Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-19, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2013síða 39

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 20. mars 2013 · Nr. 33 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Tá ið eg í mínum naiviteti loyvdi mær at fara inn á ta síðuna á fjes- og fjasibókini, sum ber navnið »Føroysk stavseting, roknaði eg við, at har var fulkomuligt skrivi­frælsi sambært donsku grundlógina. Men eg fekk ann­að at síggja. Flest av teim­um, – ikki øll – vóru rættiliga sekterisk, betri­vitandi og hástór. Tey prioriteraðu sterila gramma­tikk fram um alt annað. Eftir teirra tykki skal málið helst fjøtrast í eina brynju av reglum og norm­um, og tey vilja ikki ella duga illa at síggja, at so steindoyr tað neyðars málið! Mín ósemja við tey ella kritikkur av teimum og ymsum autoriseraðum orða­pávum var í heilum karak­teriserað sum grov­ heit­ir, persónligheitir og kveru­lanta­rí. Teirra jánka­sligu og hjálpar­leysu royndir til at argu­mentera fyri for­dóm­um og frelstum sjónar­mið­um førdi so til, at eg andøvdi sar­kast­iskt aftur­ímóti. Mær dámar væl orða­skifti, og eg eri 100 % ímóti censuri. So onkur sjálv­bestaltaður mál­pávi fekk eina breiðsíðu við­ hvørt, og tað skuldi man trúð var legitimt, eftirsum teir sjálvir ongan eira. Men hesin debattformurin hóv­ aði ikki bendingarfólki , og tað kom fjáltur á alt stavi­ liðið. Bendarar eru øgiliga álvar­som fólk og dáma slett ikki ironi. So eg fekk nógvar stutt­ligar skolur við fornermilsi og forargilsi um mín form; innihald vóru tey sjáldan før fyri at analysera og argu­mentera ímóti. Alt hetta átti at borið til, og man skuldi trúð, at invektivir móti mær, mátti verið teimum nóg mikil terapi, men nei! Í síni argu­ mentneyð tóku tey til tað einasta og mest effektiva vápn­ið, tey eiga: Censur. Sjálvglað grammatikk- meinigheit Eg fekk munnkurv og og eri lýstur í talibann í dag, og eg eri nú útihýstur úr allari ti frelstu meinig­ heit­ini av stav­arum og bend­arum. Eg eri altso kett­ari og havi fingið eina bandbullu frá kardinalum og orðavrakarum, men eg veit, at ein kendur pávi stend­ur aftanfyri. At eg á gam­alsaldrinum verði lýst­ur í málsligt bann av sjálv­glaðum og dumm­ stolt­um páva­frellum er fakt­iskt næstan ein heiður, tí trongt verður í teirra himmi­ríki. Tess­vegna brúki eg nú eitt annað medi­um til at anda í. Hjá stav­ingar­ monnum verða annar­leið­ is hugsandi heilt kvald. Tað er als ikki pláss fyri máls­ligum kettarum. Eg spurdi einaferð hesi frelstu grammatikkfólkini, um tey hava gjørt sær greitt, at sjálv­ur William Shakespeare neyð­tók alla eingilska og antikka grammatikk og harvið ríkaði eingilskt mál í øldir. Okkara málsligu fundamentalistar vilja seta grammatikkina omanfyri allan litteratur og alt lív og vilja ikki erkenna, at tað málið, sum finst á gøtuni og úti millum fólk er altíð frammanfyri gramma­ tikkina og nógvar ferðir betri enn tann stovulærda dial­ektin hjá konservativum gramma­tik­arum. Anæmiskt gramma­tikkmál, sum er fjøtrað í reglur, er uttan saft og utt­an kraft, og tað er ikki vist, at tað bara er grátur og tannagrísl uttanfyri stavi­ dyr­nar í meinig­heitini hjá Sonna Smith og hansara lík­ um. Tvørt­ur­ímóti: Har møt­ ir man mál­i­n­um hjá fólki og ikki turr­geld­um sonnes­isk­ um pinku-snakki. Um før­oyskan censur og for­ nermilsi á fjasi­bókini Virgar T. Dalsgaard Taka ikki undir við eftirlønarlógini Tíðindaskriv Pensjónsnýskipanin skuldi frá byrjan vera eitt felags átak millum allar flokkar á Løg­tingi. Fortreytin fyri eini trygg­ ari pensjónsskipan er breið undirtøka og álit í fólkinum og politisku skipanini. Tí átti samgongan at bjóð­að inn til pensjóns­ný­ skipanararbeiðið beinan­veg­ in samgongan varð skipað Í 2011. Men so varð ikki. Tvørturímóti hevur for­skattingin av pensjónum má­að burtur fíggjarliga grund­ar­lagið undan allari pen­ sjónsnýskipanini Hetta hendi bert 22 dag­ ar eftir at samgongan varð skipað, tá fíggjarliga grundar­ lagið – framtíðar pen­sjóns­ skatta­inntøkur – varð drigið undan pensjónsnýskipanini. Talið av pensjónistum fer at hækka støðugt frameftir í mun til tey, sum eru á ar­ beiðsmarknaðinum. Við sam­gongunnar skilaleysu av­gerð um forskatting til tess at fíggja skattalætta til hægstlønt , verður tað bert tey, sum eru á ar­beiðs­markn­ aðinum, sum fara at gjalda til vælferðar­tæn­astur. Tí verður ómetaliga trup­ult at finna fígging til økta tørvin á vælferðar- og eldratænastum fram­yvir. Mest sannlíkt er, at pen­sjón­ irnar antin verða skattaðar enn eina­ferð ella fara høg brúkara­gjøld