Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mars 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Hilmar Jan Hansen – Tú kanst kanska siga, at vit nú hava ein hálvan fót í finaluna, men so vil eg allíkavæl leggja aftrat, at her er einki avgjørt enn, sigur venjarin hjá kvinnunum hjá Kyndli, Geir Wardum, eftir at hansara lið í gjár vann á VB, samstundis sum VÍF/Tjaldur spældi javnt ímóti StÍF. – Støðan er tann, at vit sjálv kunnu gera av, um vit skulu koma í finaluna ella ikki. Har hava vit ein øgiliga týdningarmiklan dyst næstu ferð, sum er á útivølli ímóti júst StÍF, ið eisini hevur verið eitt av okkara harðastu mótstøðuliðum í vetur, so vinna vit tann dystin, skuldi sæð gott út hjá okkum. Geir minnir á, at Kyndil bara akkurát vann á útivølli ímóti StÍF í november, fyri síðani á heimavølli at tapa fyri StÍF og so at skula stríðast hart fyri at fáa ein javnleik í Havn fyri tveimum mánaðum síðani. Og at StÍF í gjár eisini tók eitt stig frá Tjaldri, tekur Kyndilsvenjarin sum eina áminning um, at tað hjá Kyndli er alt annað enn lætt at basa StÍF í vetur. Starvsfelagi hansara í VÍF/Tjaldur, Jan Ottosen, var eisini alt annað enn nøgdur við avrikið, ið hansara lið vísti á Skála: – Vit fingu eitt stig, men vit skuldu havt tvey, so hetta var ikki nóg gott. Vit spældu ikki betri enn StÍF, men vit brendu alt ov nógvar kjansir og spældu ov ofta bóltin upp í hendurnar á teimum, sigur hann og vísir á, at hetta er annar javnleikurin hjá VÍF/ Tjaldur upp í slag. – Ímóti VB í síðstu viku skuldu vit havt vunnið og høvdu kjansin til tað, og hesaferð ger StÍF tað rætta, meðan vit ikki gera tað, og tí fáa vit ikki meira enn ein javnleik burturúr. Hóast nógv talar ímóti, hevur Jan Ottosen enn ikki mist vónina um, at VÍF/ Tjaldur framvegis kann koma í finaluna. – Vit mugu vinna á Kyndli og eisini á Neistanum, og so skulu vit vóna, at Neistin eisini vinnur ímóti Kyndli, tí nú hava vit brúk fyri hjálp frá øðrum, skulu vit klára tað, sigur hann. hilmarjan@sosialurin.fo Hondbóltsskeið Hondbóltssambandið bjóðar lærarum og námsfrøðingum, sum arbeiða við 5 til 10 ára gomlum børnum, á hondbóltsskeið, har lyklaorðini eru stuttleiki, rørsla og læring. Skeiðið verður flaggdagin 25. apríl og dýra­ biði­dag 26. apríl, sum eru ávikavist hós- og fríggjadagur. Venjaradagur Leygardagin 6. apríl hittast hond­ bólts­venjarar »Hondbóltsvenjaralógvatak«, sum er nýtt tiltak, ið skal geva eitt dyggari umhvørvi, bæði fakliga og sosialt. Hugskotið er sprottið úr tørvinum á einum forum, har venjararnir í føroysku kappingini kunnu hittast. hondbóltur Kyndil - VB 26-23 (12-8) Kyndil: Anja Eliasen 6 (3), Simona Petersen 5, Jórun Ludvig 4, Anja Heinadóttir 3, Marianna G. Eystberg 2, Anna Brimnes 1, Guðrið G. Eystberg 1, Simona Jacob 1, Bjarta Johansen 1, Birita Mortansdóttir 1, Randi S. Wardum 1 VB: Gurið Mortensen 8 (3), Bára Krosslá Mortensen 7, Rúna M. Jacobsen 2, Tamara Seja Radic 2, Marijana Trbojevic 2, Helga Eyðunsdóttir Kjærbo 1, Andrea Nielsen 1 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen