týsdagur 19. mars 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 20. mars 2013 · Nr. 33
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
sami sum fyri tíggju árum
síðani. Eg haldi ikki, at inter
netið og kanska serliga teir
sosialu miðlar so sum Face
book hava broytt tørvin hjá
hesum børnunum at hitta
onnur, sum eru í somu støðu,
andlit til andlits, sigur Anna
S. Dalsgaard.
– Lítið er broytt, hvat ið
børnum og deyða viðvíkur.
Børnini fortelja framvegis
í dag, hvussu tey føla seg
gloymd, einsamøll, og at
fólk ikki vilja práta við seg,
aftaná tey hava mist, fortelur
Jóngerð Poulsen.
Hóast tær báðar halda,
at samfelagið sum heild er
meira tilvitað um deyðan,
merkir tað ikki, at fólk kenna
seg trygg, tá tey møta einum
barni, sum júst hevur mist
ein kæran.
– Sjálvt um deyðin kanska
ikki er eitt tabu í dag, vil tað
ikki siga, at verðin so at siga
møtir tær opið, eftir at tú
hevur mist. Ofta vita fólk
ikki, hvat tey skulu siga og
gera, tá tey møta einum
barni, har eitt foreldur ella
systkin er farið, sigur Anna
S. Dalsgaard.
Deilast um royndirnar
Sambært teimum báðum
hava børnini stóran tørv á at
møta øðrum, sum eru í sama
báti.
– Sjálvandi kunnu tey fáa
hjálp og amboð frá einum
sálarfrøðingi, og tað er gott.
Eisini ber til at práta við til
dømis pápan, um mamman
er deyð. Trupulleikin er, at
líkamikið um tey práta við
sálarfrøðing ella pápan, sum
situr eftir, so tosa tey ikki úr
frá sama grundarlagi. Sálar
frøðingurin er ein professio
nellur, og meðan barnið
syrgir yvir mammuna, syrgir
pápin yvir sína konu. Tað er
ikki tað sama, forklára Anna
S. Dalsgaard.
– Vaksin og børn takla
hesa sorgina ymiskt, men tá
barnið situr saman við øðrum
børnum, ið hava upplivað tað
sama, eru tey brádliga í sama
báti, kunnu tosa um ávísar
upplivingar, og hvussu tey
handfara ávísar støður, sigur
Jóngerð Poulsen.
Ymiskt er, hvussu hugurin
hjá børnunum í bólkunum er
at práta um at missa og tær
kenslurnar, tey hava.
– Deyðin er nakað, sum
er torført at fyrihalda seg til,
serliga hjá børnum, og tað er
eisini ymiskt, hvussu børnini
duga og hava hug til at seta
orð á sínar kenslur. Sum
oftast er tað onkur í einum
bólki, sum er rættiliga opin,
og sum veruliga letur upp
fyri øllum, og tá gerast hini
í børnini eisini drigin at hes
um, og byrja automatiskt
at vera við í samrøðuni og
fortelja síðani sína søgu og
upplivingar, sigur Anna S.
Dalsgaard.
Í bólkunum eru tey bæði
dreingir og gentur, men kyn
ini handfara ikki altíð sorg
og miss á sama hátt.
– Okkara royndir eru,
at bæði gentur og dreingir
hava sama tørv á at tosa og
seta orð á tær kenslurnar, tey
hava í sambandi við sorgina.
Dreingir kunnu vera reagera
meira kropsligir enn gentur
og hava kanska hug til at
sparka okkurt og kenna eina
vreiði. Hinvegin eru gentur
meira analytiskar og práta
nógv um tað, sum er hent,
fortelur Anna S. Dalsgaard.
Børnini plaga at møtast í
bólkunum umleið 10 ferðir.
– Summi eru partur av
Beranum í longri tíð, og tað
er eisini ymiskt, hvussu leingi
tey kenna seg hava tørv á
at vera í sjálvhjálparbólki.
Eg minnist, ein drong, sum
sjálvur greiddi frá, at hann
var komin í Beran, tí hann
tímdi ikki, at hann altíð fór at
gráta á plenuni, tá dreingirnir
spurdu, hvussu pápin, sum
var deyður, æt. Eftir eina tíð
í Beranum helt hann, at hann
kundi steðga í bólkinum,
tí nú græt hann ikki meir á
plenuni. Tað vísir rættiliga
væl, hvussu børn hugsa um
sorg og tað at missa, sigur
Jóngerð Poulsen.
Í arbeiðinum í Beranum
hoyra Anna S. Dalsgaard
og Jóngerð Poulsen nógvar
syrgiligar søgur frá børnum,
ið hava mist eitt foreldur
ella systkin. Men tær eru á
einum máli um, at arbeiðið í
Beranum er gevandi.
– Vit hoyra børn fortelja
um at hava mist orsakað av
sjúku, sjálvmorði, ferðslu
vanlukku og so framvegis,
og sjálvandi er tað syrgiligt,
men hetta er nógv meira upp
byggjandi og læruríkt, enn
tað er trist. Tað er fantastiskt
at síggja, hvussu børnini
takla sorgina og megna at
koma víðari. Tað er nakað, vit
øll kunnu læra av, sigur Anna
S. Dalsgaard.
rannva@sosialurin.fo
– Tað er eisini ymiskt, hvussu børnini
duga og hava hug til at seta orð á sínar
kenslur. Sum oftast er tað onkur í einum
bólki, sum er rættiliga opin, og sum veru
liga letur upp fyri øllum, og tá gerast
hini í børnini eisini drigin at hesum, og
byrja automatiskt at vera við í sam
røðuni og fortelja síðani sína søgu og
upplivingar, sigur Anna S. Dalsgaard
Mynd: Álvur Haraldsen
Tá barnið situr
saman við øðrum
børnum, ið hava upp
livað tað sama, eru tey
brádliga í sama báti
Berin 10 ár
Berin hevur í ár 10 ár á baki við sjálvhjálparbólkum
ætlaðum børnum og ungum, ið hava mist eitt foreldur ella
systkin. Í sambandi við tíggju ára haldið varð leygarkvøldið
skipað fyri stuðulskonsert í Norðurlandahúsinum, sum var
til frama fyri arbeiðið við sjálvhjálparbólkum í Beranum.
Á konsertini framførdu Eivør, Hanus G. Johansen, kórið
Cantus og Døgg Nónsgjógv.
Stuðulskonsertin gav 78.000,- krónur.
Eisini kundu fólk ringja og lata pening til Beran.
Higartil eru 77.000,- krónur komnar inn umvegis telefon.