Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-18, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mars 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin, lærari á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum. Flestu londini í Evropa fylgja Bologna til gondini. Hetta hevur við sær, at uni versi tets útbúgvingarnar eru skipaðar eftir 3+2+3 frymlinum, har bachelorparturin tek ur 3 ár, yvirbygnaðurin tekur 2 ár pluss eina 3 ára granskaraútbúgving. Føroyum verður yvirbygnaðurin, ið er tey tvey árini eftir bachelorútbúgvingina, nevnd ur master og telur 120 ECTS. Í Danmark nevnir mann hesi somu tvey árini kandidaturin og hann tel ur somu leiðis 120 ECTS. Í Stóra Bret landi verður yvir bygnaðurin eftir bachelor út búgv ­ ing ina nevndur master. Hesin part ur in telur van liga 90 ECTS, men kann bæði telja meira ella minni. Kandidat- og master útbúgvingar í Dan mark Í Danmark kanst tú taka kandidat­ og masterútbúgvingar, sum eru tvær ymisk ar yvirbygnaðarútbúgvingar á uni­ versi teti num, ið tú kanst taka, um tú longu hev ur eina bachelorútbúgving. Kandidatútbúgvingin tekur 2 ár og verður sum oftast tikin beint eft ir bachelorútbúgvingina. Hon er ókeyp is fyri studentin, sum er undir full tíð ar lestri og hon gevur rætt til SU. Tað er einki krav um arbeiðsroyndir við upp­ tøku á eini kandidatútbúgving. Kandi dat út búgv ingin gevur atgongd til ph.d. lestur. Masterútbúgvingin er ein aka dem iskt viðurkend útbúgving og eitt altjóða viðurkent heiti. Tað kann ofta vera trupult at fáa skil á út búgv ing ar heitu num, tá talan er um master út búgv ingar, av tí at heitið bæði verður brúkt á enskum og donskum – við ymsum merkingum. Masterútbúgvingin í Danmark tek ur vanliga eitt ár, um mann er undir full tíð ar lestri á universitetinum. Hon verður tik in á sama stigi sum ein kandidatur og svarar til eitt ársverk, ið er 60 ECTS. Hon verð ur tó sum oftast tikin sum part tíð ar lestur yvir 2 ár samstundis sum mann ar beið ir. Hetta ger, at tað ikki er møguligt á fáa SU. Upptøka á eini mast er ­ út búgving krev ur, at mann hev ur minst tvey ár av við ­ kom an di ar beiðsroyndum. Hon kost ar van liga fyri tann les an di og út búgv ­ ing ar gjald ið verð ur ant in gold ið av tí les andi sjálv ­ um ella ar beiðs gev ar in u m. Mas t er út búgv ing in gev ur ikki bein leiðis a t gongd til ph.d. lestur. Ímeðan ein kandi dat­ út búgving bygg ir víðari á tann kunnleika og teir før lei k ar, sum tann les­ andi hevur ogn að sær á bachelorútbúgvingini, er ein mast er út búgving ofta meira spesial i ser að, vinnu­ relater að og legg ur seg eftir at menna før leik ar­ nar í praksis, sum gev ur tí masterlesandi møgu leika at nema sær ser kunn leika og dýpan. Masterútbúgvingarnar eru partur av “videre ud­ dan nel ses systemet for voksne,” sum verður stýrt av “VfV­lov en,” ímeð an kandi dat yvir bygn að ur in er ein partur av “det ordi nære ud dannelses system,” ið verður stýrt av Ud dan nel ses mini ster iet (sí myndina niðanfyri). Útbúgvingarnar eru tvær skipanir, sum ofta verða umrøddar sum parallellar: "De to systemer omtales ofte som 'parall elle systemer', og de er hi s tor isk set blev et til for at tilgodese ud dannels es­ be hov hos to væsentlige grupper: For det ordinære systems vedkommende pri mært unge mennesker, der i et relativt ubrudt forløb har befundet sig under ud dannelse siden skolestart, og som sigt er mod et højere uddannelsesniveau ind en indtræden på arbejd smarkedet. For det parallelle systems vedkommende voks ne mennesker, der har en vis grund ud d annelse fra det ordinære syst em, og siden hen har høstet er hvervs er far ing (...) og som nu sigter mod opkvali ficer ing med henblik på per son lig eller karriere­ mæs s ig udvikling" (kelda: Notat om mast er ud dannelser: niveau og vurd er ing i forbindelse med ak kredit er ing, 2012, Altinget.dk). Master í Stóra Bretlandi og Føroyum Tosar mann um eina master í til dømis Stóra Bretlandi skal tað skiljast sum tað sama sum ein donsk kandidatútbúgving. Ein donsk masterútbúgving verður um sett til “postgraduate master” í Stóra Bret