Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mars 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Samgongan heldur fram við at byggja og útbyggja før­ oyska samfelagið. Lands­ stýrismaðurin við menta­ málum, Bjørn Kalsø, hevur lagt uppskot fyri løgtingið, har mælt verður til at játta 124 milliónir krónur til Marknagilsdepilin. Tað skal tó sigast, at 60 milliónir kr. eru til innbúgv, meðan hinar 64 milliónirnar eru meir­útreiðslur av bygn­ inginum. Tálma útreiðslunum Tað finnasta ikki orð fyri, hvussu týdningarmikil skúl­in við marknagil er. Bæði fyri vónina hjá næm­ ingunum, sum ganga á mið­ náms­skúlunum í Tórshavn, men so sanniliga eisini fyri yngra ættarliðið, sum í fram­tíðini kemur at fáa sín gerandisdag í glæsiliga bygn­inginum. Hetta er ein stór íløga í framtíðina. Í samfelagið. Vit vilja skapa neyðugu um­ støð­urnar fyri okkara ung­ dómi, tí tey hava uppiborið nútímans karmar. Tað kann næstan ikki lýsast við orðum. Hetta er og verður ein alneyðug íløga! Leingi er tað, ið væl skal vera Tað er hinvegin eingin loyna, at arbeiðið fekk ein dyggan smeit, tá tað vísti seg, at bílligasta loysnin fyri marknagilsdepilin var 154 milliónir kr. meir enn ætla. Ein smeitur fyri flokkarnar. Ein skelkur fyri skipanina. Eitt stórt vónbrot fyri meg persónliga. Hvussu kundi nakað, sum var so átroðkandi neyðugt dýrka við heili 40 prosentum - úr 391 milliónum kr. upp í 545 milliónir kr. Tað var púrasta óskiljandi! Hetta kundi hvørki eg ella samgongan góðtaka. Vit kravdu broytingar. Kravdu svar. Vit máttu tálma útreiðslunum, so at bygn­ingurin ikki gjørdist óneyð­uga dýrur. Tað er góður politikkur. Tíbetur eydnaðist tað landsstýrimanninum við mentamálum, Bjørn Kalsø, saman við landsverki og ráðgevunum at koma við eini loysn. Eini loysn, sum bæði landsstýrismaðurin og landsverk eru nøgd við. Eini loysn, sum ikki kemur at ávirka funktionalitetin ella ásettu krøvini í byggi­ skránni. Tvey fet afturat Vit eru næstan komin á mál. Næstan. Sambært lands­stýrismanninum við mentamálum, Bjørn Kalsø, eru vit bara ein mánaða frá. Spakin kann setast í fyrst í apríl. Um 30 dagar. Samgongan tók fyrsta feti í dag. Vit eru tilreiðar at taka bæði næsta og triðja feti, so marknagilsdepilin verður veruleiki fyrsta skúladag í 2016. Tvey fet frá marknagils­ deplinum! Hanus Samró Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin Endurvenjing: Lógartryggjaður rættur og størri fíggjarlig orka Rósa Samuelsen Løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin Gongdin higartil Fyri øll okkum sum starvast í politikki er týdningar­ mik­ið er at koma úr bú­ skap­ar­ligu kreppuni fyri at kunna tryggja tær væl­ ferð­artænastur, sum eru neyðugar og at uppá sikt er neyðugt við javn­vág á fíggjarlógini. Men sam­ stundis er neyðugt at gera politiskar raðfestingar. Verða eitt nú almanna-, ment­ unar-, og heilsuøkini ikki rað­fest, verður tað ikki ein sparingin fyri samfelagið – heldur tvørturímóti. Neyð­ugt er eisini at gera bygnaðarbroytingar og sam­ skipan innan hesi øki, fyri at tryggja, at borgarin fær ein góða samanhangandi heild­ artænastu. Tá Føroya Løgting sam­ tykti, at ST-sáttmálin fyri fólk við breki, varð settur í gildið fyri Føroyar, vóru tað fleiri, sum aftur kundu hóma vónina. Serliga vóru tað fólk við førleikatarni, teirra næstringar, men eisini áhugafeløg og fakfeløg sum fegnaðust og fingu vónina aftur. Eldsálirnar sóu nú vón fyri framman, nú var nátt á mál, nú fóru tær lógir og tilboð at koma, sum stórur tørvur hevði verið á. Nógv er gjørt fyri at bøta um viðurskiftini hjá fólki við førleikatarni o.a., men vit mugu ásannað, at nógv er eftir enn. Alt verður ikki gjørt eftir einum degi, men tað er sera umráðandi at raðfesta og fáa gjørt eina heildarætlan yvir, hvat gerast skal fyri at lúka krøvini sum ST sáttmálin ásetur. Eitt tað størsta frambrotið innan almannaøkið er ar­ beiðsmarknaðar reform­urin, lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk, (rúmligi arbeiðs­ mark­naðurin), uppfylging í