Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mars 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt - Tað er ein trupulleiki fyri alt fakið, tá fólk ikki klára seg fyri lønina. Eftirhondini er hetta eisini blivið ein sam­ felags­trupulleiki. Maud Wang Han­sen, for­ kvinna í Peda­gog­felag­num, vil hava eitt generelt lønar­ lyft fyri limirnar. Boðskapurin, ið varð lagd­ ur fram á aðalfundinum hjá felag­num leygardagin, var start­skotið til tær lønar­sam­ ráð­ing­ar, ið skulu takast upp í heyst. Hóast seinastu sátt­mála­ sam­ráð­ingar endaðu við verk­falli í 22 dagar, so heldur Maud Wang Hansen seg hava eina góða sak hesaferð. - Alt námsfrøðiliga øk­ið er blivið meira kom­plekst. Krøv­ini eru økt, arbeiðs­upp­ gávurnar fleiri og hartil er útbúgvingin uppstigað til bachelorstøði. Vit hava flutt okkum frá ansing til eitt náms­frøði­ligt tilboð, sigur Maud Wang Hansen. Eftir aðalfundin leygar- dag­in sendi Pedagogfelagið út yvirlýsing, har felagið førdi fram, at løn og arbeiðs­ um­støður mugu betrast, tí annars verður hesin bólkurin snøgt sagt rikin av landinum. Yvirlýsingin skal tak­ ast heilt bók­stavi­liga, sig­ur Maud Wang Han­sen. - Byrjanarlønin hjá einum hjálpar­fólki er 18.896 krónur fyri 40 tíma arbeiðsviku. Tað er also minni enn ein ar­ beiðs­manna­løn. Og ein nýút­ búgv­in bachelorur í náms­ frøði tjenar 23.604 krónur, somu­leiðis fyri 40 tíma arbeiðs­viku. Tá umstøðurnar har­um­framt eru soleiðis, at nógv ikki hava møguleika at arbeiða fulla tíð, so sigur tað seg sjálvt, at tað verður trupult at klára seg. Sambært Maud Wang Han­sen arbeiða okkurt um tveir triðingar av hennara limum á dagstovnaøkinum niður­setta tíð. Fyri fleiri er møguleikin at arbeiða fulla tíð ikki til staðar. Fyri onnur er 40 tíma arbeiðsvika snøgt sagt ov strævið, og tí velja tey niður­setta tíð. - Arbeiðsplássini mugu skipast soleiðis, at møgu­leik­ in fyri full­tíð­ar­starvi al­tíð er til staðar. Samstunds má man hyggja eftir inni­haldi­ num í starvinum og taka neyðugu stigini út frá tí, sig­ ur Maud Wang Hansen og nemur við glóðheita spurn­ ing­in til seinastu sátt­mála­ sam­ráð­ingar. Fyrireikingin Fyrireikingartíðin var og er framvegis ein kardi­nal­spurn­ ingur fyri Pedagogfelagið. 22 daga drúgva verkfallið í fjør flutti fyrireikingartíðina frá nøkrum, sum ”kann vera”, til nakað sum ”skal vera.” Men enn er langt á mál, sambært Maud Wang Han­ sen. Tí hóast jaligar til­søgn­ ir frá Kommunala Ar­beiðs­ gevara­felagnum (KAF), so lek­ur framvegis millum teori og praksis. - KAF hevur reelt einki gjørt fyri at tryggja, at kommun­urnar nú eisini seta fyri­reikingartíð av. Ar­beiðs­ gev­ar­arnir vísa á, at tey hava álagt kom­mu­nu­num at halda sáttmálan og ásetingarnar um fyrireikingartíð. Men her fylgir eingin eykajáttan við, og tá nyttar also einki at spæla bóltin út til einstøku leiðar­ar­nar á stovnunum, sigur Maud Wang Hansen a­v­gjørd. Hon vísir á, at sambært ein­um arbeiðsbólki und­ir Tórshavnar Kommu­nu kost­ ar tað høvuðs­stað­ar­kom­mu­ n­uni 2,4 millión­ir krón­ur at trygg­ja ta fyri­reik­ing­ar­tíð, ið Pedagogfelagið hevur sam­ ráðst seg til. - Tað er also ikki meiri enn 1-2 hol á golfvøllinum, sum kommunan ætlar sær gjalda. Og tí skilji eg snøgt sagt ikki manglandi raðfestingina av okkara øki, sigur Maud Wang Han­sen. Fyri Pedagogfelagið hev­ ur fyrireikingartíðin sum nevnt avgerandi týdning, og forkvinnan hevur hug at gera eina samanbering við lær­ar­ar­nar: - Tú kanst bara ímynda tær, at lærarin skuldi verið sam­an við børnunum all­an dagin, uttan høvi at fyri­ reika seg og leggja arbeiðið til rættis. Uttan henda møgu­ leika er trupult og eisini stræv­ið at