týsdagur 19. mars 2013síða 37
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Mikudagur 20. mars 2013 · Nr. 33
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Landmálingsteknikari
til Umhvørvisstovuna
Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, fax 342401, us@us.fo
Søkt verður eftir einum landmálings-
teknikara til matrikuldeildina á
Umhvørvisstovuni. Starvið fevnir um
matrikulera málsviðgerð, uppmáting,
ráðgeving og lendisfyrisiting annars.
Vit bjóða
Umhvørvisstovan er eitt arbeiðspláss við
góðum trivnaði og góðum samstarvi millum
fakbólkar. Vit bjóða tær eitt spennandi
starv á einum stovni við sera fjølbroyttum
uppgávum, har tú fært góðar møguleikar at
menna tínar førleikar. Tú kemur at arbeiða
sjálvstøðugt, men samstundis í tøttum
samstarvi við deildarleiðaran og hini starvs-
fólkini á deildini. Starvið fevnir bæði um
innandura- og uttanduraarbeiði.
Vit vænta
Vit vænta at umsøkjarin er ábyrgdarfullur,
hevur góð samstarvsevni og hevur hug at
vera við at menna tað matrikulera arbeiðið
í Føroyum. Tú hevur góð samskiftisevni,
bæði í skrift og talu, og dugir væl at sam-
skifta við viðskiftafólk. Vit leggja dent á,
at tú sær nýggjar og fjølbroyttar uppgávur
sum avbjóðingar, og at tú røkkur teimum
málum, sum tú setur tær.
Umsøkjarin skal hava prógv sum landmál-
ingsteknikari ella hava aðra líknandi út-
búgving, og koyrikort er ein treyt. Tað er ein
fyrimunur at hava royndir við matrikulerum
arbeiði og uppmáting við GPS og totalstat-
ión. Royndir við tekniskipan (MicroStation)
og kunnleiki til GIS-lendislýsingarskipanir er
ein fyrimunur. Royndir frá almennari fyri-
siting eru eisini ein fyrimunur.
Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett sam-
bært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, CV
og møguligum viðmælum skal sendast til:
Umhvørvisstovan
Postboks 2048, 165 Argir
ella sum teldupostur til: us@us.fo.
Umsóknir skulu vera Umhvørvisstovuni í
hendi í seinasta lagi tann 15. apríl 2013.
Meira fæst at vita um starvið við at venda
sær til Petur Nielsen á telefon 342424 ella
við telduposti til peturn@us.fo.
Umhvørvisstovan er stovnur undir Innlendismálaráðn-
um, sum fevnir um virkisøkini Vernd, Matrikul, Kort og
Skráir, Gransking, Skógrøkt, Tinglýsing, Landsfólka-
yvirlit og Útlendingastova. Umhvørvisstovan virkar
fyri burðardyggari samfelagsmenning við at verja vist-
skipanir, røkja náttúrutilfeingið og gera rættarbundnar
staðfestingar. Umhvørvisstovan hevur matrikul- og
verndarfyrisiting, samskipar kort og skrásetingar,
veitir tænastur og granskar innan virki stovnsins.
Kokkur til Krásadeildina
Vit sóknast eftir m/k til matgerð og arbeiði í Hjallinum;
ein spennandi deild har tú ert í tøttum sambandi við
viðskiftafólkini.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Ring 315262 og spyr
eftir Eydnu, ella send teldupost til jorgen@sms.fo
Løn eftir avtalu.
Tilmeldingarblað og onnur kunning er at finna á heimasíðu okkara - www.setur.fo
og fæst eisini við at venda sær til Setursskrivstovuna tlf. 35 25 00
millum kl. 9.00 - 15.00.
Vegleiðing um gjaldið er at finna
á tilmeldingarblaðnum.
Setursskrivstovan
J. C. Svabos gøta 14
tlf. 35 25 00
www.setur.fo
First Certificate in English (FCE)
Próvtøkan verður 11.06.2013
Certificate in Advanced English (CAE)
Próvtøkan verður 12.06.2013
Certificate of Proficiency in English (CPE)
Próvtøkan verður 13.06.2013
Munnligu próvtøkurnar verða seinastu vikuna í mai 2013
Tilmeldingargjald:
First Certificate in English
1.300,- kr.
Certificate in Advanced English
1.400,- kr.
Certificate of Proficiency
1.500,- kr.
Tilmeldingarfreistin er úti 5. apríl 2013 kl. 12.00
CAMBRIDGE
EXAMINATIONS
Sosialurin 341800
2013
www.sosialurin.fo