mánadagur 18. mars 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
17 ára gamli Poul N. Mikkelsen, sonur Jákup Mikkelsen, hevur verið í miðverjuni fyrstu
dystirnar hjá ÍF. Hann spældi sín fyrsta dyst í fremstu røð, tá KÍ vann 7-1 á FC Suðuroy
á í fjør. Albert Ellefsen er bilsin av evnaríka klaksvíkinginum. – Hann er ein sera klókur
bóltspælari, lítillátin við fyrimyndarligum stríðsvilja. Hann hevur arvað nógvar av góðu
ítróttareginleikunum hjá pápanum. Hann er ein spennandi spælari, sigur Albert Ellefsen.
H E S A V I K U N A
ATSÓKN
fótbóltur effodeildin
René Tórgarð 3
Var mest sum hjálparleysur, tá
fuglfirðingar fingu mál. Hevði
onkrar fínar bjargingar eftir
steðgin, men var annars sjáldan
settur undir veruligt trýst.
Gert Hansen 3
Kom væl frá dystinum á høgra
bakki. Stóð meiri í verjustøðu í
seinna hálvleiki orsaka av reyða
kortinum.
Pætur Dam Jacobsen 3
Hevur funnið seg til rættis
í miðverjuni, hóast hann er
fyribils avloysari. Ein vansi við
at hava hann í miðverjuni er,
at renniorkan manglar á mið
vøllinum. Stóð seg væl aftur
hesaferð.
Marni Djurhuus 3
Miðverjin hevur verið millum
mest støðugu spælararnar í nógv
ár. Ger fá mistøk. Fortreytirnar
broytast, tá EB/Streymur fer at
spæla við 10 monnum, og tað er
heldur ikki nøktandi at lata tvey
mál inn eftir deyðbóltsstøður.
Einki av málunum skal tó lastast
honum.
Árni G. Olsen 2
Var ikki serliga sjónligur, men
gjørdi einki sjónligt mistak. Varð
útskiftur miðskeiðis í seinna
hálvleiki, tá Arnar Dam loysti
hann av í eini roynd at fáa meira
bit í álopsspælið.
Brian Olsen 3
Tað ber illa til at taka nakað frá
miðvøllinum hjá EB/Streymi,
sum vóru settir undir óneyðugt
trýst. Brian kom eisini væl frá
uppgávuni eftir umstøðunum.
Var kortini ikki so sannførandi, at
hann eigur sjálvsagt pláss millum
teir fyrstu ellivu, tá Levi Hanssen
og Pætur Dam Jacobsen fara at
kappast um miðvallarpláss.
Niels Pauli Danielsen 4
Klaksvíkingurin hevur verið í
stórari menning seinasta árið,
og hann var eisini virkin á
miðvøllinum hesaferð. Hansara
lutur broyttist í seinna hálvleiki,
tí gestirnir fingu meira pláss at
spæla á.
Gunnar Zachariasen 1
Hevndarsøkan var eitt mistak,
sum bar við sær, at EB/Streymur
misti øll stigini. Ein óbúgvin av
gerð, sum hann vónandi lærir av.
Leif Niclasen 3
Var sum altíð ágangandi, tá høvi
var. Við sínum kvikleika rann
hann seg eisini í góðar støður
fyrra hálvleiki.
Arnbjørn Hansen 4
Málrevurin er væl fyri, og hann
hevur longu skotið trý mál í
hesum kappingarárinum. Tekur
av møguleikunum, tá teir koma.
Spælir sín leiklut væl.
Hans Pauli Samuelsen 3
Vongspælarin úr Vík er væl fyri í
løtuni, og sum liðskipari hjá EB/
Streymi hevur hann nú fingið
landsliðsboð frá Lars Olsen. Var
sum hinir á liðnum ávirkaður av,
at liðið spældi við 10 monnum
og royndi í størstan mun at verja
leiðsluna, og seinni eina stigi,
eftir hvíldina.
