mánadagur 18. mars 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Skulu Føroyar loysa frá
Danmark, skal tað fyrst sam
tykkjast av tveimum fylgj
andi løgtingum.
Og síðani skal tað eisini
samtykkjast á eini fólkaat
kvøðu
Tað heldur Kaj Leo Holm
Johannesen, løgmaður og
formaður Sambandsfloksins.
Í yvir 10 ár hava politikar
ar roynt at finna semju um
eina nýggja, føroyska stjórn
arskipan.
Enn
hevur
tað
ikki
eydnast.
Men nú heldur Kaj Leo
Holm Johannesen, løgmað
ur og formaður Sambands
floksins, at arbeiðið at gera
eina nýggja føroyska stjórn
arskipan, eigur at verða tikið
uppaftur og gjørt liðugt.
Staðfesta ríkis
felagsskapin
Men formaður Sambands
floksins hevur eisini eina
púra greiða fatan av, hvat
endamálið við eini nýggjari,
føroyskari
stjórnarskipan
skal vera.
- Hendan nýggja stjórn
arskipanin skal staðfesta
ríkisrættarligu støðu okkara,
sigur hann.
Samstundis sigur hann, at
ein staðfesting í eini nýggjari
stjórnarskipan kann vera, at
tað skal ikki bera til at loysa,
fyrrenn tvey fylgjandi Løg
ting hava samtykt tað.
Harafturat skal loysingin
góðkennast á eiini fólkaat
kvøðu, sigur Løgmaður
Ein slík fólkaatkvøða skal
verða millum eitt hálvt og
eitt ár eftir eina løgtings
samtykt.
Kaj Leo Holm Johannesen
sigur, at hetta skal forða fyri,
at ein stuttskygd avgerð verð
ur brúkt sum grundarlag fyri
loysing.
-
Soleiðis
kunnu
vit,
við hesi nýggju stjórnar
skipanini, staðfesta, at vit
eru javnbjóðis lond í ríkis
felagsskapinum, og at ein
einsamøll løgtingssamtykt,
ikki skal kunna føra til loys
ing, sigur formaður Sam-
bandsfloksins.
Hann heldur, at henda
nýggja stjórnarskipanarlógin
skal koma í staðin fyri stýris
skipanarlógina vit hava.
- Tí skal hon vera á sama
rættarstigi sum hendan. Tað
merkir, at hon skal virða
grundlóg og heimastýrislóg,
sigur Kaj Leo Holm Johanne
sen.
Áki Bertholdsen
- Í Framtíðini fara tað at
verða eini fýra ella fimm stór
fiskavirki eftir í landinum.
Og samstundis fer allur
fiskiflotin at verða miðsavn
aður í eini fýra ella fimm stór
feløg
Tað er ein boðskapur hjá
Kaj Leo Holm Johannesen,
løgmanni og formanni Sam
bandsfloksins.
Á
landsfundinum
hjá
flokkinum í Fámjin leygar
dagin, boðaði hann frá stór
um og víðfevndum broyting
um í okkara fiskivinnu.
Nógv harðari treytir
Í hesum sambandi staðfestir
løgmaður og formaður Sam
bandsfloksins, at framyvir
fara treytirnar fyri at fáa
fiskiloyvi, at verða munandi
herdar.
Í hesum sambandi verður
tað eitt krav, at allur fiskur
skal um føroyskan kaikant.
Her hugsar hann um alt
tað, føroyingar fiska, bæði
tað, vit fiska undir Føroyum
og tað, vit fiska í Barents
havinum og á øðrum mið- og
fjarleiðum.
- Hetta verður sjálvandi
ikki galdandi fyri tað, vit
fiska í Kyrrahavi, ella onkra
aðrastaðni hinumegin jørð
ina. Men tað verður galdandi
fyri alt, vit fiska her um leið
ir, sigur hann.
Allur fiskur eigur at land
ast um føroyskan keikant
fyri at skapa virðisøking í
vinnuni.