landi, og hetta sipar til, at tað ofta er ein eyka yvirbygnaður, sum verður valdur, tá ið luttakarin hevur tørv á at menna sínar ar beiðsførleikar. Í Føroyum hava vit ikki eina master út búgving sum tann í Danmark, tann før oyska masterútbúgvingin er sum áður sagt, tað sama sum í Danmark verður kall að kandidaturin. Kelda: uvm.dk Master- og kandidatútbúgvingar. Hvør er Munurin? SpurnarSíðan Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Góðan dagin ! Eg fekk mítt HF­prógv summarið 2012. Síðani tá havi eg arbeitt, og eg eri nú byrjað at hugsa um víðari lestur, sum eg ætli mær í holt við um eitt gott ár. Eg veit, at eg noyðist at supplera í hvussu so er støddfrøði og kanska eisini evna­ ella alisfrøði. Mín spurningur til tykkum er: hvørjar møguleikar eru fyri at supplera í Føroyum? Og hvørjar eru í Danmark? Takk fyri Svar : Í Føroyum : Á miðnámsskúlunum í Føroyum ber tað til at supplera antin við at vera stakgreinalesandi ella við at vera sjálvlesandi. Velur tú at vera stakgreinalesandi, skalt tú melda teg til á einum av miðnámsskúlunum í seinasta lagi 25.juni (um tú ætlar at byrja í august). Jú fyrr tú meldar teg til jú betri, tí eru holdini full, ber ikki til at vera upptikin. Sum stakgreinalesandi hevur tú møtiskyldu, og tú skalt avlevera allar kravdar uppgávur. Tú fert til próvtøku undir vanligum treytum. Velur tú at vera sjálvlesandi, luttekur tú ikki í undirvísing, men hevur rætt til tríggjar tímar vegleiðing. Freistin at melda seg til er í februar, um tú ynskir at fara til próvtøku um summarið. Tó er tað skilagott at melda seg til so skjótt sum møguligt aftaná summarfrítíðina fyri at koma í gongd at lesa. Tú fert til próvtøku í fullum pensum. Um tú ynskir ein av hesum møguleikum, skalt tú seta teg í samband við ein lestrarvegleiðara á einum av miðnámsskúlunum fyri at fáa at vita, hvussu tú skalt bera teg at. Á kvøldskúlanum í Havn hevur tað í nøkur ár verið møguligt at taka summi fak á miðnámsstigi. Hvørji fak, kvøldskúlin fer at bjóða út í heyst, vita vit ikki, men tú kanst fylgja við á www. kvoldskulin.fo Í Danmark: Á uddannelseguiden (www.ug.dk og á www.gsdanmark.dk) kanst tú lesa ymiskt um gymnasial supplering. Heilt stutt : GSK­skeið (gymnasial suppleringsskeið) kunnu takast yvir ein mánað (summarskeið), eitt hálvt lestrarár ella eitt heilt lestrarár. Ymiskar umsóknarfreistir eru : ætlat tú at supplera um heystið, er freistin at søkja 15. august, ætlat tú at supplera um várið, er freistin at søkja 1. desembur. Freistin at søkja summarskeið er 5.juli. Men tú skalt søkja í so góðari tíð sum møguligt fyri at vera sikkur uppá at fáa pláss. Umsóknarblað finnur tú á www.gsdanmark.dk Tað kann sendast elektroniskt ella við post. Online suppleringsmøguleikar við SU eru at finna á www. kvuc.dk og www.vuc.nu Vinarliga Holger og Bjørg Spurningur Hvussu nógvar útbúgvingar kann mann fara undir í Danmark uttan at gera tær lidnar, og kann mann koma inn á ”lang videregående uddannelse,” tá mann longu hevur eina kandidatútbúgving, og fær mann stuðul frá SU? XXX Hey XXX ”3. gangsreglen” fellur burtur. Hetta hevur við sær, at tú sum umsøkjari við tveimum ella fleiri óliðugum útbúgvingum ikki longur skalt søkja um undantak frá regluni um, at mann bert kann fáa lestrarpláss, um tøk pláss eru á atgonguavmarkaðum útbúgvingum. kanDiDatreGla: Hevur tú longu nomið eina kandidatútbúgving, verður tú bert tikin inn, um pláss eru tøk á tí útbúgvinigini, ið tú ynskir at taka. Tað er bert í heilt serligum førum, at eitt universitet ger undantøk frá hesi reglu. Tað kemur til dømis fyri í sambandi við mistar arbeiðsførleikar innan títt starvsøki, og hetta skal skjalprógvast. Eitt nú, um tú sum útlærdur djóralækni fær staðfest ovurviðkvæmi fyri djórum. Væntandi starvsmøguleikar ella ynski um at broyta yrkisleið geva ikki møguleika fyri undantøku frá reglunum. SU fært tú í mesta lagi eitt ár eftir ásettu lestrartíðina, tað er vanliga 6 ár. (SU­sparingar kunnu møguliga broyta hetta framyvir…) Vh Bjørg og Holger Spurningur um supplerings møgu­ leikar í Føroyum og í Danmark TANN PARALELLA ÚTBÚGVINGARSKIPANIN Í DANMARK