Avrik: tøl 1 til 6
Tað var óbúgvið, at 21 ára gamli Gunnar
Zachariasen hevndi seg inn á Jákup
Mikkelsen fyri steðgin. Mistakið var
orsøkin til, at føroyameistararnir taptu
fyri fuglfirðingum á heimavølli
EB/Str
1 (1)
ÍF
2 (0)
Uni Holm Johannesen
– Tað sigur seg sjálvt, at slíkt
er ótolandi fyri ein venj
ara. Hann hevur góð fót
bóltsevni, men hatta var ein
tápulig avgerð, sum kanska
ber boð um ein óroyndan
spælara, sum skal brynjast
til. Vit høvdu fult tamarhald
á dystinum, men upphavs
støðið verður fullkomiliga
broytt tá.
Rúni Nolsøe, venjari hjá
EB/Streymur, iðrar seg sjálv
sagt um tapið á heimavølli
fyri ÍF. Orsøkin er serliga,
at tað var ein hevndarsøka,
sum elvdi til, at fuglfirð
ingar funnu fótafestið við
Margáir.
Eitt korter restaði í av
fyrra hálvleiki, tá dómarin
Petur Reinert fór í lumman
eftir reyða kortinum. Spæl
arar fóru at munntáttast á
málteiginum, tá heimaliðið
hevði
hornaspark.
Fjúsið
hjá Gunnari Zachariasen,
sum skifti úr B36 til EB/
Streym í vetur, var ov stutt,
og hann varð útvístur fyri at
hava hevnt seg inn á Jákup
Mikkelsen.
Albert Ellefsen, venjari
hjá ÍF, dylir ikki fyri, at tað
fekk ein avgerandi lut, at
sundalagsmenn spældu við
10 monnum í útivið ein tíma.
Tað var grundarlagið fyri, at
fuglfirðingar vunnu heldur
óvæntað í Streymnesi.
– Vit eru undir trýsti
fyrstu løtuna. Umstøðurnar
hjá okkum verða munandi
betri, tá Gunnar verður út
vístur, og tað slepst ikki
uttanum, at tað hevur sera
stóran týdning, sigur hann.
Ætlanin hjá fuglfirðingum
í bítandi kuldanum var upp
runaliga at halda EB/Streymi
burtur frá sínum máli. Tann
ætlanin kollsigldi nær um
beinanvegin.
Skjótt
var
Arnbjørn Hansen fyrstur á
bóltinum eftir hornaspark,
og hann stútaði bólin í netið
handan Jákup Mikkelsen.
Sundalagsmenn vóru omaná
og høvdu upplagdar møgu
leikar at økja um leiðsluna,
áðrenn
óvæntaða
reyða
kortið.
Aftur uttan
toppskjúttan
Ábyrgdarmaðurin í Fugla
firði, Albert Ellefsen, hevur
havt truplar umstøður í
vetur.
Fremsti málskjúttin í fjør,
brasilianski Clayton Soares,
var heldur ikki tøkur hesa
ferð. Framherjin hevur enn
ikki fingið arbeiðsloyvi til
vega,
og
vandamiklasta
álopsvápnið
hjá
fugl
firðingum hevur av somu
orsøk enn ikki verið á vøll
inum.
Bartal Eliasen var heldur
ikki við hesaferð. Hann hevur
Hatta var ein tápulig avgerð,
sum ber boð um óroyndan spælara.
Vit høvdu fult tamarhald á dystinum
DÝRKEYPT
HEVNDAR-
Óbúgvið mistak kostaði føroyameistarunum stigini:
dýrur drongur
Nýggi maðurin hjá EB/Streymi, Gunnar
Zachariasen, gjørdist dýrur, tá hann hevndi
seg inná Jákup Mikkelsen. Útvísingin
kostaði føroyameistarunum sigurin
Mynd: eb-streymur.fo