- Ein treyt fyri at fáa
brúksrætt til fiskatilfeingi
í framtíðini, verður at allur
“matur” verður tikin til lands,
staðfesti hann.
Hann sigur, at hetta verð
ur eitt krav fyri at skapa
virðisøking í Føroyum.
- Endamálið við hesum er
at stuðla uppundir okkara
yvirskipaðu ætlan um, at
okkara matvøruvirki í fiski
vinnuni og alivinnuni, fáa
nóg mikið av rávøru til høld
ar, sigur hann.
Kaj Leo Holm Johannesen
sigur, at hetta fer at skapaa
arbeiðspláss, búskaparvøkst
ur og harumframt fer tað at
breiðka inntøkugrundarlagið
hjá landskassanum.
Hinvegin kemur løgmað
ur í hesum sambandi ikki
inn á spurningin um fiskurin
samstundis skal umvegis
uppboðssøluna.
- Tað er ein annar spurn
ingur, men tað kann vera
torført at tvinga reiðarar at
selja fisk umvegis eina ávísa
skipan, sigur Kaj Leo Holm
Johannesen.
Ongi rullandi loyvi
Harafturat staðfesti Kaj Leo
Holm Johannesen eisini, at
fiskiríkidømið er ogn Føroya
fólks.
Hinvegin fara reiðarar at
fáa ein brúksrætt til okkara
fiskiríkidømi fyri eitt ávíst
tíðarskeið.
Tað fer at gera vinnuni
tryggar karmar til íløgur og
rakstur í eitt ávíst áramál
- Hesin brúksrættur skal í
mista lagi vera galdandi í átta
ár og í mesta lagi í 12 ár segði
løgmaður og formaður Sam
bandsfloksins.
Hann gjørdi samstundis
greitt, at Sambandsflokkurin
fer ikki at góðtaka, at reiðarar
fáa rullandi brúksloyvi og at
vinnan sostatt fær óavmark
aðan ognar- og ræðisrætt til
okkara fiskatilfeingi.
Somuleiðis fer Sambands
flokkurin heldur ikki at góð
taka, at bankarnir fáa veð í
veiðuloyvum.
- Hetta er tað sama
sum at avhenda ognar- og
ræðisrættin til bankarnar,
leggur hann afturat.
Fá og sterk feløg
Kaj Leo Holm Johannesen
leggur dent á, at skal tað
bera til at røkka málinum, er
neyðugt at skipa fiskivinnu
na í færri og sterkari feløg.
Her hugsar hann bæði um
fiskavirki og um fiskiskipini
yvir 15 tons.
- Hetta er tað, sum skal
til, fyri at vit skulu verða
fult kappingarfør við heim
sins lond, bæði tá ið talan
er um burðardygga veiðu og
kappingarførar virðisøking
areindir, sigur Kaj Leo Holm
Johannesen.
Í hesum sambandi sigur
hann, at ein kappingarfør
virðisøkingareind kann vera
antin skip ella virki, ella
bæði.
Kaj Leo Holm Johannesen
sær sostatt fyri sær, at
framyvir verða tað bara
eini fýra ella fimm stór
Ein nýggj føroysk stjórnarskipan skal virða
grundlóg og heimastýrislóg og hon skal staðfesta
støðu okkara í ríkinum. Tað var boðskapurin frá
løgmanni og formanni Sambandsfloksins, til fólkið
á landsfundi Sambandsfloksins leygardagin
Loysingin hjá Føroyum
leggjast í fasta karmar
STJØRNARSKIPAN Ein nýggj stjørnarskipan skal tryggja, at føroyingar
ikki verða loystar frá Danmark í óðum verkum
Hetta skal forða
fyri, at ein stuttskygd
avgerð verður brúkt sum
grundarlag fyri loysing
Fiskiskip og virki skulu
miðsavnast í 4-5 feløg
MIÐSAVNING Bæði fiskiskip og virki fara at verða miðsavnað í nøkur fá, sterk feløg,
sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum