Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mars 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Landskassin skal hava einar 250-300 milliónir krónir í inn­ tøku av tilfeingisgjaldi. Tað sigur Kaj Leo Holm Jo­hanne­sen, løgmaður og fo­r­mað­ur Sambandsfloksins. Sambandsflokkurin hevði landsfund í Fámjin um viku­ skiftið og har um­røddi fund­ ar­fólkið eisini møgu­leik­ar­nar fyri at út­vega lands­kassa­ num eyka inn­tøk­u­r. Og í hesum sambandi varð eisini tosað um til­feing­is­gjald. Kaj Leo Holm Johan­ne­ sen staðfesti, at tað var Sam­ bands­flokkurin, sum gekk á odda a seta í verk eitt ”rímu­ ligt og rætt­víst” til­feing­is­ gjald á upp­sjóv­ar­fisk, sum hann málbar seg. - Úrslitið er, at nú verður somu­leiðis arbeitt fyri at seta eina nýggja langtíðarskipan í verk, har tilfeingisgjald eisini verð­ur lagt á restina av fiski­vinn­ uni, eisini á ali­vinnu­na. Tann skipanin við til­ feing­is­gjaldi á fiski- og ali­ vinnu­na, skal koma í gildi á nýggj­ári­num. 350-300 milliónir Kaj Leo Holm Johannesen sig­ur, at tað hevur stóran týdn­ing, at ein slík skipan við tilfeingisgjaldi er so mik­ið væl umhugsað, at all­ ir partar í vinnuni kunnu stað­festa, at hetta verða teir støðu­gu framtíðarkarmar, sum vinnan skal virka undir. Samstundis skal skipanin var so mikið væl skiðað, at tað fer at eggja til nýíløgur í vinnu­na. - Tað verður neyðugt at breið­ka inntøku­grund­ar­lag­ ið hjá lands­kassa­num, ikki minst eftir at ríkis­veit­ing­in varð skerd í 2002. - Tann avgerðin kostar okk­um yvir 600 milliónir um ár­ið í mistum inntøkum og tað holið í landskassanum skal fyllast. Løgmaður sær tískil fyri sær, at at tað verður neyðugt at krevja eitt ávíst til­feingis­ gjald fyri tey 500.000 tonsini, vit hava av fiskatilfeingi, tí tað ber ikki longur til at út­ luta fiskirættindi ókeypis. Enn er ikki avgjørt, hvus­ su stórt tilfeingisgjaldið skal vera, tí tað skulu sam­gongu­ flokk­ar­nir samráðast um. Men hann sær fyri sær, at sum frálíður, fer til­feing­is­ gjald­ið á fiski- og alivinnuna at liggja um einar 250-300 mill­ión­ir krónur um árið. Mugu ansa eftir Øll sambandsfólk eru ikki so fegin um ætlanina at á­legg­ja vinnu­ni at rinda til­feing­is­ gjald. Ein av teim­um er Bjørn Kals­ø, lands­stýris­mað­ur, sum kem­ur úr fiski­vinnu­høv­uðs­ staði Før­oya, sum Klaks­vík­ ing­um dá­ma at kal­la seg sjál­ v­ar. - Nógvir politikarar hava lyndi til at halda, at bara tað gongur væl í fiskivinnuni, skulu pengarnir beinanvegin slús­ast niður í landskassan - Eg haldi, at vit eiga at vera varin. Men vit síggja eisini, at tá ið tað gongur væl í vinnu­ni, verða eisini stórar íløg­ur lagdar í nýtt virksemi. - Tað er nýggja upp­sjóv­ar­ virk­ið á Tvøroyri besta dømi um, sigur Bjørn Kalsø. Hann heldur, at tað er sanni­liga eisini eitt slag av til­feingis­gjaldi. - Draga vit allar peng­ ar­nar úr vinnuni, kann tað hen­da, at virksemið fer at verða lagt aðraastaðni og tað mugu vit ansa eftir, sigur lands­stýris­mað­urin. Vinnan skal rinda 250-300 milliónir í tilfeingisgjaldi TILFEINGISGJALD Næsta ár skal tilfeingisgjald leggjast á øll rættindi í fiskivinnuni og alivinnuni, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður í formaður Sambandsfloksins Skpanin við til­feing­ is­gjaldi á fiski- og ali­vin­ nu­na, skal koma í gildi á nýgg­j­árinum Tann avgerðin kostar okkum yvir 600 milliónir um árið í mistum inn­ tøkum matvøruvirki til botnfisk, uppsjóvarfisk og laks í Føroyum, ella kanska enntá færri. Men hann ivast sam­ stundis heldur ikki í, at tað fara at verða fleiri smá virki við serframleiðslum av yms­ um slagi. Samstundis sær hann fyri sær, at fiskiflotin eisini fer at verða miðsavnaður í fýra ella fimm stór reiðarí. Her hugsar hann um skip yvir 15 ár. Hann staðfestir, at ein mið­savning fer longu fram, sum er. Nógv halda, at hetta er eitt vandatekin, men tað heldur Kaj Leo Holm Jo­ hanne­sen, ikki. - Ein kappingarfør fiski­ vin­na bindur so ómetaliga stór­an kapital, at tað slepst ikki undan eini miðsavning, sig­ur hann. - Tað er gongdin í Íslandi, Noregi og ES og tað verður eisini gongdin her heima hjá okk­um. Hann hevur onga meining í, at hvar hesi feløgini fara at vera, men tað veldst um, hvat kapital­urin er. Inntøkur Tað er ein farin tíð, at føroyska samfelagið fer at útluta 500.000 tons av fiskatilfeingi fyri einki. Tað fingu sambandsfólk at vita frá floksformanninum á landsfundinum í Fámjin leygardagin