á heilsu- og um­ sorganar­tænastur at verða løgd á einstaka borgaran. Pensjónsnýskipanin má viðgerast sum ein heild Higartil hava andstøðu­flokk­ arnir luttikið í pen­sjóns­ ar­beiðinum í teirri vón at kunna ávirka og finna breiða semju um eina støðuga og framtíðartryggjaða pensjóns­ nýskipan. Men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur ikki gingið andstøðuflokkunum á møti yvirhøvur. Hinvegin hevur hann tvíhildið um ein­ans at viðgera tann partin av arbeiðinum, sum snýr seg um tvungna persónliga upp­sparing á 15 prosent frá hvørj­um borgara. Andstøðan heldur hin­veg­ in, at alneyðugt er at viðgera allar tættir í nýskipanini í síni heild, og senda saml­aða lógaruppskotið um pen­sjóns­ nýskipan til hoyringar. Undir viðgerðini í ar­ beiðs­bólkinum hava and­ støðuflokkarnir upp í sam­an víst á, at ein pensjóns­ný­skip­ an fevnir um tríggjar súl­ur: • fólkapensjónina • Samhaldsfasta Arbeiðs­ marknaðar­eftirlønar­ grunnin • persónligu uppspar­ ingina Tí bert um hesir partar verða viðgjørdir saman, ber til at taka støðu til samlaðu pensjónsnýskipanina og ymsu lógaruppskotini, ið eru tengd av henni. Men sum sagt hevur lands­stýrismaðurin í fíggj­ armálum ikki gingið ynskj­ un­um frá andstøðuni á møti higartil. Verður hildið áfram við hes­um arbeiðshátti í pen­ sjóns­nýskip­anar­arbeið­inum verður úrslitið, at samgongan millum Fólkaflokkin, Sam­ bandsflokkin, Sjálvs­stýris­ flokkin og Miðflokkin seta eina pensjónsskipan í verk, sum breið politisk undir­tøka ikki er fyri, og sum tí hvørki er støðug ella fram­tíðar­ tryggj­að. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi mæla Løgting­in­ um frá at samtykkja lógar­ upp­skotið, ið nú er lagt fyri Løgtingið. Tí hetta vil bara skapa enn størri ótrygg­ leika á føroyska pensjóns­ marknaðinum, og eftir standa ein hópur av ósvar­ aðum og óviðgjørdum spurn­ ingum. Mælt verður í staðin til, sum skjótast at taka allar tættir í pensjónsnýskipanini – tvs. egin uppsparing, fólka­ pensjón og Samhaldsfasti Ar­beiðsmarknaðareftirløn argrunnurin – til viðgerðar saman. Tá semja er fingin um eina varandi og munagóða pensjónsnýskipan, ið allir flokkar á Løgtingi og partarnir á arbeiðsmarknaðinum taka undir við, skulu øll tey lógar­ uppskot, sum saman mynda pensjónsnýskipanina til hoyr­ingar og síðani leggjast fyri Løgtingið. Á henda hátt fæst ein varandi pensjónsskipan, ið kann tryggja øllum før­ oyingum eina góða pensjón og skapa tryggar karmar um framtíðar pensjónsøkið í Før­ oyum. Á Løgtingi, 18. mars 2013 Vegna Tjóðveldi Vegna Javnaðarflokkin Høgni Hoydal Aksel V. Johannesen Sirið Stenberg Rigmor Dam Kristina Háfoss Henrik Old parfólk ingarnar eru ikki heilt eins í grannalondunum, men eru áleið 2 ára langar og hava sum krav, at umsøkjarin hev­ur 10. floks prógv, ella 9. flokk og arbeiðsroyndir. Í granna­londunum hava fólk møguleika at fara beinleiðis víðari til námsfrøðing, tí har er náms­frøðiútbúgvingin ikki á uni­versitetsstøði. Henda trupul­leika kann man loysa í Føroyum við annaðhvørt at leingja pedagoghjálpara út­búgvingina, ella bjóða eitt ískoytisskeið til tey, sum ætla sær undir víðari lestur. Her má møguleikin at útbúgva seg víðari og allatíðina at kunna byggja á verandi út­ búgv­ingar vera til staðar. Tí er eitt ískoytisskeið ein góð loysn, tí rúm má bæði vera fyri teimum, sum einans ynskja ta útbúgvingina, eins og fyri teimum, sum vilja lesa víðari. Ófaklærda arbeiðsmegin er ein viðbrekin bólkur. Tey eru í størri vanda fyri at enda í arbeiðsloysi og harvið uttan fyri arbeiðsmarknaðin í ann­að­hvørt avmarkað tíðar­skeið ella longri. Hetta kann so aftur hava við sær aðrar sosialar trupulleikar tengdar at støðuni. Við at seta útbúgvingina á stovn fáa fólk møguleika at fáa tættari tilknýti til arbeiðsmarknaðin, og harvið aloftast betri livi­ kor. Uppskotið skal tí síggj­ ast sum liður í at steðga fólka­fráflytingini og sum før­leikamenning av ar­beiðs­ megini. Skúladepilin í Suðuroynni hevur arbeitt við hesi ætlan eina tíð, og tey meta seg før fyri at bjóða útbúgvingina út. Fyrireikandi fundir hava verið millum Skúladepilin og Mentamálaráðið, og partur av forarbeiðnum er gjørt. Tað er umráðandi ,í eini tilgongd við at stovnaseta nýggja útbúgving, at hava allar partar við, tí er tað sjálv­sagt, at Pedagogfelgið, Fróðskaparsetrið og Skúla­ depilin i Suðuroynni sam­ starva við Mentamálaráðið um útbúgvingina, og at aðrir relevantir partar vera við eftir tørvi. Tjóðveldi og Javnaðar­flokkinum taka ikki undir við eftirlønarlógini, ið hevur gjørt pensjónsnýskipanina til eina 15% flatskattahækking