Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mars 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Mjølnir vann samanlagt 150-92 Mjølnir hava verið einaráðandi í hesum kappingarárinum. Tað vóru tær eisini í FM finaluni. Tær vunnu øll seks settini. Samanlagdi sigur ljóðar upp á 150-92. Fyrr dysturin endaði við 75- 55, meðan seinna finlan endaði samanlagt 75-37 Ungir spælarar sloppu at royna seg Marjun Kalsø, venjari hjá Mjølni, valdi at geva fleiri av ungu spælarunum møguleikan í finaluni. Millum tær, sum sloppu at royna seg vóru Alberta Árnadóttir, Rakul Biskopstø, Ása K. Olsen og Durita Gestsdóttir flogbóltur eikligan kvinnur Tróndur Arge – Tær mugu gera onkra drastiska broyting og fáa gleði í spælið. hetta er alt ov lætt hjá Mjølni. Orðini eigur Kristian Mikkelsen, fyrrverandi landsliðsvenjari og núverndi venjari hjá TB kvinnunum, tá Mjølnir hevði vunnið tvey tey fyrsti settini. Kvinnurnar úr Klaksvík vístu onga náði og herjaði á frá fyrsta til seinasta bríksl, meðan SÍ gjørdi alt og nógvar feilir til at spæla ein kappingarførnan dystin. Stóripinnur var ikki komin runt eina ferð, so stóð Eina S. Kalsø við FM steypinum í hondini Ein staðfesting av, at Mjølnir er einaráðandi í før­ oyskum flogbólti. Tær hava nú vunnið greipuna tríggjar ferðir upp í slag. Seks av seks FM finalan á hesum sinni vardi bara í seks sett. Mjølnir var omaná frá fyrsta settinum í Klaksvík miku­ kvøldið til sætta og sein­asta settið leygardagin í Trongis­ vági. Tað nærmasta SÍ kom í stigum var í fyrsta settinum í Klaksvík, tá bara fýra stig skiltu liðini. Tá hevði Mjølnir hinvegin rímuliga gott tak á spælinum. Besta settið hjá SÍ mundi helst verða annað sett í fyrsta dystinum. Tá spældu tær fult upp við Mjølnir fram til teir seinastu bóltarnar, men tá Annika Niclasen mátti fara av vøllinum við skaða, tók Mjølnir yvir. Tær vunnu triðja settið greitt, og tað gjørdu tær eisini øll trý settini í Trongisvági. – Mjølnir spældi væl í fyrsta og øðrum setti, meðan triðja setti var ein rein gáva frá SÍ, sigur Kristian Mikkelsen. Longu undn dystinum í Trongisvági sá uppgávan óvan­liga torfør út. Karin Mikkelsen er burturstødd, Tófríð Tausen var eisini burtur­stødd, meðan Annika Niclasen ikki var blivin klár eftir skaða, sum hon fekk í Klaksvík. Við skerdu mann­ ingini mátti SÍ eisini vóna, at Mjølnir ikki spældi upp til sítt besta. Tað gekk tó skjótt upp fyri øllum í høllini, at álops­ maskinan hjá Mjølni hevði innstilla kanónina. Eina S. Kalsø spældi bæði Sofíu Purkhús og Birgit Guttensen til fleiri bóltar, sum blivu Tað tók Mjølni minni enn ein tíma at avgera seinnu FM finaluna móti SÍ. Sigurin var ongantíð í vanda og Mjølni staðfesti at, tær eru einaráðandi í føroyskum flogbólti. SÍ var skert og misti skjótt vónina um at taka favorittarnar á bóli Mjølnir - SÍ 3-0 (25-14, 25-14, 25-9) Í næstum flytir Sofía Purk­ hús av landinum. Tí var hetta fyribils einastu ferð, at hon spælir fyri Mjølnir. – Stuttligt at seta punkt­ um fyri hetta kappingarárið við greipuni, sigur Sofía Purkhús, sum hevur verið ein lyklaspælari hjá Mjølni seinnu árini. Hon er ein týdn­ingar­ mikil partur í álops­spæl­ inum og er ikki til at steðga, tá hon fyrst kemur í gongd við at smasja. Hóast mótstøðan ikki var so nógv, so tekur tað ikki gleðina frá Sofíu. – Tað er deiligt, at vit klára at spæla á okkara høga stigi sjálvt um mót­ støðan ikki er so sterk. Tær vóru meira uppsettar til steypa­finaluna enn í dag, sigur Sofía Purkhús. Sofía Purkhús hevur verið við til at vunnu allar tríggjar greipurnar. – Tað er øðrvísi at vinna í ár, tí vit hava verið so suve­renar. Vit eru blivnar betri, men tað hevur verið stuttligt sjálvt um tað ikki altíð hevur verið so sterk mótstøða, sigur Sofía Purk­ hús at enda. trondur@sosialurin.fo Deiligt at seta punktum við greipuni upp í slag greipuvinnari triðju ferð