Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. mars 2013 · Nr. 33 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nýmótans útgávan av klassiska Philetta- útvarpinum frá Philips sær eitt sindur gamaldags út, men við iPod og iPhone-dock eins og bæði FM og DAB-útvarpið er útgerðin sanniliga tíðarhóskandi. Tá docking-støðin er trýst inn, og útvarpið er sløkt, ber væl til at ímynda sær, hvussu originalurin sá út. Her er bakljósið, vaku­ umrør og stuttbylgja skift út við ein snøggan træfineraðan kassa, talgilda tøkni og talgilt útvarp. Men Philips so líkt, so hava teir ikki svikið upprunaliga sniðið frá 1955. Ljóðstyrkin og útvarpsmóttakarin verða stýrd av hjólum í sama sniði, og sjálvt gjøgnumgataða bakplátan (í sterkum aluminium) er við á nýggju Philetta-útgávuni. Størsta broytingin í útsjóndini er fjøðurtrýsta docking-skuffan, sum er at finna júst har, sum knøttarnir til val av stuttbylgju, millumbylgju, FM og langbylgju áður sótu. Útvaprið fæst eisini í reyðum og klassiku cremehvíta Philetta-litinum, um tær ikki dámar træfiner. Original Radio, sum Philips eisini nevnir tólið, fæst eisini í eini útgávu uttan dock. Tá er skíggin á miðjuni og ikki til høgru, sum hann er á hesi útgávuni við docking-stikki. Eitt stikk, sum annars hevur væl kenda 30 pin útgangin, sum Apple eisini hevur nýtt, áðrenn teir við iPhone 5 komu við heldur minna Lightning-stikkinum. Við øðrum orðum, so riggar hetta ikki til iPhone 5 ella til nýggjastu út­gáv­urnar av iPod, um tú ikki hevur serligan adaptara. Tekstur: Lasse Svendsen radio: tøkni Fyri Ímóti Stór og fyldug jóðmynd. Góð góðska Nógv fyri pengarnar Vantandi AirPlay Eingin tónastýring Philips ORD7300 borðradio Frum- eintakið Prísur: 2.199 krónur philips.dk Samlað meting: ★★★★★★ Archos bjóðar nú Apple av. Vápnið er ein bíligur teldil við Retina-skíggja Archos 97 Titanium HD er topp-útgávan í Element-ræðini hjá felagnum. Tað er eisini ein av fyrstu Android-teldlunum, sum røkkur eini upploysn á 2048X1536 (264ppi). Hetta er sama slagi av skíggja, sum nýggjaru út­ gávurnar av iPad 4 við Retina-skíggja hava, verður sagt hjá Archos. Teldilin er útgjørdur við einum orkumiklum quad-pro grafiskum gerili og einum dual- core gerili við 1,6 GHz. Sameint við Android 4,1 Jelly Bean styrisskipanini sigur Archos, at teir við hesum hava skapt ein heitan kappingarneyta til iPad. Ikki minst til teirra, sum dáma Android betyur enn IOS. Archos 97 Titanium HD hevur dupult mynda­tól. Aftan hevur tað 5 mexapixels, meðan frontface hevur 2 megapixels. Innbygda minnið er áljóðandi 8 GB, og er tað ikki nóg mikið, kanst tú víðka tað upp í 64 GB umvegis microSD. Prísurin á danska marknaðinum verður kr. 2.199,- Archos við Retina-skíggja Philips ORD7300 FM/DAB+ radio iPhone/iPod dock Line-inngangur Fjarstýring 32,5 x 17,5 x 16,7 cm serliga viðmælt Philips-útvarpið líkist arvagóðsi frá abbanum, men tað sameinir tíðarleyst snið við nýmótans tøkni