Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mars 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Petur Jacob Petersen og familjan fingu ein ordans hvøkk leygardagin. Tey sótu við døgurðaborðið heima á Saltnesi. Fyrst hoyrdu tey eitt buldur, og tá ið tey fóru at hyggja, sótu tey ein bil koma sendandi eftir vegnum, og hann fór upp um bilverjuna og endaði á sjónum. Petur Jacob Petersen og konan runnu oman, men hann ringdi tó fyrst 112. Tá var ein annar maður longu har og fekk beinanvegin mannin úr bilinum. Bilurin lá við hjólunum upp, og mað­ urin var undir. Sjúkrabilurin, sum var í Runavík, var skjótur. Av tí at eingin visti, um onn­ ur høvdu verið í bilinum, vórðu froskmenn tilkallaðir, men har vóru ikki aðrir per­sónar. 19 ára gamli maðurin var uttan vit, og sum skilst á politinum, fekk hann álvar­ sligar løstir í høvdið. Hann varð sama kvøld fluttur niður á sjúkrahúsið Skejby í Århus, men politiið hevur ikki fingið at vita, hvussu heilsustøða hansara er. Tey, sum luttóku í bjarg­ ingini, sótu saman til klokk­ an 18 um kvøldið og fingu veg­leiðing í, hvussu tey skuldu bera seg at, um hend­ ing­in fór at ávirka tey. – Jú, tað er ógvusligt at vera vitni til slíkt, sigur Petur Jacob Petersen. Vandamikil vegur Bilurin, sum var á veg úteftir, var komin út um Rókina, sum tað verður rópt, og hann fór á sjógv beint uttan fyri lítla pierin, sum er uttarlaga á Saltnesi. Petur Jacob Petersen held­ur, at væl ber til at sleppa undan fleiri slíkum óhappum. – Vit búgva beint upp at einum vegi við nógvari ferðslu, og har fleiri óhapp hava verið. Bygdarfólkið stríddist leingi fyri at fáa ferðmarkið sett niður á 50 km um tíman, og tað eydnaðist. Men so varð gjørd ein nýggj gongubreyt, og ferðmarkið varð sett upp á 80 km um tíman aftur. Nú er tað sett niður á 60 aftur, men eingi skelti eru sett upp, so eingin veit av tí, sigur Petur Jacob Petersen, sum heitir inniliga á Landsverk um at taka hesar upplýsingar til eftirtektar. Randi Jacobsen 19 ára gamli maðurin í óhapp­inum á Saltnesi varð leyg­arkvøldið. í leigaða air­ bussinum fluttur á sjúkra­ húsið Skejby í Århus. Mamm­ an fór niður við honum. Sunnudagin fóru pápin og yngri systkin hansara eisini til Århus. Tað varð mælt all­ ari familjuni at fara niður eisini, fyri at vera um skadda unga mannin og eisini at hjálpa hinum í familjuni. Heima í Føroyum sita most­rar og onnur skyldfólk og bíða eftir at frætta, hvussu gongur hjá Dánjali Bert­holdsen. Tey hava fingið at vita, at ungi maðurin beinanvegin, sum hann kom á sjúkrahúsið, varð lagdur í kunstigt koma. Tað er vanligt at gera í slíkum førum. Hann hevur flutt armar og bein, hevur hostað og rea­ gerað á ymiskar mátar. Av tí at hann hevði ligið í sjónum, hevði hann fingið vatn á lunguni, men tað er blivið betri, sigur mostirin Elisa Simonsen. Hann fekk ymisk brot í ryggin og í hálsinum, og ann­ að handliðið brotnaði. So er spurningurin, hvønn skaða høvdið hevur fingið. Hildið verður ikki, at ferðin hevur verið ov nógv. Hví óhappið hendi er ógreitt, men tann ungi mað­ urin hevur onkursvegna mist tamarhaldið á bilinum. Har var eisini okkurt vegarbeiði. Hildið verður ikki, at ferð­ in hevur verið ov nógv, men fólk eru samd um, at vegurin, har óhappið hendi, er lívs­ hætt­is­ligur. At ferðmarkið skuldi verið sett niður og aðrar ferðsluforðingar við áttu at verið gjørdar. Støðan er stabil Tað gongur rætta vegin, men enn er ov tíðliga st siga, hvussu 19 ára gamli maðurin kemur frá óhappinum Kjálka­ beinið illa brotið Ein maður varð í gjár flutt­ur nið­ ur á Ríkis­ sjúkra­húsið, tí sunnu­ morg­unin varð hann álopin, og annað kjálka­bein­ ið var illa brotið Randi Jacobsen Tað var klokkan 04.45 sunnumorgunin, at fólk ringdu á politi­støð­ina í Havn og bóðu um at fáa sjúkra­bil til ein mann, sum lá í Klubba­garð­in­um. Maðurin var ant­in sparkaður ella sligin í høvdið, og tí var annað kjálka­beinið brotið í tveim­um støðum. Seinni um morg­ unin ringdi hann sjálv­ur eis­ini til poli­tiið og meld­aði álop­ið. S u n n u d a g i n royndi løgreglan gjøg­num fjøl­miðl­ar­ nar at sókn­ast eftir vitnum til hend­ ingina. Tað gav einki ser­ligt, men politiið hevur illgruna um, hvør framdi ill­gerð­ ina, og farast skuldi í dag at tosa við mannin og av­hoyra hann. Tann álopni mað­ ur­in varð sunnu­ dagin flutt­ur niður á Lands­sjúkrahúsið. Ferðmarkið á vegnum, har ein bilur fór út av leygardagin, má setast niður, sigur Petur Jacob Petersen á Saltnesi Hoyrdu buldrið frá óhappinum Vegurin liggur fram við sjóarmálanum. Bilurin fór út av á teininum uttast til høgru á myndini