sjúkradagpeningalógini og møguleikaváttanin, sum øll skulu vera við til at hjálpa og stuðla fólki aft­ur, eftir føri­ muni, út á arbeiðs­markn­ aðin. Tørvurin á endurvenjing Roknast kann við, at eini 5.000 fólk hava brúk fyri rehabiliterig, tað eru fólk, sum hava apopleks, krabba­ mein, hjarta- og æðrasjúku, gikt, sálarsjúku osfr. Tað er neyðugt við álítandi hag­ tølum, sum skulu undir­ byggja stóra tørvin, hesi finn­ast tíverri ikki í dag, Skal veruliga setast inn og verulig úrslit síggjast aftur, má hetta raðfestast. Øll hava sama rætt til umsorgan, læring og av­ bjóðingar, og soleiðis skapa sær innihald og lívsvirði í gerandisdegnum. Eg hugsi um tey fólk og nærstingar teirra, sum hava ein serligan tørv ella avbjóðing, og hava brúk fyri rehabilitering/end­ urvenjing o.ø. - tað eru hesi, sum detta niðurímillum og vit koma at fáa og hava longu fólk, sum liva undir óneyðugum vánaligum um­støðun, tí vit hava ikki tryggja endurvenjing við lóg. Vit skulu tryggja við lóg, uttan mun til aldur, at ein skal hava eina skrivliga endurvenjingarætlan, tá ein verður útskrivaður av sjúkrahúsi. Tó við tí treyt, at læknin metir, at tað er brúk fyri venjing eftir, at ein er útskrivaður. Í einari endurvenjing­ arætlan skal standa hvørjar førleikar sjúklingurin hevur mist, og hvørjar førleikar mett verður at sjúklingurin kann fáa aftur, hvat slag av venjing og hvar venjingin skal veitast og nær byrjast skal. Endurvenjingarætlanin skal verða gjørd saman við sjúklinginum og skal í sein­ asta lagi verða gjørd áðr­ enn sjúklingurin verður út­ skrivaður. Um sjúklingurin ikki er førur fyri sjálvur at verða við, skal ein næstringur verða við. Vit hava ikki ráð til einki at gera. Nei - vit kunna basa einum parti av hes­um bú­ skaparligu trupulleikum - møguliga er kreppan størri, tí vit gera ov lítið við at seta skjótt inn við at menna og skúla fólk at klára seg sjálvi. Eitt sosialt burðardygt samfelag Verður samfelagið í dag rik­ ið búskaparliga og sosialt burðardygt, tá talan er um fólki, sum býr í landinum. Ein kanning í Danmark, sum felagið hjá donsku sosial­pedagogunum hevur gjørt, vísir, at um sett verður inn við fyribyrgjandi tiltøkum, sum eru við til at forða fyri, at fólk enda sum fyritíðarpensjónistar, kann samfelagið vinna mill­um 7,5 og 12,5 mió fyri hvønn borgara, sum verður hjálptur. Hetta eru týðuligt dømi um, at tað er neyðugt við fyribyrgjandi tiltøkum, og kunna hjálpa børnum og ungum, tá teimum tørvar hetta. Sum samfelag hava við ikki ráð til at lata vera. Nógv verður gjørt fyri at tilfeingi úr havinum skal gagnnýtast. Tað er neyðugt, at íløgur verða gjørdar fyri at fáa fiskin til høldar, skip skulu umbyggjast og fram­ leiðslurhøli byggjast - hetta kostar pening og nøkur skulu váða og seta pening í. Vit skulu virka fiskin sum best, fyri at fáa sum mest fyri vøruna. Raksturin skal hanga saman og yvirskot fáast fyri hava møguleikan at út­byggja og síðani fáa meira arbeiði til fleiri hendur. Fólk fáa arbeiði, arbeiðsloysið mink­ar, føroyska familjan og sam­felagið fær tað betur. Raðfesta við rehabilitering so sparir samfelagið við at rað­festa og veita tilboð til rehabilitering. Vit fáa færri fyritíðarpensjónistar, færri sjúkrameldingar - vit fáa eitt blómandi samfelag, har fólk við serligum tørvi/ avbjóðingum hava eina vón at mennast og soleiðis trív­ ast og hava tað gott. Vit fyribyrgja, at familjur flyta av landinum - familjur og kvinnur flyta heldur heim aftur til Føroya. Fólk sum hava nomið sær útbúgving venda aftur. Í síðsta enda er tað ein vinnarasak fyri alt samfelagið. Ríkisveitingin oyramerkjast Mítt tilmælið er, at hækking­ in av ríkisveitingin skal oyra­ merkjast til lóg um re­habili­ tering og tilboð til sálarsjúk soleiðis at arbeiði kann fáast til fleiri hendur. kjak Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo HARO 3-stAv pARkettgólv Eik hvítt bustað matlakk 13,5x180x2200 mm nú 219,- FYrr 369,- glAsvev pAkkAtIlBOÐ 25 MtR. glAsvev / 10 ltR. líM / 10 ltR. MálIng nú Bert 699,- spar 337,-