arbeiða fulla ar­ beiðs­viku, sigur Maud Wang Hansen. Dýra verkfallið Tað kom tíðiliga til sjónd­ar á aðalfundinum hjá Peda­ gog­felagnum leyg­ar­dag­in, at verk­fallið í fjør hevur kostað felag­num nógvar pengar. Ein beinleiðis avleiðing av hes­um er, at limagjaldið nú øk­ist úr 1,6 prosent upp í 1,8 pro­sent av lønini. Hækkingin fer beinleiðis í Aktións- og Upp­lýs­ing­ar­grunnin, sum er verk­fals­grunnurin hjá Peda­ gog­felag­num. - Í krónum og oyrum kost­ aði verkfallið sjálvandi mun­ andi meira enn vit fingu burt­ur úr í lønarhækkan. Men kortini haldi eg fast um, at verkfallið var allar peng­ar­nar vert, sigur Maud Wang Hansen og roynir at argu­men­tera: - Vit fingu staðfest fyri­ reik­ing­ar­tíðina, og har­um­ framt haldi eg at sam­felag­ið fekk eyguni upp fyri týdn­ inginum av náms-frøði­liga arbeiðnum. Nú haldi eg at sam­felagið skyldar okkum, at hetta sæst aftur í komandi sátt­mála­samráðingum. Limirnir í Peda­gog­felag­ num hava rindað dýrt fyri teir 22 dagarnar í verkfallið. Tey, sum fóru í verkfall, fingu endurrindað 76,6 prosent av løn­ini frá fakfelagnum, og peng­arnir vórðu tiknir úr verk­falskassanum. Hóast Peda­gog­felagið legði nógv fyri, so vórðu eisini undantøk gjørd, soleiðis at veikastu brúk­ar­arnir ikki skuldu vera rakt av sáttmálatrætuni. - Land og kommunur hava spart nógvar milliónir upp á okkara verkfall. Tí haldi eg tað ikki vera meira enn rímuligt at pengar nú eisini verða játtaðir, tá sáttmálaásetingarnar um fyrireikingartíð skulu fylgj­ ast, sigur Maud Wang Han­ sen. Seinast samráddist Peda­ gog­felagið saman við øðrum fak­feløg­um, men soleiðis verð­ur ikki hesaferð: - Onnur feløg hava gjørt sínar sáttmálar fyri ymisk tíðar­skeið, og harumframt ber illa til hjá okkum at sita til samráðingar saman við øðrum fakfeløgunum við boðskapinum um, at vit eru í eini serstøðu. So ja, vit samráðast einsamøll næstu­ ferð, sigur Maud Wang Han­ sen og undirstrikar í sama anda­drátti serstøðuna innan náms­frøðiliga økið. Lág løn hóttir námsfrøði FAKTA – brot úr yvirlýsing frá Føroya Pedagogfelag eftir aðalfundin leygardagin: At kalla øll børn eru á dagstovni í dag, tí bæði foreldrini mugu arbeiða úti. Og tørvurin á pedagogum til ser­stovna­ øk­ið er eisini vaksandi, tí talið av brúkarum her økist. Samstundis sum limirnir í Pedagogfelagnum eru lægst lønti fakbólkurin í landinum, so er hann eisini størst­ur, og miðalaldurin er lágur. Hetta átti at tendra ávar­ing­ar­ lamp­ur­nar hjá myndugleikunum, tí tað fellur ofta lætt hjá ung­um, væl útbúnum, lágløntum fólki at skrykkja røturnar upp og flyta av landinum, tá umstøðurnar heima gerast sjón­liga so nógv verri enn í grannalondunum. Og tann støð­an er longu íkomin. Nógv tann størsti parturin av limunum í Pedagogfelagnum er kvinnur, og tann størsti parturin av teimum er kvinnur í burðar­førum aldri. Tað er hetta fólkatilfeingið, ið skal føða kom­andi ættarliðini, sum føroyska samfelagið er í ferð við at reka av landinum. Skulu vit tryggja støðufestið hjá hes­um kvinnum, má lønarlagið lyftast serliga fyri henda fak­bólk. FAKTA Eftir aðalfundin sær nevndin í Pedagogfelagnum soleiðis út: Maud Wang Hansen, forkvinnna, Jógvan Philbrow, Jannie Jacobsen, Elin N. W. Tausen og Wenzel S. V. Olsen. Samsvar er ikki millum løn, ábyrgd og arbeiðsuppgávur innan námsfrøðiliga økið, sum síðstu árini er blivið alt meira komplekst. Tí er neyðugt við einum generellum lønarlyfti, sigur Maud Wang Hansen eftir aðalfundin í felagnum leygardagin Maud Wang Hansen krevur eitt generelt lønarlyft fyri námsfrøðiliga arbeiðið Mynd: Jógvan Olsen Umleið 200 fólk vóru á aðalfundi hjá Føroya Pedagogfelag leygardagin Mynd: Jógvan Olsen