Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mars 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur medd­aðir í gólvið. 25-14 og ongin skelkur til Mjølnir, sum í steypafinaluni, tá tær taptu fyrsta sett. Í øðru setti var støðan og gongdin tann sama. Álops­ maskinan koyrdi sum hon skuldi og SÍ helt fram við at hava trupulleikar við at vinna bóltar. 25-14 og Mjølnir hevði beina kós móti meist­ ara­heitinum. Í triðja og seinsta sett­ inum helt Mjølnir fram við at spæla uttan at gera ov nógvar feilir, meðan SÍ fult­ komi­liga misti geistin og spæli­gleðina. Fyri hvønn bólt gjørdist tað greitt, at FM tokið langtsíðani var farið til Klaks­víkar. Tað endaði heilli 25-9, sum eisini sigur nógv um gongdina í dystinum. Mjølnir einráðandi Mjølnir hevur nú vunnið greip­una trý ár upp í slag. Tað sigur nógv um styrk­ina hjá teimum, men nógv bendir á, at fleiri av stuðuls­spæl­ar­ unum fara at takka fyri seg og flyta av landinum. Hetta kann tí blíva tað sein­asta árið, har Mjølnir er so einaráðandi, sum tær eru. Fleiri av hinum liðnum eru í holt við at byggja upp og tað kann ganga skjótt. – Mjølnir er í somu støðu, sum vit vóru í fyri trimum árum síðani, sigur Annika á Stongum hjá SÍ. Tá hevði SÍ nakrar aldurs­ bólkar, sum toppaðu og tað sást aftur á vøllinum. Fleiri av teimum eru nú vekk og tað er ikki óhugsandi at Mjølnir kemur í somu støðu nú. 2013 fer í flogbóltssøguna sum árið, tá ongin kundi steðga álopsmaskinuni hjá Mjølni, sum vann greipuna. trondur@sosialurin.fo flogbóltur eikligan kvinnur Birgit skyldar ein kassa – Nú skyldar Birgit ein kassa. Orðini eigur Kristian Mikkelsen, sum var viðmerkjari hjá Rás2. Hann metti, at Birgit servaði undir netið og rakti ein viðspælara. Tá skyldar ein ein kassa í flogbólti. Spælararnir hjá Mjølni vóru tó ikki vísar í um servan var so lág. Barnagrátur í høllini Stórt DJ show var rundan um dystin og plátuvendarnir vóru væl upp­ lagdir. Tað var líka til at barnagrátur hoyrdis úr hoytalaranum. Sum skilst, so vóru tað onkur børn í spældu við anleggið, sum mátti sløkkjast eina løtu Myndir: Álvur Haraldsen Tað sigur Lena í Buð, sum fegnast um at spælið var gott í finaluni. – Vit vinna í dag tí vit spæla væl. Vit blokka væl, fáa lagt eitt gott servitrýst og móttøkurnar eru góðar, sigur Lena Í Buð. Hóast tað gjørdist stórur munur á liðnum, so helt Lena, at tað var stuttligt at spæla. – Hetta varð ikki ein góð finala fyri áskoðararnar, men tað er altíð stuttligt at spæla við góðum spælarum, sigur Lena Í Buð. Mjølnir hevur ongan dyst tapt í ár. Tað hevur ávirkað motivatiónina. – Tað hevur faktist verið eitt sindur ómotiverandi. Hetta kappingarárið hevur ikki kravt so nógv av okkum. Vit hava vunnið sjálvt um vit hava spælt illa, sigur Lena Í Buð. Lena hevur eisini verið við til at vunnið allar tríggjar greipurnar. – Hetta avr stuttligt, men ikki líka stuttligt sum FM fyri trimum árum, sigur Lena Í Buð. Tað sigur Urd T. Traðará, sum er ein av »inn­flyt­ arunum« á Mjølnir liðnum. Hon kom til Mjølnir fyri tveimum árum síðani frá ÍF, og hevur sett sær eitt greitt mál um at sleppa við landsliðnum til Oyggjaleikirnir í Ber­ munda í summar. Urd spældi við Mjølni fram til í vetur, tá hon flutti til Aalborg. Hon kom heim til steypafinaluna og tað gjørdi hon eisini til FM finalurnar. – Eg kom til Føroyar týs­dagin og fari aftur mánadagin. Mjølnir er í ein­um flokki fyri seg og hevði nokk eisini vunnið uttan meg, men tað er altíð deiligt at koma heim og spæla eina finalu, sigur Urd. Hon venir til dagliga við HIK Aalborg, men vón­ ar skjótt at kunna manna eitt føroyskt lið, ið kann spæla í bestu deildini í Danmark. Urd er glað fyri tíðina í Mjølni, sum millum ann­að hevur givið henni lands­ liðsboð. – Eg havi lært nógv síð­ ani eg skifti til Mjølnir. Eg havi lært at hava tamar­ hald á mær sjálvari tá eg spæli. Tað er eisini øðrvísi at spæla, tá tú vinnur, sigur Urd víðari. Hon hevur sett sær eitt greitt mál fyri framtíðina. Hon vil á landsliðið, sum í summar fer til Bermuda til Oyggjaleikirnar. trondur@sosialurin.fo Stuttligt at spæla við góðum spælarum Havi lært nógv í Mjølni Tað sigur Birgit Guttesen, sum hevur spælt við Mjølni sein­astu fýra árini. Tað var ikki nógv av mótstøðu, ið Mjølnir fingu í finaluni. – Mótstøðan var ikki líka góða sum onkuntíð fyrr, men vit eru blivnar betri við tíð­ini. Vit spæla betri í dag, enn vit gjørdu í finaluni fyri trimum árum síðani, sigur Birgit Guttesen. Hon var sjónlig í finaluni og metir, at hetta var hennara besti dystur í ár. – Vit gera fáar feilir í dag og eg haldi, at hetta er mín besti dystur í hesum kapp­ ingar­árinum, sigur Birgit víðari. Mjølnir hevur ongan dyst tapt í hesum kappingar­ár­ inum. – Tað er ein kunstur at fáa ein vinnaramentalitet á eitt lið. Vit duga ikki at tapa longur, sigur Birgit. Birgit er uppvaksin í Bø og hevði sína flogbóltsuppaling í SÍ. Men eftir fýra ár í Klaksvík og Mjølni er tað einki serstakt við at spæla móti barndómsfelagnum. – Tað er ikki nakað eg hugsi um. Eg spældi í fýra ár við SÍ og nú havi eg spælt í fýra ár við Mjølni, sigur Birgit, sum væntandi fer av land­inum at spæla flogbólt í summar. Vit duga ikki at tapa