Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mars 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Hilmar Jan Hansen Sæð í ljósinum av, at ÍF ígjøgnum alla landskappinga ongan dyst hevur tapt, men vunnið allar 18, samstundis sum bara fimm sett eru tapt, so settúrtøkan var 54-5, var einki at siga til, at mansliðið úr Fuglafirði eisini fór allan vegin og uttan stórvegis himpr tók meistaraheitið og tí eisini greipuna. Í steypafinaluni fyri ein­ um mánaði síðani, ið eisini var ímóti sørvingum, fingu fuglfirðingar ein ordans hvøkk, tí brádliga var SÍ á odda 2-0 í settum og stóð til at taka triðja settið og steyp­ ið. Men í evstu løtu rakn­aði ÍF við og fekk vent tí dyst­ inum til sigurs við einum fimm­settara, ið avgjørt var eini steypa­finalu verdigur. Hóskvøldið fekk SÍ aftur bitið frá sær nakrar ferðir, men allíkavæl megnaði ÍF í dyst­inum á Kambsdali at halda høvdið kalt, tá mest var brúk fyri tí, og vann 3-1, eftir at SÍ í triðja setti hevði gjørt ein góðan vørr. Nú liðini hitt­ ust aftur í Trongisvági, setti ÍF enn eitt sett til, og hesa ferð var tað fyrsta sett, sum sør­vingar vunnu. At fyrsta sett endaði við sigri til SÍ, 25-23, var einki at siga til, tí ÍF gjørdi sær sjálv­um uppgávuna øgiliga tor­føra við eini rúgvu av feil­um, og serliga vóru tað serv­urnar, ið ikki riggaðu. SÍ megnaði at halda seg frá at gera so nógvar feilir, men fekk í fleiri førum blokkað álops­royndirnar hjá ÍF, og so var SÍ altso omaná og vann fyrsta sett. Avgerandi løtan Í øðrum setti tók ÍF sær betri partar fyri, samstundis sum SÍ eisin helt fram við sín­um spæli, og tí gjørdist hetta settið besta løtan í øll­ um dystinum, har bæði lið fingu víst, at tey av røtt­um vóru komin í final­una. Tey kvitt­eraðu við fínum flog­ bóltsspæli, og spenn­ingurin dirr­aði í luftini, hóast ÍF sá út til at vinna seg framum. Og so hendi brádliga nak­ að ímóti endanum á sett­ inum, sum kundi havt kostað ÍF alt, um talan var um eitt annað lið. Spælandi venjarin hjá fuglfirðingum, Boban Ilic, kom skeivur niður á høgra fóti og mátti út at fáa viðgerð. Fót­liðurin sá beklaður út, og hóast fysioterapeuturin teyp­aði væl, gjørdist nokk so skjótt greitt viðvíkjandi Boban, at finalan var liðug fyri hansara viðkomandi. Havandi í huga, at hann er sterkasta álopsvápnið hjá ÍF, kundi hesin skaðin gjørt, at dysturin fekk eina vend. ÍF fekk vunnið annað sett, 25-20, men tá triðja sett fór í gongd, vóru fuglfirðingar upp­aftur meira klárir og av­ gjørdir, meðan sørvingar onkurs­vegna sóu út til at bíða eftir, at veikleikarnir hjá ÍF skuldu vísa seg, so SÍ kundi taka av. Eingir veikleikar Trupulleikin var bara, at ÍF vísti slett ongar veikleikar, og í staðin gjørdust tey bæði síðstu settini ein ordans makt­demonstratión frá ÍF, ið gjørdi slætt borð við sann­ førandi at vinna 25-13 og 25- 17. Og so var føroya­meistara­ heitið klárt at leggja aftur at steypasigrinum hálvan februar, so fuglfirðingar kundu nú frøast um, at greip­ an var komin til høldar. Sum nevnt, hevur ÍF verið suve­rent besta mansliðið í allan vetur, eins og SÍ hev­ur verið mestsum líka sann­før­ andi tað næstbesta, og tí var hetta avgjørt rætta finalan. Men ikki nóg mikið við tí, tí staðfestast má eisini, at finalan fekk rætta vinnaran. Við eini breidd, ið einki av hinum liðunum er í nánd av, er ÍF í serflokki nógv tað besta mansliðið, og um sama manning heldur fram, er ikki vist, at næsta kappingarárið verður stórt meira spennandi. Men tað gráta tey nokk ikki um í Fuglafirði, har tey hava góðar stundir at njóta alt gull­ið, áðrenn tað einaferð seinni verður neyðugt at taka armarnar niðuraftur… Hjartaliga tillukku við greip­uni, ÍF! Fimta greipan Menninir hjá ÍF hava við greipuni hesaferð vunnið tilsamans fimm greipur, og meistaraheitið hesaferð var tað níggjunda í røðini, harav trý eru vunnin hesi síðstu trý kappingarárini. ÍF hevur vunnið steypakappingina seks ferðir, sum eisini er oftari enn nakar annar. flogbóltur eikligan menn Eingin hevur verið yvir ella við síðuna av ÍF í vetur, tí menninir úr Fuglafirði hava verið fullkomuliga einaráðandi í lands­ kappingini frá byrjan til enda, umframt at teir vunnu steypafinaluna og nú eisini gjørdu slætt borð í FM-finalunum ÍF-SÍ 3-1 (23-25, 25-20, 25-13, 25-17) Eftir vunnu finaluna og samlaða greipusigurin leyg­ ar­dagin, ásannaði Bartal Eliasen, at teir í ÍF høvdu spælt væl, men at teir tó fingu ein lítlan hvøkk bein­ an­vegin í dystinum. – Ja, vit blivu eitt sindur skelkaðir í fyrsta setti, tá vit gjørdu øgiliga nógvar feilir. Eg haldi, at vit í tí sett­inum gjørdu einar sjey ella átta servufeilir, men hini settini fingu vit rættað tað, og so koyrdi tað bara, segði hann. – Tá vit so seinni í dyst­ inum fingu Boban skaddan, nervaði tað okkum ikki, tí bonkurin hjá okkum er líka sterkur sum teir, ið eru, so tað gjørdi ikki mun. Vit vistu, at tá Boban fór út, so máttu vit meira royndum taka eitt eyka tak, segði Bartal, ið eisini var errin av 14 ára gamla guðssoninum, Hjørtur Eliasen, ið kom inn fyri 38 ára gamla venjaran. – Vit royna at seta við, og tað sær bara út til at roynast væl. hilmarjan@sosialurin.fo Vit spældu væl stíli í flottum Fuglfirðingar