Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mars 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Overvað knø og fótliðir, trupul­leikar við rygginum og pínu í akslunum. Hetta eru vanligastu skaðarnir, sum fólk, ið íðka Insanity, fáa. Í Insanity verður vant eft­ir eini DVD-fløgu, har per­ sónar vísa, hvørjar rørslur skulu gerast, og hvussu tær verða gjørdar rætt. Tær stóru venjingarmiðstøðirnar í Føroyum hava seinastu mán­aðirnar havt liðvenj­ing­ ar í Insanity, men eisini ber til hjá fólki at íðka In­sani­ty framman fyri sjón­varps­ skíggjan heima við hús. Fleiri fáa skaðar Tað eru ikki so fáir føroyingar, sum stríðast við ymsar skað­ ar orsakað av nýggja venj­ ingar­háttinum, ið stavar úr Amerika. – Innan teir seinastu tríggjar mánaðirnar hava vit sæð fleiri og fleiri fólk, sum koma til okkum við skaðum, sum tey hava fingið eftir at hava vant Insanity í eitt longri ella styttri tíðarskeið, sigur Beinta Danielsen. Hon er fysioterapeutur og eigur fysioterapistovuna Stimbur í Havn. Eisini aðrir fysioterapeut­ ar upplivað, at fleiri av teim­ um fólkunum, sum eru farin undir at venja eftir tú ser­ stak­liga harða venj­ingar­pro­ gramminum, fáa skaðar av ymsum slag. Eitt nú Jón­gerð Biskopstø, ið hevur Klaks­ víkar Fysioterapi, kennir til trupulleikan. – Hvørja ferð okkurt upp­ lop er innan nýggjar venj­ ingar­hættir, síggja vit, at fleiri fólk verða skadd av nýggju venjingunum. Insani­ ty er dømi upp á eina trend, har venjingin er so mikið ov­ ervandi fyri vanlig fólk, at tey fáa skaðar og kunnu tí­ skil ikki venja í eina tíð, sigur Jóngerð Biskopstø. Klæmint Isaksen frá Havn­ar Fysioterapi sigur, at størsti trupulleikin við nýggju venjingarhættunum sum til dømis Insanity, er, at fólk leggja ov hart út. – Aloftast er talan um fólk, sum á ongan hátt eru í topp­ formi, men sum byrja knapp­ liga at venja hart og nógv. Og tað er tá, at skaðarnir ofta koma, sigur Klæmint Isak­ sen. Ikki egnað øllum Beinta Danielsen er á ongan hátt fegin um rørslurnar og venjingarskráirnar, ið verða nýttar í Insanity. – Eg skilji ikki, at fólk byrja upp á hesa venjingina, tí í míni verð er talan um púra øra venjing, ið gagnar kroppinum lítið, sigur Beinta Danielsen og heldur fram: – Við hesum slagnum av venjing roynir tú at náa nógv upp á stutta tíð. Tað vil siga, at tað, tú vanliga brúkar ein tíma upp á at venja, skal nú brádliga taka fimm minuttir, og tað sigur seg sjálvt, at tað er ólogiskt at venja soleiðis, sigur Beinta Danielsen. Fyri hana er tann væl­um­ tókti venjingar­hátturin alt annað enn gagnligur. – Rørslurnar hava lítið og einki at gera við tað, sum vit kalla fyri funktionellar rørslur. Rørslur, sum vit brúka í gerandisdegnum, og sum er týdningarmiklar, at vit orka og gera rættar. Rørsl­ urnar í Insanity-pro­gramm­ unum hava so at siga einki at gera við gerandisligt brúk av kropp­inum. Hetta er ein døgnfluga, sum í fleiri førum ger meira skaða enn gagn, greiðir Beinta Danielsen frá. Størsti parturin av teim­ um, sum koma til viðgerðar hjá Beintu Danielsen við Insanity-skaðum, eru fólk, ið ikki eru von við nógva venj­ ing. – Tað eru fyrst og fremst skrivstovufólk og onnur, sum ikki eru von við nógva venjing í gerandisdegnum. Vanligasti skaðin, ið stendst av Insanity, er í akslunum, tí ein rørsla, sum verður nógv brúkt í Insanity, er at hoppa við ørmum upp um høvd og síðani fara niður á gólvið og gera eina armstrekkjan. Og tann rørslan verður end­ur­ tikin fleiri ferðir. Eiga at hvíla meir Beinta Danielsen eftirlýsir eisini variatión í Insanity- rørsl­unum. – Venjingin er ov eins­ táttað, tí rørslurnar eru meir ella minni tær somu. Fólkini upp­byggja ikki kroppin so líðandi til at blíva betri og sterkari, men leggja hart út longu frá fyrsta venj­ingar­ degi, sigur Beinta Danielsen. Umframt at venjingar­ skráin í Insanity er ov hørð og einstáttað, heldur Beinta Danielsen eisini, at mangl­ andi hvíld er nakað, sum í stóran mun eisini elvir til skað­ar hjá teimum, ið íðka Insani­ty. – Vanliga siga vit, at vødd- arnir hava brúk fyri hvíld í tveir til tríggjar dagar, eftir at tú hevur vant harða venjing. Í Insanity verður vanliga vant í seks dagar uttan íhald, og somu vøddar verða nýttir hvørjaferð, fortelur Beinta Danielsen, sum eisini vísir á trupulleikan við, at fólk venja eftir eini DVD-fløgu. - Tey fáa fyrst og fremst vegleiðing frá eini DVD, og sum íðkari kann vera trup­ ult at vita, um tú gert venj­ ingarnar rætt, og hvat tað er, tú skalt verða tilvitaður um undir hesum venjingunum, sigur Beinta Danielsen. Enn hevur hon ikki sæð nakrar álvarsamar skaðar av Insanity. – Tíbetur halda tey skjótt uppat við hørðu In­sani­ty- venjingunum, tá tey merkja pínu onkrastaðni í kropp­ inum, sigur Beinta Danielsen og leggur aft­urat: – Eg vil heldur viðmæla fólki at brúka kroppin við at ganga úti í náttúruni og gera funktionellar rørslur, ið geva meining at gera. – Hetta er púra ør venjing, tí kroppurin fær ongantíð loyvi at hvíla, og tí fáa fólk skaðar. Tað sigur fysioterapeutur Beinta Danielsen, sum eins og fleiri aðrir fysioterapeutar sær nógvar skaðar, ið standast av venjingarháttinum Insanity Ør venjing elvir til skaðar Tað er amerikumaðurin Shaun T, ið stendur aftan fyri nýggja venjingarháttin, sum hevur fingið heitið Insanity. Venjingarhátturin er blivin kendur um allan heim, og eisini fleiri hundraðtals føroyingar hava roynt hørðu venjingina antin í venjingarmiðstøð ella heima við hús, tí til ber at keypa DVD-fløgur við venjingarskrá, sum tú síðani íðkar eftir. Insanity er venjing, har bert egin kroppsvekt verður nýtt og eingi amboð. Undir venjingini verður vant við høgum intensiteti, meðan tú bert hevur heilt stuttar steðgir. Vanliga verður vant í ein tíma seks dagar um vikuna. Við hesum slagi av intervalvenjing lovar Shaun T, at til ber at brenna upp til 1000 kaloriur um tíman og til ber at fáa dreymakroppin eftir at hava vant í 60 dagar. Hvat er Insanity? Beinta Danielsen, fysioterapeutur