Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mars 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eg havi fyrr spurt um bøssa­ brúd­leypið, um hvat tað nú er fyri ein skræpa at koma við? Sum heild vald­ar tøgn­ in, helst tí tað verð­ur bíðað eftir, akkurát hvat og hví tú skalt halda, at tað er eitt gott hugskot. Men meðan tey meinigu á vinstra­vong­in­ um bíða eftir kultu­rellu fín­ elituni, hevur ameri­kanski ovastin tosað. Tað hevur okkara ikki. Sum hini bíðar hann. Hann bíðar eftir sínum skriv­stovu­ ráð­gevum, sum aftur lurta eftir meiningsmyndandi klass­an­um, tá ið hann eina­ ferð opnar formliga gabið. Úr­slitið verður eitthvørt óleið­arasligt gabb um, at bøssa­brúd-leypið er eitt “etiskt mál”— sum um áseting av lodnu­kvotum ikki eisini er tað! — og tí fer tað at vera upp til hvønn politikara sær at gera av, hvat viðkomandi held­ur, hóast løgmaður pri­ vat, so kritiskur sum hann nú er, onki galið sær í eini av­ mon­tering av hjúna­lagnum. (H­etta kann tó aldri vera ein etisk­ur spurningur, men eitt moralskt val.) Obama segði annars tað vera týðandi fyri seg at “ganga á odda og staðfesta fyri fólki, at tey samkyndu skulu hava loyvi at giftast”. Sum tann vingul­skøltur hann er, segði hann tað tó fyrst eftir, at mein­inga­kann­ ing­ar í USA høvdu víst, at annar­hvør ameriku­maður stuðl­ar bøssa­brúd­leyp­in­um; hvat so merkir, at øll hini, hin helvtin, eru “kon­serva­tiv kristin” og “fratør”, skulu vit trúgva herða­tasku­berandi ung-elituni. Smáliga kravið hjá elitu­ bøss­um at giftast verður ført fram sum tað heilt stóra javn­støðu­málið, sjálvt um tað hevur sirka líka nógv við javn­støðu at gera sum parkett­gólv­ið i mið­ hædd­ini. Fyri tað hind­rar tað ikki super-opportun­ ist­unum, Bjørt Sam­uel­sen, Poul Michelsen og, sjálv­andi, Rigmor Dam, at lata seg draga at kravinum. Við tað, at hetta fer at útstilla tey sum “modernaðir politikarar”, hava tey ikki ráð at bíða eftir øllum hinum. Tey halda óivað, at tað, at gera okkurt, ið ikki enn er gjørt, er at vera modernaður; og at vera ímóti onkrum, ið ikki enn er gjørt, er at vera ómodernaður. Men teir mest vinstravendu politikarnir stuðla eisini broytingini av hjúna­bands­lógini, tí tað gevur teimu­m eina fría og ókeypis rutu inní familjuna — hvat hr. Michelsen helst ikki ordiliga hevur fingið við. Men í royndum bíða vit eft­ir, at ráðandi rørslan og teirra soldatara-darlingur, Bjarni Lisberg, ið betragtar seg sjálvan sum eina re­in­ karn­a­tión av Malcolm X, í álvara bestemmar seg. Fyrst tá fer handa óradikala her­ ferðin fyri stórfeita bøssa­ brúd­leypinum at taka dik á seg. Vissuliga, tey fittu fara at kalla tey ófittu “homo­fobar” og annað lifr, ið ber á brá av úr­vals­ligum tolsemi, men har eru aðrar grundir at vera av­ bera skeptisk. Og tað er serliga ein grund, ið er frálíka spoysk. Hon er, at bøssabrúdleypið er ringt fyri bøssar. Bøssabrúdleypið er jú kveikt av eini daprari og defektari bøssarørslu í verju­ støðu. Hon vitnar um eina tráan ímillum modernað elitu­sam­kynd at vinna sam­ tykki uttan­ífrá fyri teirra kær­leika og lívs­stíli, og