luktur var orsøk til, at hesar sjúkur smitt­aðu so illa. Henda hugsanin verð­ ur á læknamáli nevnd miasma. Í orð­ingini á plak­at­ini hjá Pløyen sæst, at hann var ávirk­ aður av hugs­an­ini um, at luktur hevði smittandi sjúku við sær. Markaði Havnará Plakatin við seiða­høvd­unum var ikki tann fyrsta, sum Pløyen kunngjørdi í royndunum at bøta um reinførið í Havn. 16. desember árið fyri, í 1830, kunngjørdi hann eina plakat um ánna. Á plakatini skilst, at havnarfólk vaskaðu klæði, ull og fisk í ánni, og har arbeiddu tey eisini skinn og annað, og kríatúr endaðu sínar dagar við at bløða út í ánna. Endamálið við plakatini var, at havnar­fólk skuldu kunna fáa reint vatn, sum var sunt at drekka. Pløyen fekk tí ein jarnsmið at smíða eitt M, og tað merkið varð sett á tann stóra steinin, sum stóð í ánni beint áraka húsini hjá Johannes Djurhuus. Plakatin ásetti, at alt dálkandi arbeiði skuldi gerast sunn­ an fyri M’ið, so reint drekkivatn fekst norðan fyri tað. Varð henda áset­ingin brotin, var bótin 1 mark, men hon tví­ faldaðist fyri hvørt brotið. Sostatt kundi tað gerast dýrur óvani at dálka ánna norðan fyri markið, og betri gjørdist tað ikki av, at foreldur og hús­bøndur høvdu ábyrgd av børnum og tænastu­ fólkum sínum. Í 1832 varð nýggj niðara brúgv gjørd tvørtur um Havnará, og hana vildi Pløyen verja. Hann kunngjørdi tí 14. sep­tember eina plakat nevnd »Placat ang. den nye Træbro«. Plakatin setti for­boð móti at leggja klæði, skinn og Pløyen Christian Pløyen var millum tiltiknastu donsku embætismenninar í 19. øld. Eftir fútatíðina var hann amtmaður frá 1837 til 1847, og sostatt hevði hann stóra ávirkan á føroyska samfelagið í 17 ár. Henda ávirkanin verður í løtuni kannað, men fyri fyrst kunnu vit í hvussu er staðfesta, at hann tók fyrstu avgerandi stigini fram móti tí reina og fríða Tórshavnar býi, sum øll eru so stolt av í dag.