Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-19, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. mars 2013 · Nr. 33 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Fyri tíðina er almykið orða­ skiftið um eitt serstakt vinnumál í landinum, undir orðaskiftinum á Løgtingi, sum hevur tykið málið upp, stríddust tingfólk fyri sínum sjónarmiðum fyri og ímótið, nøkur v.m.a. at ávara um vannlukkuligar fylgir um málið var samtykt, sum tað var framsett. Tað er als ikki um um­ rødda serstaka mál eg her hugsi um, heldur viðgerðir í øðrum máli á Føroya Løg­ tingi, sum hvørt ár byrjar setuna við orið Guðs, tað hevur og er ein aftur­vend­ andi góður sigur á Føroya Løg­tingi. Skuggarnir av hend­ing­ um uttan um okkum fyri tíð­ina t.d. í skandinavien benda á viðgerðir og við­ mælir, um útskiftan av okk­ara fedrana Guði, eins og søgan sigur frá áður er hent í mongum tjóðum. Eitt eldri dømi um hetta er fólki vit fyngu orð Guðs frá. Tey vistu og kendu lívsins meginreglur. Men til tíðir vendi sær frá teimum, til aðrar, tar somu hini uttanum tey høvdu, har tann livandi Guð bleiv vanvirdur. Ein av kongum Ísraels Akab, sum skriftin sigur reitti tann livandi Guð upp í vanntrúgv, ólevna og var verri enn allir teir undan honum, hann fekk ein dag vitjan av Elia profeti, sum gav honum boð um hvat hereftir kom at henda, at Himmalin bleiv stongdur fyri regn í áravís. Kong Akab hevði tykið sær fremmanda konu Jesa­ bel til drottning úr nábú­ land­in­um, hon kom ikki áleina til Ísraels,men hevði við sær hundrað­tals báls­ pro­fetar, sum ikki hildu av vegnum fyri Ísraels Guði, út­intu sítt virkið beindu fyri Guðs profetum, alt gjørd­ist nú meir rúmsátt, kongur bedróg seg sjálvan og harvið fólkið. Á Karmelfjallinum (1. kong. 18;) samdist Akab við Elia um, at ein heims­meist­ ara kampur skuldi fara fram um hvør í var Guð. út­falli er alment kent, men hugsa um lands og fóksins prís. av hesi fyrireiking. Guðs byggjisamtykt er ikki til viðgerðar, hon var og er óbroytulig, hann hevur ongan B-plan í so máta, men bjóðar óavmarkaða náði í staðin, ímóti okkum meniskjum. Lívsins mest áhugaverdi prioritetur er, íðinskapur fyri Guði – hann sum gav lívið gav eisini lívsins lógir, tær hevur skandinavin fuska við – okkara aldar­ gamla Ting hevur haft virðing fyri hesum lógum enn, hóðast røddir um tað mótsatta í landinum hava verið at hoyrt – men sam­ bært hendingum og nýggj­ astu signalun av Ting­hús­ vøllinum og að­rar staðir, er eitt og annað, sum bendir á slógirnar um, niðurlagin av Guðs fyriskriftum og um­ prioriteringum. Ein sera relivantur spurn­ingur fólksins kundi t.d. verið: Hvagar gongur leiðin? Um so er. Skuggar av komandi hendingum Jóhs. M. Olsen Tá skinheilagir politikarar føla trongd til at vaska hendur alment Dagfinnur Danbjørg Onkrir av somu politik­ar­ unum, ið sprongdu allar tíð­arrammur, yvirhoyrdu all­ar ávaringar um avleið­ ing­ar og síðani við meir­ iluta­diktaturi broyttu pen­ siónsskattaskipanina til eina sera ósolidariska skipan við innbygdari Matteuseffekt, ið sum kunnugt gevur teimum, ið hava nokk frammanundan, meðan tikið verður frá hin­ um, ið lítið og onki hava, onkrir av hesum trína nú fram í øðrum máli við trongd til at vaska hendur í almenna rúminum. Sama skinheilaga slagið hevur einvegis - stikk ímóti so gott sum øllum hoyr­ ings­svarum – eisini við meiriluta­dikta­turi – av­ høvdað Gjaldstovuna. Øll vita, at soleiðis hava hesir politik­ararnir í teirra dagliga politiska verki roynst, og at als ongi tekin eru - hvørki i sól ella mána - um, at teirra politiski praksis verður broytt­ur í teirra politiska gerandisdegi. Heldur tvørt­ ur­ímóti. Hóast nevndu sann­ royndir, so standa nakrir av umrøddu politikarunum