fríggjadagur 15. mars 2013síða 52
Tekstur á síðuni
nr. 31 · 15. mars 2013
Eingin skundur!
Kanningin skuldi verða liðug 31.
desember 20012, men stígur kom í
arbeiðið, tá Landsbankin varð avtikin.
Dimmalætting
Bert spæl!
Tað er týdningarmikið, at vit sum
politikarar tora at spæla við.
Bjørn Kalsø um telduspøl
Kanska er dysturin eins
torførur hjá mótstøðuliðnum!
Steypavinnarin tórføran dyst í fyrsta umfari
Kringvarp.fo
Men B36 fekk bert javnleik alíkavæl!
Bara eitt lið á vøllinum
Dimmalætting
Tað hevði verið nakað!
Kundu økt støddina við tíggju sentrimetrum
Kringvarpið
Tingið til Suðuroyar!
Løgtingið viðger Varðan
á Tvøroyri í dag
Portal.fo
Í ranga
strúpan
Edward Fuglø
í Havn
Listamaðurin Edward Fuglø letur fríggjadagin upp
framsýning í Galerie Focus í Havn. Edward Fuglø,
sum er búsitandi í Klaksvík, hevur seinnu árini
ferðast víða við sínari list, og nú verður gjørligt at
síggja hansara verk í høvuðsstaðnum. Framsýningin
er opin fram til 27. mars.
Edward Fuglø
Framsýning í Galerie Focus
Fernisering fríggjadagin
15/3 kl. 16.00
Stórur áhugi
fyri Eivør
Konsertin við Eivør Pálsdóttir í danska høvuðsstaðnum
í apríl er útseld, og tí er eykakonsert sett á skránna.
Eivør var upprunaliga sett at spæla í Ideal Bar í Vega
hóskvøldið 11. apríl, og áhugin fyri hesi konsert hevur
verið so stórur, at øll atgongumerkini til framførsluna
eru seld. Tí hevur Vega sett eina eykakonsert á
skránna, og hon verður dagin fyri – mikudagin
10. apríl. Meira ber til at lesa um konsertirnar á
heimasíðuni hjá Vega – vega.dk.
Dansiband á Hálsi
Leygarkvøldið spælir ein av best umtóktu dansibólkunum
úr Danmark í Havn. Talan er um Kandis, sum skal spæla sín
lívliga tónleik fyri føroyingum, sum hava hug at dansa.
Kandis
Ítróttarhøllin á Hálsi
Leygarkvøldið 16/3 kl. 23.00
Stuðulskonsert
Nógv børn og ung í Føroyum liva við sváru sorgini yvir at
hava mist foreldur ella systkin. Berin hevur seinastu 10
árini, givið teimum møguleika at hitta onnur í somu støðu til
prát og samveru í sjálvhjálparbólkum. Leygarkvøldið spæla
Eivør, Hanus G. Johansen, Cantus og Døgg Nónsgjógv á
stuðulskonsert til frama fyri sjálvhjálparbólkin.
Stuðlskonsert
Norðurlandahúsið
Leygardagin 16/3 kl. 19.00
baksíðan...
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
– Eg venji
saman við persónligum
venjara tvær ferðir um
vikuna. Tað er sovorðin
stjóravenjing – ikki
nakað, eg fái hald
í nakkan av
Thomas Blachman, danskur
X-Factor dómari
Kvinnur í dag
mugu njóta lívið meira.
Brúka heilan og ikki
samanbera seg við
photoshoppaðar
kvinnur
Annika Hoydal, songkvinna
og sjónleikari
20 ára gamli Rógvi Joensen,
nýggjur liðformaður hjá TB eftir
Óla Johannesen
– Eg mátti spyrja Óla,
hvørjum armi liðskipara
bindið skuldi vera á