ser­ stak­liga frá stat­in­um og tí moralska meiri­lut­an­um. Nak­að, tey sam­kyndu løgdu ein lort í fyrr. So bøssabrúdleypið er fupp. Tað verður reivað í reypi og leverað sum ein upphevjað endastøð fyri alt tað, samkynd hava barst fyri í eina hálva øld. Men pesudoreypið er sjúkra­tekin um eina eiðasøra bøssa­rørslu, hvørs ynski um brúdleyp er borið av vantandi sjálvsáliti. Sum sagt, søguliga hava fagur­liga samkynd slettis ikki havt hug at giftast — líka frá Stonewall-uppgerðini í 1969 til tær fyrstu og mótaðu Gay Pride-hergongurnar fyrst í 70unum. Tey vildu loysing og frígering, ikki eina infantila lætti-útgávu av nøkrum, mynst­ur­bøssarnir frá LGBT halda vera “javnstøða”. Sam­ kynd fyrr vildu oyðileggja hjúna­lagið, ikki ganga við til tað og heil­hjartað stuðla tí. Kravið var um rættin til lív uttanfyri slíkar institu­ tión­ir. Um frælsið at skipa og skapa nýggjar mátar at liva, sum ikki kravdi nakað vælsignilsi frá statinum ella aksept frá “systkjum og systkinabørnum, ommum og abbum”. Men ídag, ígjøgnum bøssa­ brúdleypið, hevur tú LGBT og klemmandi kampanjufólk, ið gera nett tað mótsetta: bidda statin um at blíva al­ment viðurkend, ákalla miðal­ stætt­ar­mannin at fortelja sær, at tey eru ókey. Og mannminkandi LGBT- pretið, har substansleys lista­ fólk leita til djór at prógva sín eksi­stens, er bara enn eitt so sigandi dømi um bøssa­ment­ anina 2013. Seriøst... leita eftir “prógvum” fyri homo­seksu­ ali­teti í djóraverðini. Gay Manifesto, ein ávirk­ ana­rríkur faldari í Englandi, lýsti hjúnalagið sum “ein rot­ in og køvandi institutión”. Í 2002, á 30-ára degnum fyri tí fyrstu Gay Pride-hergonguni, segði Peter Tatchell, høvuðs­ maðurin aftanfyri gonguna, hetta: “Har var onki krav um sonevnda javnstøðu. Vit vildu loysast úr bondum. Vit vildu frælsi. Vit vildu broyta samfelagið. Ikki laga okkum eftir tí. Ikki gera tað sama sum hini.” So, at hoyra bøssafor­ sprák­ararnir tosa um eitt følilsi av at vera undirmettir, um ikki at føla seg heilan, og so hatta brennandi ynski um at føla seg vælkomnan inn í stats-sanktioneraðu familj­ una (ið forrestin kirkjan og kristni av sínum eintingum loyvir), er dekan grátiligt. Hetta sigur mær, at bøssa­ elitan nú á døgum líður undir einum putlutum tilveruiva og óró. Har bøssaaktivistar tá á døgum havnaðu bedrøviligar vísindaforklaringar um homo­seksu­alitet og stats­ lisens at liva sítt lív, fjasast bøssa­aktivistar nú á døgum við biologiskari deter­min­ ismu og lata seg taka í stats­ songini. Harumframt er okkurt homo­fobiskt í tí, at sam­kynd skulu giftast, tí tað sigur egin­ liga, at homo­seksu­ali­tetur bert kann fatast um hetero­ seksuellar institu­tión­ir. Allíkavæl leinkja LGBT og teirra skutilsveinar í ting­ in­um bøssabrúdleypið við “javnstøðu”, sum var hugtakið ein dualistiskur kroppur. Tað er ein totaliterur hugburður, í minsta lagi ótolerantur, tann hjá elitera vinstravonginum, at vit røkka líkleika, ella javn­støðu, við at eliminera ymisk­leika. Í hjúnalagnum hátíðar­ halda vit kynini, ymiskleikan! Men um tú heldur, at ymisk­ leiki ikki er umráðandi, so styðjar