Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. mars 2013 · Nr. 33 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Rannvá G. Fossaberg Umleið fjúrtanda hvønn dag hittast nøkur føroysk børn í bólkum, har tey saman við ein­um vaksnum persóni práta saman. Børnini, ið eru við í hesum bólkunum, koma úr øllum Føroyum, eru úr ymsum árgangum og hava ikki øll eins áhugamál. Men tey hava eitt í felag. Tey hava mist eitt systkin ella for­eldur. – Tá tey sita í bólkum saman við øðrum børnum, sum eisini hava mist, síggja tey, at tey ikki eru tey ein­ astu, sum hava upplivað at missa ein persón, sum stend­ ur teimum nær. Her kunnu tey speglast í hvørjum øðr­ um og hjálpast at við at takla sorgina, sigur Anna S. Dalsgaard, sum saman við Jóngerð Poulsen fyri tíggju ár­um síðani stovnaði Beran, ið bjóðar sjálvhjálparbólkar til børn, ið hava mist. At bólkarnir hjálpa børn­ unum ígjøgnum eina svára tíð, er eingin ivi um. – Tað er ilt hjá okkum at vurdera, júst hvørja ávirkan prátini í bólkinum hava, men eg haldi, at ein mamma segði tað nokkso væl, eftir at dóttir hennara hevði verið partur av einum bólki í Beranum. Hon segði seg hava fingið eina nýggja gentu aftur, sigur Jóngerð Poulsen. Máttu gera okkurt Tað byrjaði alt fyri tíggju ár­ um síðani í Eysturskúlanum í Havn. Anna S. Dalsgaard ar­beiddi í skúlanum sum lær­ari, og Jóngerð Poulsen var heilsu­frøðingur. Hvønn dag vóru tær á hvør sín hátt í sambandi við nógv børn, og báðar høvdu tær eina kenslu av, at tað ikki vóru stundir til øll børnini. – Gerandisdagurin er jú hektiskur í einum skúla, og alt ov ofta fór eg heim við eini kenslu, har eg var órólig um okkurt barn, tí sum lær­ari sær mann, tá okkurt álvar­ samt bilar einum barni. Tá ynskti eg, at eg hevði onkran at vísa teimum til, greiðir Anna S. Dalsgaard frá. Eitt skifti vóru tað brád­ liga nøkur børn sum um somu tíð vaktu serligan ans. – Tað var tað eina tíðar­ skeiðið, at fleiri børn í skúl­ anum mistu onkran, ið stóð teimum nær. Sjálv var eg lær­ ari hjá tveimum gentum, ið høvdu mist, og eg kendi tað veru­liga sum at tær høvdu tørv á at práta, men tíðin var bara ikki altíð til tað, fortelur Anna S. Dalsgaard. Somu kenslu hevði Jóngerð Poulsen, sum var heilsu­frøð­ingur í Eystur­ skúla­num tá. – Sum heilsufrøðingur tos­ar tú við hvørt barnið eina­ferð um árið. Tað er ikki nógv, um barnið stríðist við okkurt, og harafturat føldi eg tað, sum eg ikki veru­liga fekk fatur á teimum børn­ unum, ið høvdu mist. Initia­ tiv­ið til eitt slíkt prát skal koma frá børnunum, og tað er ikki altíð, at barnið hev­ ur hug til eitt álvarsamt prát, hesa einu ferðina, tað er til heilsufrøðing, greiðir Jóngerð Poulsen frá. Hesar upplivingar frá ger­ andisdegnum og ein grein í eini avís gjørdu, at tær saman av­gjørdu at stovna Beran. – Tað var ein grein, ið líka­ sum var seinasta skumpi. Í greinini greiddu tvær gentur, ið høvdu mist, frá, hvussu tær høvdu tørv á at tosa við onkran, og tá vildu vit gera okk­urt fyri hesi børnini, sig­ ur Anna S. Dalsgaard. Deyðin er ikki tabu Síðani teir fyrstu bólkarnir byrjaðu fyri tíggju árum síðani, hava útvið 500 børn verið við í einum sjálv­ hjálpar­bólki hjá Beranum. Hóast nógv er broytt hetta tíðar­skeiðið, er mátin, ið børn handfara sorg, ikki broyttur stór­vegis, halda stovnararnir av Beranum. – Tørvurin hjá børnum, ið hava mist ein av sínum nærm­astu, er framvegis tann Tey vilja bara vera normal Børn, ið hava mist eitt systkin ella foreldur, kenna seg ofta einsamøll og annarleiðis enn øll hini. – Við at hitta onnur børn, sum eru í somu støðu sum tey sjálv, kenna tey seg meira normal, og tað er tað, tey so brennandi ynskja. Tað siga tær báðar Anna S. Dalsgaard og Jóngerð Poulsen, sum í 10 ár hava hjálpt børnum, ið hava mist Endamál Berans er, at geva børnum og ungum, ið hava mist foreldur og ella systkin við deyða, eitt forum, har tey kunnu møtast og práta við javnlík. Sjálvhjálparbólkarnir skulu virka fyri, at børnini og tey ungu, sum frálíður, gerast betur før fyri at hand­fara sorgina yvir mista for­eldrið/systkini. Á tann hátt hava tey størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey kunnu mennast og liva við missinum. Børnini og tey ungu møtast til regluligar fundir, har tey møta sín­um javnlíkum. Við serkønari hjálp og veg­leiðing, práta tey saman um felags upplivingar, kenslur og tankar. Tá nýggjur bólkur byrjar, hava vit eina samrøðu, har foreldur/av­ varandi er við (um barnið ella tann ungi er yngri enn 18 ár). Bólkafundir eru aðru hvørja viku í tveir tímar, vanliga ml. kl. 16 - 18.  Til fundirnar eru børn ella ung í sama aldursbólki saman við tveimum bólkaleiðarum, ið stuðla og leggja lag á.  Ymiskt er hvussu nógvir fundir luttakararnir ynskja at vera við til, men eitt vegleiðandi tal er uml. 10 ferðir.  Tá ein luttakari er liðugur at ganga í bólki, enda vit við einari evaluerings samtalu, har tikið verður samanum. les meira á heimasíðuni berin.fo Hvat er Berin? Tað er fantastiskt at síggja, hvussu børnini takla sorgina og megna at koma víðari. Tað er nakað, vit øll kunnu læra av