Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. mars 2013 · Nr. 33 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Eirikur Lindenskov – Tað eru tvey viðurskifti, sum hava stóran týdning fyri raksturin í ferðavinnuni. Tey eru meirvirðisgjaldið og detail­prísurin, sum mat­stov­ ur og gistingarhús mugu rin­ da fyri keyp av víni og øðr­um í Rúsdrekkasølu Land­sins. Tað sigur Johannes Jen­ sen, sum er stjóri á Hotel Før­ oyum og formaður í Ferðaráð Før­oya. Hann fegnast um, at upp­ skot nú er komið á tingborð um at lækka ella taka av meir­virðis­gjald á matstovum og gistingarhúsum, so­leið­is sum tað er gjørt í nógvum evrop­iskum lond­um og norð­ ur­londum. Meir­viriðis­gjald er ikki á gisting, men á øll­um øðrum tænastum hjá gist­ inga­rh­úsum. Danmark er tað síðsta land­ið, sum hevur tikið hetta mál­ið upp. Hetta er gjørt sum liður í pakkanum hjá donsku javnaðarstjórnini at skapa størri kappingarføri í Danmark. Har merkja tey týðuliga, at tey tapa í kapp­ ing­ini við Svøríki á ferða­ vinnu­øki­num, har tey fyri nøkrum árum síðani lækk­ aðu meirvirðisgjaldið á mat­ stovu­virksemi. Mett verður, at tann dans­ ka mat­stovu­vinn­an er tann, sum er eina ringast fyri í øll­ um Evropa. Heim­sins besta mat­stova sein­astu ár­ini, No­ ma í Keyp­manna­havn, hevði sítt besta ár í fjør, og tá var úrs­lit­ið eitt yvir­skot upp á trígg­j­ar millión­ir krón­ur, sum ikki er ser­liga stórt, tá hugs­að verð­ur um støð­u­ na, sum hend­an mat­stov­an hevur, har tú mást bíða í ára­ vís fyri at bí­legg­ja tær borð. Johannes Jensen vísir á, at tað at eta og sova er grundarlagið undir ferða­ vinnu­ni. Hann sigur, at eitt nú í Svøríki vístu kritikarar á, at hendan lækkingin ikki fór at síggjast aftur í prísinum. Men kanningar vístu kortini, at prísurin lækkaði, og at um­setn­ingurin vaks. Formaðurin í Ferðaráð Før­oya ivast ikki í, at tað sama hevði hent í Føroyum. – Hví fær tú einki at eta í Suðuroy, og hví ber einki til við matstovuvirksemi í Myki­nesi, spyr Johannes Jen­sen við tveimum dømum. Formaðurin í Ferðaráð Før­oya vil ikki leggja seg út í, hvønn skatta- og av­gjalds­ poli­tikk landið rekur, men hann dylur ikki fyri, at hann er sera fegin um hetta upp­ skotið, sum hann vón­ar fær góða viðgerð í tingi­num, tí talan er um eina vinnu, sum er rættiliga lønar­inten­siv, tí tal­an er um nógv starvsfólk og ongar maskin­ur. – Hetta er jú ikki ein vinna, sum kann útflytast. Arbeiðið kann bara gerast her. Tað ber ikki til at flyta virk­semið til Kina, so sum vit síggja tað í nógvum øðrum vinn­um. Her er talan um ar­beiðs­pláss, har fólk skulu veita fólki eina tænastu, og tann vinnan má jú vera á stað­num, sigur Johannes Jen­sen. Hann vísir á, at talan er um nógv arbeiðspláss. Í Hotel Føroyar samtakinum er talan um lønir upp á ein­ar 40 milliónir. Á Hotel Hafnia er talan um einar 11 milliónir. Siga vit so, at hetta er helmingurin av lønar­út­gjald­ing­unum í vinnuni, so er talan um yvir 100 milliónir í løn­um. – Her er talan um størv, sum bæði eru til ófaklærd og til ungfólk. Nógv fremm­ and fólk eru eisini í vinnu­ni, sum skapa stórt fjøl­broyt­ni og trivn­ að, vís­ir Johan­nes Jen­sen á. Eirikur Lindenskov Tað staðfesti Johan Dahl, lands­stýrismaður í vinnu­ mál­um, í Løg­ting­unum í síðstu viku, tá løgtingið við­ gjørdi uppskotið hjá Poul Michel­sen í Framsókn um at lækka ella avtaka mvg á mat­stovu­m og hotellum. Poul Michelsen vísir á, at seinastu árini hava fleiri lond lækkað, ella heilt av­ tik­ið, mvg á hotell- og mat­ stovu­virk­semi. Endamálið er at økja um kapp­ingarføri við atliti til út­lendsk­ar ráðstevnur og skeið­virk­semi. Hesin vinnuvegur hev­ur stórt ringvirkni fyri sam­ felags­búskapin, tí hotell- og matstovuvinnan er stór vinna við nógvum og fjøl­ broytt­um hjávinnum. Vinnan skapar lutfalsliga nógv arbeiði og skapar nógv nýggj og varandi ar­beiðs­ pláss, har serliga ung fólk leita sær til. – Ferðavinnan er uttan iva ein framtíðarvinna í Før­ oy­um, og tað legst alla tíð­ ina aftrat teimum til­boð­um, sum føroyska ferða­vinn­an hevur at bjóða og arbeiða við, sigur fram­sókn­ar­mað­ urin. Fleiri tingfólk halda, at talan er um eitt gott upp­ skot, og tað helt lands­stýris­ mað­urin í vinnumálum eisi­ ni. Hann vísir á, at Løg­ting­ ið hevur játtað stórar upp­ hædd­ir til at menna ferða­ vinnu­na og tað er skilagott at lækka ella avtaka mvg á mat­stovum og hotellum. Hann heldur, at hetta kann birta upp undir ferða­ vinnu­na, bæði við tað at út­lendsk ferðafólk kanska brúka meir, men eisini við tað at eggja føroyingar at gera meiri av at ferðast í egn­um landi. – Tað kann skapa nógv nýggj størv í vinnuni, held­ ur hann. Seinasta landið at hjá VINNA Matstovu- og gistingarhúsvinnan er ein lønarintensiv vinna, tí talan er um eina vinnu, sum ikki kann útflytast til onnur lond, sigur Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum og formaðurin við Ferðaráð Føroya Lægri mvg á matstovur og hotell VINNA Samgongan er sinnað at kanna møguleikarnar fyri at lækka, ella avtaka, mvg á tí tað kostar at eta og drekka á matstovum og at gista á gistingarhúsum