Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-15, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mars 2013síða 51

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 31 · 15. mars 2013 11 VIKUSKIFTI ann­að á brúnna, og um hetta forboð varð brotið, tóku myndugleikarnir klæð­ini, og ánarin fekk eina bót í staðin fyri. Skyldu at feia og skola gøtuna Triðja plakatin um reinføri í Havn varð kunngjørd 6. september 1832. Hon hevði til endamáls at halda gøturnar rein­ar. Pløyen brúkti aftur hesa ferð heilsu­ligu fyrimunirnar av reinføri sum grundgeving, tá hann grundgav fyri hesi plakatini við orðunum: »For at vedligehold den for Sundheden saa nødvendige Reenlighed.« Plakatin gjørdi tað til eina skyldu hjá øllum húsa­eigarum ella leigarum at halda gøtuna og rennusteinarnar uttan fyri hús síni rein. Tað skuldi gerast við at feia og skola gøtu og rennustein í minsta lagi hvønn leygardag. Um hesi boð­ini ikki vórðu fylgd, var revsingin ein markur, og eisini henda revsingin tví­fald­aðist fyri hvørt brotið. Í sambandi við hesa plakatina minti fútin eisini á forboðið móti at blaka seiðahøvd á gøtuna, sum hann hevði kunn­gjørt 17. juli árið fyri. Okkurt bendir á, at tað vóru tey, sum ikki høvdu fylgt boðunum. Hvalarov á streymasjógv 5. august 1836 løgdu 397 hvalir beinini á Eystaru vág. Havnarfólk gjørdu, sum tey vóru von, sjálvt um henda grindin í stødd var ein av teimum stóru. Pløyen var farin til Danmarkar hetta summarið, so Jens Davidsen virkaði sum fúti fyri hann. Davidsen var sjálvur vaksin upp í Føroyum, men eftir øllum at døma hevði hann tikið hugburðin um reinføri til sín. Fimm dagar eftir drápið varð hann troyttur av øllum rotnandi grinda­ rovunum í býnum. Hann gjørdi, sum Pløyen áður hevði gjørt, og setti seg at orða eina kunngerð, sum skuldi almanna­kunngerast við uppslagi. Í kunn­gerð­ini sæst, at havnarfólk gjørdu tað sama við grindakúlur, sum tey høvdu gjørt við seiðahøvd. Davidsen kunngjørdi í hvussu er, at tað nú var bannað at lata kúlur og aðrar hvala­ leivdir liggja í býnum og flóta. Nú høvdu øll skyldu til at føra slíkt burtur­ kast út á streymasjógv, og tey skuldu eisini rokna við, at tað fór at fáa av­leið­ ingar, um hesi boð ikki vórðu hildin. Fyllskapur og nótakast Hinar báðar plakatirnar, sum ikki bein­leiðis høvdu nakað við reinføri at gera, vóru um ávikavist fyllskap og nóta­kast. Plakatin um brennivín staðfesti, at tað var sera vanligt at drekka brennivín í Havn. Fyri at koma tí til lívs ásetti plakatin 7. november 1830, at framyvir fóru tey, sum gingu full í býnum, uttan víðari at verða koyrd í Corps de Garde at sova rúsin út. Síðani skuldu tey rokna við at verða ákærd eftir galdandi regl­ um og fáa revsing fyri brotsverk sítt. Í Havn hevði seiður stóran týdning. Stórar seiðatorvur komu javnan inn á vágirnar, og í 1788 stovnaðu havnarfólk »thorshavnske Seyefiske-Selskab med Vaad«. Endamálið var at hava eina stóra felags nót, so sum mest fekst burtur úr. Trupulleikin hjá felagnum var, at bygdar­fólk streymaðu til Havnar, so skjótt sum tey hoyrdu, at seiðatorvur vóru á Havnarvág. Í 1795 vendi felagið sær til kongs um at fáa einkarætt til at kasta nót í Havn. Rentukamarið við­ gjørdi málið í nøkur ár, men 28. mars 1798 varð avgjørt at ganga ynskinum um einkarætt á møti. Við nótini fingu havnarfólk seið í milliónatali. Í døgunum frá 24. januar til 20. februar 1810 komu 2.217.000 seið­ ir í nótina. Tann veturin var veiðan so góð, at bygdarfólk fingu 858.900 seiðir úr rúgvunum, sum havnarfólk høvdu veitt. Plakatin, sum kom upp at hanga 25. november 1835, bendir á, at tað við­ hvørt kundi vera rokaligt, tá nótin varð kastað, tí plakatin ásetti, at bæði børn og vaksin skuldu halda seg so langt burtur frá teimum, sum luttóku í nóta­ kast­inum, at tey ikki vóru í vegin. Har­ um­framt skuldu øll akta boðini, sum for­menn­inir fyri nótakastinum góvu. Vóru hesi boð ikki fylgd, var bótin vís. Skil skuldi vera í øllum. Royndir Pløyens at bøta um reinføri í havnargøtum eru ítøkilig dømi um ta moderni­ seringina av føroyska samfelagnum, sum eyðkendi 19. øld. Henda moderniseringin er evnið í stórari verkætlan, sum Granskingar­ráðið í fjør játtaði stuðul til. Verk­ ætlanin eitur »Det færøske samfunds trans­formation – Et helheds­perspektiv på de sociale og økonomiske kræfter der skabte det moderne Færøerne.« Partur av verk­ætlanini er at kanna, hvussu stóran leiklut teir fáu embætis­menninir í Føroyum høvdu í nútímans­gerð­ingini av føroyska samfelagnum. Áarvegurin og Havnará í 1839. Húsini hjá Johannesi Djurhuus eru tey ovastu við tveimum skorsteinum. Kanska er tað steinurin við M’inum á, sum sæst undir brúnni, har ein maður fer um ánna. Nógv arbeiði var at gera eftir eitt væleydnað nótakast. Her eru fólk í túninum í Geil í ferð við at fáa seiðafongin til høldar Barthélemy Lauvergne málaði myndina