Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mars 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Hilmar Jan Hansen Aftur í vetur hevur KÍF verið oddalið frá byrjan av, og einki bendir heldur á, at nakað annað lið fer at standa ovast á stigatalvuni í Atlantic Airways-kappingini, tá endaliga støðan er tald sam­an. Eftir dystin ímóti Kyndli í gjár, er eisini enda­ liga staðfest, at KÍF við 100 prosents vissu verður ann­að liðið í FM-finaluni í mans­ hond­bóltinum. – Tað er eisini tað, vit mið­víst hava arbeitt fram ímóti, at vit skuldu røkka FM-finaluna, so eg kann ikki annað enn vera nøgdur við, at vit nú eru komnir so langt. Hetta er tað, sum vit hava havt fyri eyga, og nú vita vit so, at vit kunnu enda næst­ fremst­ir, men ikki aftari enn tað, sigur venjarin hjá koll­ firð­ing­um, Jakob Jónsson. Líkamikið Undan dystunum um viku­ skiftið var støðan tann, at um KÍF tapti allar sínar dyst­ ir, samstundis sum H71 vann tveir aftrat og VÍF allar sínar, høvdu kollfirðingar í teoriini ikki komið í finaluna, sum so hevði staðið millum H71 og VÍF. Men nú VÍF kann fáa átta stig aftrat, er KÍF altso níggju stig frammanfyri, men hin­vegin kunnu vest­ menn­ingar enn fáa H71 aftur, tí har eru bara trý stig á muni. – Um vit møta H71 ella VÍF í finaluni, kann fyri so vítt gera okkum tað sama, tí hjá okkum ræður bara um at vinna finaluna, um hon so verður yvir tveir ella tríggjar dystir. Tað er tað einasta, vit hava at hugsa um, sigur Jakob Jónsson. – Tað mugu hoyvíkingar og vestmenningar sjálvir finna útav, hvat av liðunum skal í finaluna aftrat, men tað kundi í løtuni sæð út til, at tað verður H71, tí liðið skal seta nokk so nógv stig til, sjálvt um VÍF tykist gera ein vørr her ímóti endanum. Men fyri okkum er tað líkamikið, hvør tað er. Vánaligt avrik Dysturin í gjár, tá KÍF var á vitjan hjá Kyndli í ítróttar­ høllini á Hálsi, er ikki ein av teimum, KÍF-venjarin ætlar at goyma sær í minninum, tí hann var ikki nøgdur við serliga nógv av tí, hann har sá. – Djúpast sæð, so var eg bara nøgdur við tey bæði stigini, vit fingu, tí hetta var vánaligasta avrikið hjá okkum í vetur. Eftir steðgin, tá vit sluppu eitt sindur frá Kyndli, stóð verjan væl og Óla Christian hevði nógvar bjarg­ingar, men annars var einki hjá mær at vera nøgdur við, sigur Jakob Jónsson. – At vit so í einum so vána­ligum dysti allíkavæl kunnu vinna á Kyndli, sigur so eisini eitt sindur um, hví Kyndil ikki er við heilt har frammi. hilmarjan@sosialurin.fo Ongar strikur Ætlanin var eisini, at ein U8-kapping í hondbólti skuldi vera í nýggju ítróttarhøllini í Sandoynni, men nú verður henda kapping av ongum. Orsøkin er, at høllin ikki enn er klár til hondbólt, tí har eru hvørki mál ella strikur, so fyribils mugu sandoyingar bíða. U8-kappingar Feløgini í Hondbóltssambandinum gjørdu á limafundi í før av, at hetta kappingarárið skuldi skipast fyri fleiri kappingum fyri tey yngstu, sum eru tey, ið kallast U8. Um vikuskiftið var ein U8-hond­bólts­ kapping í Kollafirði, og 13. apríl verður ein í Vági. hondbóltur StÍF - VÍF 24-30 (9-15) StÍF: Allan Norðberg 7, Borgar Danielsen 4, Marius Joensen 4, Pætur Joensen 3, Leivur Justinussen 2, Teitur Nilssen 2, Fríði R. Djurhuus 1, Jógvan S. Joensen 1 VÍF: Filip Jojic 7, Agnar Joensen 5, Andrias Eriksen 4, Rasmus Junker 3, Hanus Chrisophersen 3, Sámal Joensen 2, Joen Pauli Høgnesen 2, Bárður Brimvík 2, Sjúrður Poulsen 1 og Sámal Jákup Djurhuus Nú kann eingin matematiskt nerta kollfirðingar, sum í øllum førum hava tryggjað sær annan sessin í FM-finaluni. – Teir síðstu landskappingardystirnir hjá okkum fara vit at brúka sum finalufyrireiking, sigur venjarin hjá KÍF, Jakob Jónsson KÍF bara Nú bíðar Kyndil-KÍF 24-29 (13-13) Atlantic Airways Deildin støðan nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 KÍF 20 596 450 146 33 2 H71 20 535 480 55 27 3 VÍF 20 566 504 62 24 4 Kyndil 20 513 512 1 21 5 StÍF 20 487 475 12 19 6 Neistin 19 447 480 -33 14 7 Team Klaksvík 19 373 616 -243 0