Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. mars 2013 · Nr. 33 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilsa Endurnýggjað koyrikortið Er tað rætt, at fólk skulu til heilsukanning fyri at fáa koyrikortið endurnýggjað, tá tey fylla 70? Nei, siga felagsskapirnir hjá teimum eldru í Danmark við teirri grundgeving, at fólk hava betri heilsu í dag enn fyrr. Men læknarnir vilja varðveita kanningina. Hinvegin halda teir, at tað kann vera rætt at endurskoða, um aldursmarkið skal hækka, nú fólk hava betri heilsu langt upp í árini. Tí enn er eingin regla, sum áleggur framleiðaranum at upplýsa, hvussu ofta fiskurin er frystur, tiðnaður uppaftur og frystur aftur. Tá norska mat­vørueftirlitið herfyri kann­aði nakrar frystar fiska­vørur, sum vóru til sølu í handli­num, vísti tað seg, at fleiri teirra vóru frystar tvær ferðir og onkrar tríggjar ferðir, uttan at keyparin fekk tað at vita. Tað er serliga fiskur, sum kemur av fjarskotnum leið­ um, sum kann vera frystur og tiðnaður upp fleiri ferð­ir. Eitt nú er tað ikki óvan­ligt, at fiskur, sum er veidd­ur í Atlantshavinum, verð­ur sendur til Kina til sker­ingar og síðani aftur til Evropa til liðugtviðgerð og pakk­ing. Í einari tílíkari fram­leiðslu­ gongd kann tað væl henda, at fiskurin verður frystur og tiðnaður upp fleiri ferðir. ES er á veg við nýggjum reglum, sum fara at krevja, at framleiðarin skal upplýsa á pakkanum, nær fiskurin er frystur fyrstu ferð, men merk­ingin fer ikki at siga nak­að um, hvussu ofta fisk­ urin er frystur. Fiskurin kann vera frystur og tiðnaður fleiri ferðir Tað kann væl henda, at frystur fiskur, sum tú keypir í handlinum, er frystur bæði eina, tvær og tríggjar ferðir, uttan at tað stendur uttan á pakkanum Hesaferð eru tað granskarar á tí kenda Harvard-uni­ versi­tetinum í USA, sum eru kom­nir til ta niðurstøðu, at vand­in fyri hjartasjúkum mink­ar munandi, um tú legg­ur av at roykja. Granskararnir siga, at vandin minkar ikki so nógv hjá fólki, sum hava sukur­ sjúku, men at hann kortini minkar, og tí loysir tað seg eisini hjá teimum at leggja av. Umleið 3.000 fólk vóru við í kanningunum, og úr­slitið er, at hjá teimum, sum klára at halda seg frá royk­ing í fýra ár, minkar vandin fyri hjartasjúkum 54 prosent. Tað er einki nýtt, at tað sæst aftur á vektini, tá fólk leggja av at roykja, og í Harvard-kanningini vísti tað seg, at í meðal tyngnaðu fólk seks kilo tað fyrsta hálv­árið eftir, at tey góvust at roykja. Men tað eigur ikki at vera nøkur forðing fyri at leggja av, sigur Dr. James Meigs, sum stóð fyri kanningini. – Kanningin vísir, at vand­in fyri hjartasjúkum mink­ar munandi, sjálvt um fólk taka uppá, tá tey leggja av, sigur hann. Uttan sigarettir er nógv minni vandi fyri hjartasjúkum So er tað prógvað enn einaferð. Tað loysir seg veruliga at leggja av at roykja Vit hava leingi havt ill­ gruna um, at fólk, sum sova lítið, hava lyndi til at fitna, og hetta staðfestir ein nýggj kanning nú. Granskararnir siga tó, at tað er ikki svøvnloysið í sær sjálvum, sum ger, at vit draga upp á holdini, men ymiskt, sum fylgir tí. Í kanningini bleiv ein hóp­ur av fólki býttur í tvey. Annar bólkurin slapp av sova fimm tím­ ar um samdøgrið, hin níggju tímar. Úrslitið var týði­ligt: Tey, sum svóvu minni, tyngnaðu í meðal 900 gram um vikuna. Tað vísti seg, at tey ótu minni til morgun­mat enn hini, men har­afturímóti ótu tey meiri um kvøldið. Enn ein ábending um, at tað loysir seg at fara fyrr í song. Svøvnloysi fitar Flakið í pakkanum kann vera fryst og tiðnað fleiri ferðir, uttan at tað verður upplýst Lagt til rættis: Árni Joensen