mánadagur 18. mars 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
verið ein av teimum stinnastu
á flogbóltsliðnum hjá ÍF,
og garvaði fuglfirðingurin
spældi
flogbóltsfinalu
í
Trongisvági hesaferð.
Spælarahópurin hjá ÍF
var ikki endaliga evnaður til
fyrr enn í februar, tá Hanus
Thorleifsson
og
Hendrik
Rubeksen skrivaðu undir
avtalu. Annars hevði verið
óvist, hvør manningin fór
at vera. Frágongdin hevur
verið stór í vetur. Thomas
Asmussen, Karl Løkin og
Dánjal á Lakjuni eru millum
teirra, sum eru farnir í onnur
feløg, meðan Høgni Madsen
og Øssur Dalbúð fóru seinni
undir
venjingarnar
enn
hinir.
Men nú er arbeiðsfriður á
Fløtugerði.
– Framgongdin hevur ver
ið stór seinastu vikurnar, og
vónandi heldur hon fram.
Her
eru
fleiri
evnaríkir
spælarar,
sigur
Albert
Ellefsen og nevnir millum
annað Høgna Madsen, Boga
Reinert
Petersen,
Øssur
Dalbúð, Poul N. Mikkelsen,
Nenad Saric og Ari Ellings
gaard.
Teir nýggju á talvuna
Sundalagsmenn vóru á odda
í hvíldini. Í skiftingarrúm-
inum hjá heimaliðnum varð
avrátt, at teir skuldu vera
meira ansnir í verjupartinum,
nú spælt varð við 10 monn
um.
Í skiftingarrúminum hinu
megin vildi Albert Ellefsen
hvessa álopsspælið.
– Í steðginum verður spæl
skipanin broytt nakað. Í eini
roynd at fáa breidd í spælið,
varð liðið tambað somikið, at
spælararnir, sum vóru í hvør
sínum borði, skuldu hava
meira pláss. Vit vildu í størri
mun stýra spælinum í seinna
hálvleiki, og tað eydnaðist,
sigur Albert Ellefsen.
Seinna
umfarið
var
mest sum hálvrunnið, tá ÍF
javnaði við Margáir. Øssur
Dalbúð hevði seinasta fótin
á bóltinum eftir tætta støðu
í málteiginum. Sigursmálið
kom í evstu løtu, tá Bogi
Reinert Petersen stýrdi bólt
inum í málið eftir horna
spark.
Albert Ellefsen ásannar,
at teir løgdu ikki alla orku í at
fáa øll stigini. At fáa eitt stig
við Margáir var eitt nøktandi
úrslit, men at fáa øll stigini
var fantastiskt, sum hann
málber seg.
– Hetta hilnaðist betur enn
væntað. At basa EB/Streymi
á útivølli uttan Bartal Eliasen
og Clayton Soares, sum vóru
knáir í fjør, er eitt sera flott
úrslit, eisini hóast teir vóru
undirmannaðir, sigur hann.
Rúni Nolsøe staðfestir hin
vegin, at teir í Sundalagnum
mistu trý umráðandi stig
hesaferð. Næstu avbjóðing
arnar eru HB, Víkingur og
KÍ á útivølli, og ætlanin var
sjálvsagt at hava seks stig í
stigaposanum áðrenn tær
uppgávurnar.
– Vit vóru á sigurskós, og
einki bendi sum so á, at teir
fóru at geva okkum stórvegis
mótstøðu. Vit fluttu bóltin
væl, eisini í seinna hálvleiki,
men teir fáa tvey mál eftir
hornaspark. Eg harmist úrs
litið, men fleiri glottar vóru
eisini. Tað er eingin orsøk at
fella í fátt av hesum, sigur
Rúni Nolsøe, sum fer at
brúka næstu tvær vikurnar
at snikka uppspælið endaliga
til.
Fuglfirðingar fremstir
ÍF hevur lagt bragdliga fyri í
hesari kappingini við fullari
úrtøku eftir tveir dystir.
Næstu vikurnar koma bæði
07 Vestur og HB á vitjan í
Fuglafirði, og tá verða vænt
andi bæði Eliasen og Soares
við.
Málsetningurin í Fugla
firði er at endurvinna evro
peiska atgongumerki. Und
an kappingarbyrjan hava
soróptu serfrøðingarnir ann
ars verið heldur ivasamir um,
hvussu tað fer at hilnast hjá ÍF
í ár. Góð úrslit verða ikki tagd
burtur í fótbóltsheiminum,
og
vinna
fuglfirðingar
næstu dystirnar verða teir
útnevndir sum biðlar til
føroyameistaraheitið.
Tað
slepst ikki undan.
Albert
Ellefsen
leggur
kortini doyin á, at einki
heiðursmerki
kemur
til
høldar í apríl.
– Vágamenn hava fyrr
verið drúgvir í Fuglafirði,
og tað verður ein sera torfør
uppgáva hjá okkum móti
uppflytarunum. Væntandi
verður kappingin sera jøvn
í ár. Tað verða helst fá lið,
sum vinna við Margáir, og
hesi stigini vóru kærkomin.
