mánadagur 18. mars 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
- Hetta er eitt uppskot, sum
eg saktans kann liva við, og
við onkrum fínjusteringum
er hetta ein frálík loysn.
Tað sigur Kári Thomsen,
arkitektur, um uppskotið hjá
Páll Holm Lave.
Uppskotið leggur upp til,
at bátahylurin verður varð
veittur.
- Hetta uppskotið leggur
rúmd ímillum nýggju frysti
goymsluna og gomlu friðaðu
húsini. Samstundis verður
kaikanturin varðveittur, so
tað er heilt í tráð við tað, sum
eg sjálvur hevði hugsað mær,
sigur Kári Thomsen.
Ein slík broyting í bygg
ingini fer sjálvandi at taka
longri tíð, men tað heldur
Kári saktans er at liva við.
- Talan verður um eitt
størri og dýrari arbeiði, og
tað slepst ikki líka skjótt í
gongd, men tað átti ikki at
forða fyri nøkrum. Tað er jú
ikki so, at 100-tals milliónir
standa upp á spæl, og hetta
er væl ein loysn, sum eisini
Varðin Pelagic kann liva við,
sigur Kári Thomsen.
Hann heldur, at avskip
ingarmøguleikarnir í oynni
eru so mikið góðir, at Varðin
Pelagic átti at klára seg við
teimum, inntil nýggja frysti
goymslan stendur liðug.
- Tað ber til at avskipa
bæði frá kaikantinum á
Tvøroyri og í Vági. Við upp
skotinum hjá Páll Holm Lave
fæst ein loysn, sum allir part
ar eiga at kunna liva við, sig
ur Kári Thomsen.
Hann skoytir uppí, at
kærumálið,
hann
sendi
Kærunevndini í Lendismál
um, er nú kærd víðari til
Eystara Landsrætt.
– Nú Varðin Pelagic skal
víðka um frystigoymsluna
er umráðandi at nýggi til
bygningurin ikki kemur ov
nær søguligu Pakkhúsu
num.
Tað sigur arkitekturin
og froðbingurin, Páll Holm
Lave, sum hevur stóran
áhuga fyri Tvøroyri. – Tí
komi eg við einum uppskoti
um eina heildarætlan, sum
eg síggi sum eina skynsama
loysn fyri bæði Varðan Pe
lagic og gomlu pakkhúsini,
sigur hann.
»Uppskotið lýsir, hvussu
okur kunnu samantvinna
vinnu og mentan. Við at
flyta nýggja bygningin áleið
10 metrar vekk frá ovara
vestara horni á verandi
frystigoymslu,
og
síðan
snara bygninginum umleið
17 stig, fáa okur ein hóskandi
fráleika til gomlu pakkhúsini.
Okur skapa eitt rúm, ið ikki
var
frammanundan,
eitt
rúm, ið vendir suður/vestur
við góðum sólargangi, og tí
hóskar væl sum bátatorg.
Uppskotið leggur eisini upp
til, at hylurin í framtíðini m.
a. kann nýtast sum smábáta-
og ferðavinnuhavn. Framsíð
urnar hjá Varðanum Pelagic,
sum venda móti pakkhús
unum, kundu verðið prýddar,
so tær eisini góvu sítt ískoyti
til nýggja býarrúmið«.
Hugskotið
at
fylla
hylin kílaformaðan gevur
møguleika fyri, at Varðin Pe
lagic kann byggja út á sunn
ara armi, og at kommunan
kann arbeiða við eini lættari
træbryggjuloysn á norðara
armi.
Tað ger tað eisini møgu
ligt hjá kommununi - seinni
- at leingja um havnafrontin
á hesum norðara armi við
træhúsum, ið tosað sama
mál sum gomlu pakkhúsini.
Her kundu so kanska smá
vinna og áhugabólkar hús
ast niðri við bryggjuna.
Hetta nýggja bryggju
økið - við einum hugnaligum
trappuskapi við sjóarmálan
- er vælegnað sum møtustað
hjá fólki.
Kanska skuldi kunning
arstovan verði flutt oman
á bátatorgið. Her kundu
bussar
við
ferðafólkum
støðga, tá tey vitja á Tvør
oyri. Tá hevði kunningar
stovan ligið á rætta stað.
Møguleiki hevði verðið hjá
teimum ferðandi at ging
ið ein stuttan túr niðan á
fiskaplássið, yvir til dokt
arahúsini og aftaná hevði
verði gott við onkrum leski
ligum frá pubbini hjá Thom
sen.
Við at gera eina bryggju,
har
fólk
kunnu
ganga,
handla, sita á café, drekka
leskandi drykkir, tosa um
leyst og fast, arbeiða, gera
smáhondverk og list, kans
ka vitja áhugafelagið hjá
sær um kvøldanar og kans
ka fara í bryggjudans!
Ja eina bryggju, ið lík
ist tí gamla pierinum við
lívi í, har lossing og prát
og fráferðir vóru gerandis
kostur. Har fólk fara at
siga: »Kom oman á bryggj
una«. Tí har verður gott at
vera, sólin stendur bakandi
inn á tey smáu træhúsini,
og tú kanst sita og njóta
eina løtu saman við vin
fólki og ferðandi ein vakran
summardag og summar
kvøld. L
íknandi hugnalig um
hvørvi kenna okur frá til
dømis Vágsbotni í Havn, Ny
havn í Keypmannahavn og
"Hansabryggen" í Bergen«,
sigur Páll Holm Lave, Arki
tektur M.A.A, í hesum upp
skoti.
Tvinna mentan og vinnu saman
Páll Holm Lave, arkitektur, hevur gjørt eitt uppskot um loysn á viðurskiftunum
á Tvøroyri, soleiðis at mentanin og vinnan kunnu ganga hond í hond
Uppskotið leggur
rúmd millum friðaðu
bygningarnar og nýggju
frystigoymsluna
Hatta er eitt frálíkt uppskot
Kári Thomsen, ið upprunaliga kærdi byggingini hjá Varðanum Pelagic, heldur,
at uppskotið hjá Páll Holm Lave við onkrum fínjusteringum er frálíkt
Kári Thomsen, ið upprunaliga kærdi byggingina
av nýggjari frystigoymslu hjá Varðanum Pelagic,
fegnast um uppskotið hjá Páll Holm Lave