nú alment fram við foldaðum hondum og himmalvendum eygum og greiða frá, at teir ikki kundu funnið upp á at atkvøtt fyri neyðugum lóg­arbroytingum, soleiðis at undantøk kunnu gerast í vissum førum, sjálvt tá stór samfelagsvirðir standa upp á spæl, og arbeiðs­loysi við fátækradømi og harav­ fylgjandi heilsu­trupul­leikum kunnu gerast avleiðingin fyri mong fullkomuliga ósek fólk. Nei, nú má svía sum svøllir. Nú skulu øll møgulig og kanska ómøgulig fyrilit fyrst takast. Onki við at dálka sær hendurnar. Sjálvt um øll vita, at tær frammanundan eru gravskitnar. Reint spæl fyri gallarínum. Onki annað. Sjálvandi skulu neyðug fyrilit takast í tann mun, tað kann lata seg gera, (og tað átti tað eisini at ver­ið gjørt í pensións- og flat­skatta­mál­ unum, í málinum um Gjalds­ tovuna og í mongum øðrum málum), soleiðis at byggjast kann samstundis, sum atlit verða tikin til friða øki. Men kabálin má ganga upp, eisini sjálvt um okkurt kort verður hjálpt upp á pláss, tí tað í verandi støðu – at síggja til - ikki finnast nakrar loysnir uttan umkostningar, og loysnir skulu finnast so ella so. Óneyðugt er at siga, at p/f Varðin og arbeiðsfólkið í Suðri hava lagt lunnar undir einum fruktargóðum og fyrimyndarligum samstarvi, sum politiskt eigur at verða stuðlað 100%, so at tað kann halda áfram ótarnað. Umrødda samstarv er ein av okkara heilt stóru sól­skinssøgum, sum uttan iva fer at fáa pláss bæði í Suð­ur­oyar og Føroyalands nú­tíðarsøgu, tá hesar verða skriv­aðar. Lat okkum – heldur enn at sáa mistreysti og mis­álit – frøast saman við verka­ fólkunum og Varða­monn­ unum, nú djarvir politikarar leggja rygg til, so gordiski knúturin antin kann verða loystur upp ella við svørð­ inum høgdur í tvey. Og latið so teir, ið so harðliga hava tørv á at vaska hendur alment, endiliga fáa sterkan lút og gott pláss við handvaskið. Útbúgving til námsfrøðilig hjálp Frá ófaklærdum til faklærd – gott fyri allar partar Sirið Stenberg og Gunvør Balle Tjóðveldi Í Føroyum finst ein stórur hópur av ófaklærdari ar­ beiðs­megi. Ein av bólkunum starvast sum hjálparfólk á pedagogiska økinum, tað veri seg á dagstovnum, ser­ stovnum, verkstøðum, sam­ býlum o.s.fr. Somuleiðis finst ein stórur bólkur, sum starvast sum dagrøktarar, og hesi eru flest øll ófaklærd. Hóast stórt tal av náms­ frøðingum verða útbúgvin á hvørjum ári, er tað ein sann­ roynd, at tað í ávísum økjum í landinum ofta er torført hjá dagstovnum at fáa nøkt­andi tal av pedagogum í starv, tí hesi tykjast heldur velja sær størv aðra­staðni. Tí eru hjálpar­fólkini í ávís­um føri ein tann berandi starvs­ fólkamegin á dag­stovnunum. Og tað merkir, at tað hevur stóran týdning at fáa styrkt tað fakliga støðið hjá hjálp­ ar­fólkunum við, at tey kunnu fáa eina útbúgving. Har­um­framt er tað helst meiri gevandi og nøktandi hjá hjálparfólkunum at fara til arbeiðis aftaná, at tey hava haft møguleika fyri at styrkt um sínar ofta drúgvu arbeiðsførleikar við nakað av teori og pedagogiskum amboðum. Hesar royndir eru væl­ kend­ar frá útbúgv­ing­un­ um á heilsuøkinum, har ar­ beiðsmegin fyri fáum árum síðan var ófaklærd, og har man í dag kann útbúgva seg til heilsuhjálpara og heilsu­ røktara. Tí hevur heilsu­ økið sum heild fingið eitt førleikalyft. Fyri ein stóran part av teimum, sum starvast sum ófaklærd letur tað seg ikki gera at fara á Fróð­skapar­ setrið at lesa til námsfrøðing, tí her krevst miðnámsprógv ella líknandi. Ein partur av ófaklærdu arbeiðsmegini er til­komin fólk, sum hava trup­ult við at lúka krøvini til námsfrøðiútbúgvingina, og hava kanska heldur ikki fíggjarligar møguleikar at fara undir so langan lestur. Grannalondini hava sett á stovn útbúgving til “pæda­ gog­isk assi­stent”. Út­búgv­