Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mars 2013síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sært tú forðingar sum avbjóðingar? Vodafone søkir eftir virkisfúsum sølu- og marknaðarstjóra. Freistin at søkja starvið er 7. apríl 2013 Vodafone er ein fjarskiftisfyritøka, ið bjóðar tænastur innan GSM, fastnet telefoni, IP net og ADSL. 32 fólk starvast á Vodafone. Vodafone leitar eftir einum virkisfúsum og ágrýtnum sølu- og marknaðarstjóra, ið fær ábyrgdina av fýra høvuðsøkjum: Privatsøla og tænasta Vinnusøla og tænasta Marknaðarføring Produktmenning Vit bjóða Eitt starv í heimsins størstu fjarskiftisfyritøku, har tænasta og góðska verða sett í fremstu røð, og har tú ert ein av lyklapersónunum í fyritøkuni og fært møguleika at starvast í einum spennandi og nýskapandi umhvørvi. Førleikakrøv Vit ynskja, at umsøkjarin er ein liðspælari við góðum samskiftiseginleikum. Viðkomandi skal hava útbúgving og/ella hollar royndir innan sølu og marknaðarføring. Harumframt ynskja vit, at umsøkjarin hevur leiðslu- royndir. Løn og setanartreytir verða gjørdar í samráð við leiðsluna. Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Gudny Langgaard á tlf. 502050, ella við at senda teldupost til gl@vodafone.fo. Umsóknir, lívsrensl og viðmæli sendast til gl@ vodafone.fo ella Óðinshædd 2, FO-100 Tórshavn.