Leisturin verður at vinna
næsta dyst. Vit hugsa ikki
longri enn so. So mugu
røddirnar á síðulinjuni tosa
og meta um, sum tær vilja,
sigur Albert Ellefsen.
uni@sosialurin.fo
Rúni Nolsøe hevur enn ikki havt Rógva Egilstoft Nielsen og Levi Hanssen
tøkar. Rógvi hevur drigist við skaða, og Levi hevur verið burturstaddur. –
Teir leggjast afturat hópinum næstu vikurnar, sum gevur mær enn fleiri
møguleikar. Pætur Dam Jacobsen hevur verið í miðverjuni. Hann verður
væntandi fluttur fram á miðvøllin, nú Rógvi Egilstoft Nielsen verður tøkur.
Jákup Mikkelsen 4
Hann er enn knáur millum
stengurnar, tann nú 42 ára
gamli Jákup. Fekk mest sum
hjálparsleysur, tá heimaliðið
kom á odda. Hevði nakrar fínar
bjargingar annars.
Leivur Joensen 3
Var javnan settur undir trýst í
fyrra hálvleiki, men verjuparturin
hjá ÍF hevði betur umstøður eftir
steðgin, tá EB/Streymur ikki legði
eins nógv fyri. Spældi seg upp í
seinna hálvleiki.
Poul N. Mikkelsen 4
17 ára gamli miðverjin vekir
virðing. Visti tú ikki betur,
hevði tú helst hildið, at hann
hevur nógv ár á baki í fremstu
røð. Hann hevur pápa sín sum
verjuskipara, og samstarvið
riggar væl. Virðingarvert avrik!
Høgni Zachariasen 3
Hevur verið stinnur verjuspælari,
tá boð hava verið eftir honum.
Hann er góður bóltspælari, og
hann kann sjálvur vera við í
spælinum, tá álopini verða bygt
upp. Tann eginleikin kom serliga
til sjóndar í seinna hálvleiki.
Jan Ellingsgaard 3
Var sum altíð tryggur í vinstra
borði. Himprast ikki at taka
lut í framrættaða spælinum,
sum gevur fuglfirðingum fleiri
møguleikar, tá teir leypa á.
Hanus Thorleifsson 2
Var ikki so sjónligur, sum hann
onkutíð hevur verið. Skálamað
urin spældi ikki í bestu deildini
í fjør, og hann skal helst hava
nakrar dystir í beinini, áðrenn
hann veruliga kemur fyri seg. Var
útskiftur eftir lítlari løtu í seinna
hálvleiki.
Høgni Madsen 5
Stríðsmaðurin á miðvøllinum
var millum teir bestu hesaferð.
Hann er væl fyri og vinnur flestu
nærdystirnar. Frálíkt avrik.
Bogi R. Petersen 5
Bogi Reinert Petersen var fullur
av ágrýtni og virkishugi. ÍF fekk
meira pláss at spæla á eftir
steðgin, so umstøðurnar vóru
góðar. Krúnan var sett á verkið
við sigursmálinum í evstu løtu.
Ari Ellingsgaard 4
Evnini hava altíð verið góð, men
hann tykist spæla við størri
sjálvsáliti nú enn fyrr. Ræðist ikki
at bjóða av. Var sjónligur í løtum
av dystinum.
Øssur Dalbúð 4
Hol er komið á málskjótingina.
Eitt umráðandi mál, sum var
við at tryggja honum sigurin á
pápanum, sum er hjálparvenjari
hjá.
Nenad Saric 4
Var ágrýtin og eyðsýndur.
Tykist vera væl fyri, hóast góðu
fótbóltsevnini í størri mun sleppa
til sín rætt, tá fótbóltsveðrið
verður frægari.
Avrik: tøl 1 til 6
ÍF hevur skift nógv fólk tilæ hetta
kappingarárið og fleiri væntaðu, at teir
fóru at fáa tað torført, men felagið
hevur fingið fult stigatal higartil.
Clayton Soares hevur framvegis ikki fingið
loyvi at spæla, hóast hann hevur verið í
føroyskum fótbólti í nógv ár. Leygardagin
mátti hann aftur sita uttanfyri og hyggja.
Myndir: Sofus D. Johannesen
gott fólk
– Her eru fleiri evnaríkir
spælarar, sigur Albert
Ellefsen og nevnir millum
annað Høgna Madsen, Boga
Reinert Petersen, Øssur
Dalbúð, Poul N. Mikkelsen,
Nenad Saric (myndin)
og Ari Ellingsgaard
Jákup Mikkelsen
Poul N. Mikkelsen Høgni Zachariassen ■
Leivur Joensen Jan Ó. Ellingsgaard
Høgni Madsen Bogi R. Petesen
Hanus Thorleifsson Ari Ó. Ellingsgaard
(Jákup Johansen, 49.)(Aleksandar Jovevic, 89.)
Nenad Saric ■ Øssur Dalbúð
René Tórgarð
Pætur D. Jacobsen Marni Djurhuus ■
Gert Hansen Árni G. Olsen
(Arnar Dam, 66.)
Brian Olsen Niels P. Danielsen
Gunnar Zachariasen ■
Leif Niclasen Hans P. Samuelsen
(Hanus Olsen, 79.) (Jens M. Jensen, 85.)
Arnbjørn Hansen
EB/Str - ÍF 2-1 (1-0)
1-0: Arnbjørn Hansen 12.
1-1: Øssur Dalbúð 63.
1-2: Bogi Reinert Petersen 89.
Dómari: Petur Reinert