tú sjálvandi einum formi fyri javnstøðu, ið for­ kem­ur ymiskleika, skapar eins­háttan, og sum gevur tað sama til øll. Um, hinvegin, tú heldur, at fyri at røkka javn­ støðu, tá mást tú geva ella koma við ymiskum “tingum” í ymiskum sameiningum, til ymisk fólk, nettupp tí tey hava tørv á ymiskum (tingum) fyri at fáa javnstøðu, so fylgir, at tað er púrasta beint at konstruera eina institutión, ið er eyðkend ella einkennilig fyri heteroseksuell. Hjúnalagið er ein serskild heteroseksuell institutión, tí hon ger tvey ting, ongin onn­ ur institutión kann gera. Hon fæst við sambandið millu­m mann og kvinnu, og hon fæst við tað faktum, at hetero­ seksuell kunnu fáa børn, tað kunnu homoseksuell ikki. Bøssakærleiki er, innast inni, eitt samband millum tvey fólk. Siðvant hjúnalag er ikki. Tað er ein institutión, eitt ótal av fólki fara inn í av nøkrum heilt serligum or­ søkum. Eitt samband millum presiss ein mann og eina konu, sum sera ofta, men ikki altíð, er til fyri at “føra ættina víðari”, og sum pliktar handa mannin og hasa konuna til eina ør­grynnu av øðrum pørum, til eitt samfelag. Fakta er, at hjúnalagið ikki bert er um samlív ella samlag, ikki eingong um at hava eitt intenst og heitt samband, tíans­heldur ta sannroynd, at tað mest optimala fyri barn­ ið er at vera umboðað av báð­um kynum. Hjúnalagið hevur altíð handlað um nógv meiri enn tað; um at skapa eina eind við egnum reglum, viðurkend av statinum sum eitt serskilt samveldi. Sjálv premissan fyri hesi institutión er, at hon bert kann vera millum mann og kvinnu. Og tí heldur hon eisini uppat at eksistera, um stat­urin eisini her loyvir sær at blanda seg uppí totalt privat viðurskifti, hvat hjúna­lagið er. At klamsa saman hvørt mannasamband sam­bært eini greyt­utari og ovur­kenslu­ samari, fyri ikki at siga mein­ ings­leysari umdefinering av “hjúna­skapinum”, har alt frá bøssa­kær­leika til eitt kristið par verður homo­geni­serað til hug­takið “hjúna­band”, tænir ongum. Tað tænir ikki samkyndum pørum, hvørs “hjúnaband” fer at hava lítla søguliga dýpd og ongan nútíðar rele­ vans. Og tað tænir ei­heldur teimum, ið longu eru gift, tá ið nógv teirra halda, at bøssabrúdleypið er átrún­ aðar­liga ótolerant og undir­ gravar teirra samleika. Ella, faktiskt... tað vil siga, ongum uttan sussandi klass­ anum, ið Oddvør og hennara drekkamunsrealistar so miri­liga ynskja at vera ein seriøsur partur av. Ein happingar-klassi so bundin av at vilja reklamera sítt mo­ dernaða ídni, at hann skítur á, um bøssa­brúdleypið fer at traðka á saml­eikan hjá vanligum fólki, so longi sum hann held­ur, at tað fer at hjálpa sær og sínum um­ dømi. kjak Tey vildu loysing og frígering, ikki eina infantila light-versión av nøkrum, mynsturbøssarnir frá LGBT halda vera “javnstøða” Har bøssaaktivistar tá á døgum havnaðu bedrøviligar vísindaforklaringar um homoseksualitet og statslisens at liva sítt lív, fjasast bøssaaktivistar nú á døgum við biologiskari determinismu og lata seg taka í statssongini Bøssabrúdleyp? Ja, eg meini tað. Hvat næst? Samskatt fyri flatkynd? Agga Niclasen meining@meyl.fo