Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mars 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Seinir í gongd Tað var ikki sørt, at Brian Poulsen læt tankarnar leita aftur til steypafinaluna fyri einum mánaði síðani, tá ÍF leygardagin í seinnu FM-finaluni aftur kom afturúr, men megnaði at vinna kortini. – Tað hevur næstan eyðkent okkum, at vit byrja spakuliga og eru seinir í gongd, og tað er kanska ikki so gott, helt Brian, ið tó frøddist um, at tað heldur ikki hesa ferð bara endaði við eini vánaligari byrjan. – Men vit komu flott aftur, og tá vit so komu í gongd, so spældu og stríddust vit ótrúliga væl. Og tá Boban mátti út við skaða, lyftu teir seks, sum vóru á vøllinum, so mikið meira í part, so tað gekk allíkavæl. flogbóltur eikligan menn Fríggjakvøldið tapti ÍF final­ una hjá mans­ung­lingunum ímóti júst SÍ, so í FM-final­uni hjá teimum vaksnu leygar­ dagin vóru tað fleiri av somu spælarum, ið tá aftur stóðu hvør sínu megin netið í høll­ ini í Trongisvági. – Fleiri av okkum taptu mansunglingafinaluna fyri SÍ, og tað mátti bara ikki henda aftur, segði Trygvi Hansen, ið eisini kundi fegn­ ast um, at teir við teimum vaksnu megnaðu at vinna trygt. – Ja, tað koyrdi bara hjá okkum. Eg haldi, at vit spældu ótrúliga væl í dag. Hóast vit kanska ikki byrjaðu sæ væl, komu vit sterkt aftur, tá Boban fór út, og spældu stór­spæl. Trygvi telist millum teir yngstu, men við sínum 196 sentimetrum er hann tann hægsti á meistaraliðnum hjá ÍF, sum í vetur hevur notið gott av, at Ternan á Toftum enn ikki hevur eitt so gott manslið, at felagið eisini hjá monn­um kann bjóða av í Eikliguni. – Eg fór til ÍF í ár, eftir at eg í fjør var hjá Mjølni, tí enn er mannfólkaflogbólturin ikki blivin so stórur á Toftum, at vit hava eitt ordi­liga gott manslið, sigur ungi tofta­ maðurin. Hann heldur, at flog­bólts­ evnini munnu helst vera frá mammuni, ið hevur spælt flog­bólt. Men skuldu tað verið evnini hjá pápanum, ið ráddu, hevði Trygvi helst verið fótbóltsspælarin, tí pápin, Petur Hans, er ein av Hansen-brøðrunum í B68, ið telja nøvn sum Øssur, Jens Kristian, Asbjørn og Heri. Hóast hann við sínum 167 sentimetrum var tann minsti á vøllinum, tá mans­liðið hjá ÍF og SÍ spældu FM-finalu, var libero-spælarin hjá SÍ, Teitur Andersson, tann mest vinnandi um viku­ skiftið. Hann var við í trimum finalum fríggjakvøldið, tá hann spældi við dreingjum 14 ár, dreingjum 16 ár og mansunglingum, og vann gull við øllum, áðrenn hann leygardagin spældi við monnunum og vann silvur. – Ja, eitt sindur skuff­ aður at fáa silvur har, tí eg haldi, at vit høvdu góðan kjans at vinna, men eg skal ikki vera ónøgd­ur, tí eg havi vunnið fýra heiðurs­merkið um viku­ skiftið, harav trý eru gull, segði 15 ára gamli Teitur Andersson. Hann ásannar, at tá hann er við í so nógvum final­um og spælir við so nógvum liðum, er flog­ bólt­urin ein stórur partur av lív­inum. – Eg venji nógv hvørja viku og spæli dystir um vikuskiftið. Tað dámar mær væl, men onkuntíð eitt sindur keðiligt, tí tað er so nógv venjing, sigur ungi spælarin, ið var sum ein brandur á libero-pláss­ inum, men kundi hugsað sær okkurt annað seinni. – Enn er tað fínasta slag at spæla libero, men um eg vaksi eitt sindur, so sleppi eg kanska út á kantin í staðin. Tað hevði verið stuttligari, haldi eg. hilmarjan@sosialurin.fo Toftamaður í Fuglafirði Fýra gull og eitt silvur Myndir: Álvur Haraldsen Hilmar Jan Hansen – Eg fekk fótliðin teypaðan, men visti allíkavæl næstan beinanvegin, at eg kundi nokk ikki koma innaftur, tí eg fekk nóg illa stigið við høgra fóti, segði Boban eftir dystin. – Men tíbetur vísti tað seg, at tað var slett ikki brúk fyri mær, tí stríðsandin á øllum liðnum var heilt ótrúligur. Nú má eg bara skemta við, at hasin skaðin var ein taktiskur leikur… Yvirhøvur var Boban Ilic fullnøgdur við avrikið hjá ÍF í finaluni, sum gekk akkurát sum ætlað, hóast SÍ fekk tikið fyrsta settið. – Nú kunnu vit bara staðfesta, at hetta kundi ikki verið betri. Vit prógvaðu ordiliga, at vit eru tað besta liðið, sjálvt um eg fekk skaða og onkur annar skaði var eisini. Samanumtikið er Boban eisini stak væl nøgdur við henda veturin hjá ÍF- monnunum, tí tað hevur stórt sæð gingið akkurát eftir ætlan allan vegin ígjøgnum. – Hetta hevur verið hart arbeiði og nógv venjing, og vit hava fingið prógvað, at vit eru sterkir sum eitt lið, ið samstundis telur nógvar góðar einstaklingar, og tí fara vit heldur ikki niður við nakkanum, tá vit fáa eitt sindur av mótstøðu, segði venjarin, ið væntar, at manningin hjá ÍF verður stórt sæð tann sama næsta vetur. – Liðið hjá okkum er ein fín samanseting av ungum spælarum og meira royndum spælarum, og tað er stuttligt at síggja, at teir yngru taka til sín tað, sum teir eldru læra frá sær. hilmarjan@sosialurin.fo »Taktiskur« skaði Tá spælandi venjarin hjá fuglfirðingum, Boban Ilic, noyddist at fara av vøllinum við skaða, var hann greiður yvir, at hann ikki fekk spælt meira í finaluni