StÍF - VÍF/Tjaldur 20-20 (12-10) StÍF: Birna Tummasardóttir 9, Bára Berthelsen 4, Paula Høgnesen 3 (2), Irena Dam 2, Fríðrún Danielsen 1, Guðrið Poulsen 1 VÍF/Tjaldur: Adina Petrea 5, Liljan Djurhuus 4, Heidi Sevdal 4, Eilin Hansen 3, Annsy Sevdal 3 (3), Tóra Seloy 1 Dómarar: Niclas Niclasen & Daniel Rapa Kyndil - KÍF 24-29 (13-13) Kyndil: Ludvík Súnason 8, Birgir Poulsen 6, Andrias Sólsker 4, Hans Áki Dahl-Christiansen 2, Josef Abrahamsen 1, Thorvald Abrahamsen 1, Frank Askildsen 1, Rógvi Dahl-Christiansen 1 KÍF: Niclas Selvig 8, Hans Eli Sigurbjørnsson 6 (1), Ási Dam 4, Tony Weyhe 4, Andrias Nielsen 3, Poul Finnur Egholm 2, Rúni Joensen 1 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen Við sigri í gjár á VB, samstundis sum VÍF/Tjaldur bara fekk javnt á Skála, hevur Kyndil nú avgerandi fyrimun í kappingini um at spæla FM-finalu ímóti Neistanum Liggur til Kyndil Vánaligt hóðast sigur – Djúpast sæð, so var eg bara nøgdur við tey bæði stigini, vit fingu, tí hetta var vánaligasta avrikið hjá okkum í vetur, sigur Jakob Jónsson Myndir: Álvur Haraldsen Myndir: Álvur Haraldsen Trý mál í fyrsta dystinum Hanus Christophersen kom í gjár á vøllin fyri fyrstu ferð fyri besta liðið hjá VÍF. Hóast hann var eitt sindur fjálturstungin, so megnaði hann at skjóta trý mál í fýra royndum Tróndur Arge VÍF vann í gjár ein greiðan 30-24 sigur á StÍF í høllini á Skála. Fyri 17 ára gamla Hanus Christophersen var talan um heilt serligan dyst. Hann fekk longu týsdagin til venjing at vita, at hann skuldi verða við hópinum hjá besta liðnum fyri fyrstu ferð. – Eg havi havt nógvar nerv­ar hesa vikuna. Í skifti­ rúminum undan dystinum fekk eg eisini at vita, at eg slapp inn, sigur Hanus Christophersen, sum skor­ aði trý mál fyri VÍF, sum á odda við minst fimm næst­ an allan dystin. – Tað er ein stórur partur av, at eg slapp at spæla so nógv sum eg gjørdi. Eg var eitt sindur nervøsur, men tað er bara stuttligt. Eg hevði ikki væntað at spælt so nógv spælitíð og fingið hasi trý málini, men eg eri glaður fyri at tað gekk sum tað gjørdi, sigur ein fegin Hanus. Hanus er av hond­bólts­ familju. Hann er beiggi Duritu Christophersen, sum spæl­ir við Stjørnuni. – Eg hevði ilt í búkinum tá hann varð skiftur inn, men hann kláraði tað bara væl, sigur Durita, sum sjálv var ein spentur áskoðari til dystin. – Tað er lætt at spæla sam­an við spælarunum hjá VÍF. Teir stuðla mær og á vøll­inum tosa teir eisini nógv við meg. Teir geva eitt hera­klapp tá tú gert okkurt gott og siga frá um tú gert okk­urt gali, sigur Hanus víðari og leggur afturat, at tað verður tosað nógv um hond­bólt við døgurðaborðið heima við hús. Við sigrinum hevur VÍF sent eitt greitt signal til Hoy­víkar. Teir sleppa í FM final­una uttan kapping. trondur@sosialurin.fo Mynd: Durita Christoffersen Fremsta deild kvinnur støðan nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Neistin 16 506 375 131 32 2 Kyndil 17 382 377 5 20 3 VÍF/Tjaldur 17 412 428 -16 18 4 VB 17 405 437 -32 11 5 StÍF 15 370 415 -45 10 6 Stjørnan 16 364 407 -43 7